Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Danjal av Rana Á ráðstevnuni um barna­mis­ handling og vanrøkt, sum er í Norðurlandahúsinum í hesum døgum, hevði David Finkel­hor eina fram­løgu. Hann er stjóri í gransk­ingar­ stovninum Brots­verk móti børnum. David Finkelhor luttók eisini á tí fyrstu ráðstevnuni hjá NFBO av hesum slag­ num. Hann er tí gamal í garði á hesum økinum og hevur drúgvar royndir sum gransk­ari. Á ráðstevnuni í Norður­ landa­húsinum tosaði hann um, hvat vit hava lært frá granskingini á økinum seinastu 30 árini. Stór framstig seinastu árini David Finkelhor vísti á, at stór framstig eru tikin á øki­ num. - Tá eg var barn, tosaði eing­in um kynsligan ágang, men hetta seinasta ættar­ lið­ið hava vit sæð eina koll­ velt­andi broyting. Nú hava vit hundrað túsundtals fólk, sum arbeiða á økinum, hópin av gransking og annað, segði hann. Hann vísti á, at kunn­ leik­in um kynsligan ágang er voksin nógv, samstundis sum tølini fyri mimsbrúki eru fallin nakað. Tó metur hann, at tíðin er komin at rætta upp á nakrar skeiv­ leik­ar, sum fólkafatanin hevur av kynsligum ágangi. Hann heldur millum ann­að, at nógv av almenna kjaki­ num er merkt av eini stereo­ typiskari fatan av, hvussu ein skemmari er ella sær út. Hetta kann geva øðrum skemmarum lætt spæl. Ikki allir eru pedofilar Hann segði millum annað, at granskingin vísir, at ikki øll, sum eru sek í kynsligum ágangi móti børnum, eru pedo­fil. - Helvtin av øllum børn­ um, sum verða misbrúkt, eru komin væl upp í kyn­ bún­ingaraldurin (ella post- pubescent, sum er enska orð­ið). Harumframt er ein trið­ingur av brots­monn­ unum sjálvi ung, og tí ikki pedo­fil, segði David Finkel­ hor. Hann vísti eisini á, at ikki allir skemmarar eru lostafullir, tað vil siga, at teirra fremsta endamál við sam­bandinum við tey ungu ikki er eitt kynsligt samband. Hann býtir brots­ menninar í tríggjar bólk­ ar: Teir lostafullu, teir, har girndin er í teimum og teir vita av tí, og so teir, sum brád­liga hava møguleikan at gera sær dælt av eini støðu. Tey lostafullu eru menn og kvinnur, sum vita at tey girnast eftir ungum og børn­ um og tí tilvitað royna at koma í støður, har tey kunnu handla upp á gerðina. Tey leita eftir umhvørvum, har nógv børn ella ung ferðast. Tann næsti bólkurin er tey, sum vita at girndin er í teim­um, men sum fyri tað mesta halda seg í skinninum. Tó so, tá tey fáa eitt innskot, megna tey ikki at standa ímóti. Onkrir gerast skemmarar av tilvild Triðji bólkurin eru fólk, sum ikki eru lostafull og ikki girnast eftir børnum ella ungum sum heild. Tey fáa tætt samband við eitt barn og mest sum av tilvild nærk­ ast hetta sambandið einum kynsligum forholdið. David Finkelhor heldur, at hetta seinasta allarhelst oftari er veruleikin enn vit halda. Men hetta skapar eisini ein trupulleika, tí hesar støður­ nar eru tær torførastu at steðga. Hann vísir á, at einans ein av 10, sum er dømdur fyri at gera seg inn á børn, hevur gjørt seg inn á børn áður. David Finkelhor sigur, at júst hesar misfatanir av, hvussu ein, sum ger seg inn á børn sær út, ger at tað er so torført at steðga teim­um. Talan er ofta um væl útbúgvin fólk við betri sosial­um førleikum enn van­ ligir brotsmenn, sigur hann. Hann heldur tí, at vit mugu umhugsað, hvussu vit tosa við børn okkara kyns­ liga misnýtslu. - Vit siga millum annað við børn okkara, at tey ikki skulu tosa við fremmand fólk á netinum. Veruleikin er, at tað gera tey ikki. Børn undir 12 samskifta so at siga ongan­tíð við fremmand á neti­num. Tí hava júst hesi ráð­ini onga ávirkan á at steðga ágangi móti børnum, sig­ur hann. Danjal av Rana Ein av fyri­lestrar­haldar­un­ um á stóru ráðstevnuni um harðskap móti børnum, sum er í Norðurlandahúsinum í hesum døgum, helt ein fyri­lestur um, hvussu tað ávirkar børnini, tá mammur sláa. Carl Göran Svedin, pro­ fessari á lærda háskúlanum í Linköping, sigur at hagtøl frá hansara gransking vísa, at mammur sláa nærum líka ofta sum pápar, hóast tað í almenna rúminum er van­ligari at tosa um pápar, sum sláa. Hann hevur tí granska nærri, um tað ávirkar børn­ ini á sama hátt, líka mikið hvat av foreldrunum tað er, sum slær børnini. Gransk­ ingin vísir, at munur er á, sigur hann. Hevur drúgvari ávirkan Svenski professarin sig­ ur, at tað tykist, sum harð­ skap­ur frá mammuni á ein hátt situr longri eftir í børn­ unum. Hann hevur granskað, hvussu forholdið millum for­eldur og barn ávirkast av harðskapinum. Ein av spurn­ingunum, sum verður settur, er um mamma ella pápi hava verið harðlig sein­ asta árið. Her vísir tað seg, at tað hevur onga ávirkan á for­ holdið við mammuna, um hon hevur verið harðlig sein­asta árið ella ikki. Tað vil siga, at harðskapurin frá mammuni situr longur eftir í tilvitskuni hjá barninum og hevur størri ávirkan á for­holdið teirra millum, enn tá pápin er harðligur. Pápin slær harðari Tí tølini fyri harðskap frá pápa­num vísa týðiliga, at harð­skapur seinasta árið hevur eina nógv størri ávirk­an. Carl Göran Svedin held­ur, at hetta kanska eisini hevur samanhang við, at pápin slær harðari og tí eru skaðarnir størri. Hann hevur eisini hugt eftir, um harðskapurin ávirk­ar bæði kropsligu og sál­ar­ligu heilsuna hjá børn­ un­um. Eisini her vísir tað seg, at munur er millum kyn­ini. Hjá gentum vísir tað seg, at bæði slag av harð­skapi og títtleiki hava eina beinleiðis ávirkan á bæði kropsligu og sálarligu heilsu teirra. Hjá dreingjum vísir tað seg kortini, at títt­ leikin, altso hvussu ofta for­eldrini eru harðlig, ávirk­ar sálarligu heilsuna, meðan slagi av harðskapi er av­gerandi fyri kropsligu heilsuna. Hann sigur eisini, at tað tykist, sum børnini tulka harð­skapin frá mammuni annar­leiðis enn harðskapin frá pápanum. Granskingin vísir, at tá mamma slær, siga børnini, at mamma hevur minni umsorgan fyri sær enn áður, men tá pápin slær, vísir tað, at páp­in er strangari og meiri stýr­andi enn áður. Ein av or­søkunum til hetta kann vera, at børnini vanliga síggja mammu sum fremsta um­ sorgan­ar­persónin í familju­ ni, meðan pápin er tann, sum ræður. Tað er NFBO, norður­ lend­s­ki felagsskapurin móti barna­mis­brúki og um­ sorg­an­ar­sviki, sum skipar fyri ráðstevnuni, sum er hin tíggjunda av slagnum. Slak­ir 300 luttakarar eru á ráðstevnuni, eini 230 út­ lend­ingar og 60 før­oy­ingar. Ráðstevnan, sum er í Norðurlandahúsinum, byrj­ aði sunnukvøldið og endar miku­dagin. Tá mamma slær Børn uppliva harðskap frá mammuni annarleiðis enn harðskapin frá pápanum. Kanska er orsøkin at børnini hava ymiskt tilknýti til foreldrini, sigur granskari IKKI ALLIR SKEMMARAR ERU PEDOFILAR Okkara stereotypiska fatan av skemmarum kann gera, at nakrir skemmarar sleppa undan, sigur David Finkelhor, granskari David Finkelhor, granskari