Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96 Óli Jacobsen 75 ár 21. august fylti Óli Jacobsen 75 ár. Óli varð føddur í Kalundborg á Sælandi í 1943. Í 1950 flutti hann við for­eldrum og systkjum til Norða­gøtu at búgva. Átta ár seinni fór hann til skips við slupp og er tað júst fiskiskapurin, sum hev­ur fylt Óla alt lívið. Í 1966 kom hann í nevnd­ina í Føroya Fiski­manna­ felag, har hann síðani sat sum for­ maður frá 1971 – 2007, við undan­taki av einum góðum ári sum lands­ stýris­maður. Eisini sat Óli Jacob­sen á tingi frá 1994 – 1998 fyri Verka­ manna­fylkingina. Sum formaður í Fiski­mannafelagnum var hann eis­ ini blaðstjóri á FF-blaðnum.    Óli Jacobsen er giftur við Kirst­in F. Nielsen av Eiði. Tey eiga børn­ini Lindu, Kára, Óla Jákup og Trónd. Í dag er Óli Jacobsen eisini kend­ur fyri sínar søguligu greinar í Sosial­ in­um undir heitinum Siðsøga.     Áhugin fyri søguni hevur eisini fylt Óla Jacobsen. Nógvar søguligar greinar eru komnar frá hansara penni, ein søga hevur enntá fingið viðurkendar søgufrøðingar úti í heimi at rætta kumpass. Tað er søg­an um Dollan. Óli Jacobsen hevur kannað søguna um Dollan, Daniel Jacob Danielsen, og kann­ ing­ar­arbeiðið hjá Óla hevur fingið Doll­an inn í søgubøkur kring knøtt­in. Tí tá bretski konslin Roger Case­ment í 1903 fór fyrsta túrin at kanna ræðuleikarnar í Kongo, var Doll­in við sum hansara fremsti sam­starvs­felagi. Árini eftir hevði Dollin ein týðandi leiklut í at greiða heiminum frá støðuni í landinum, eitt arbeiði, sum í 1908 noyddi Leo­ p­old frá valdinum.   Hóast nógv er skrivað um Kongo og Leopold, so var Dollin ikki tikin upp á tungu, áðrenn Óli Jacobsen gravaði søgu hansara fram. Men søg­an um Dollan – havnarmannin sum broytti heimssøguna – er bara ein av mongu søgunum hjá Óla Jacob­sen.    Óli Jacobsen hevur skrivað fleiri bøkur. Tann seinasta í røðini ber heitið “Tær bygdu land” og lýsir gjøgn­um søgur hjá 20 kvinnum, fødd­ar frá 1890 til 1932, hvussu lívið var í Føroyum í 20. øld sæð frá ein­ um kvinnusjónarhorni.      Tá ið Óli Jacobsen fylti 70 ár, hevði hann skrivað 4000 síður av sið­søgu. Søgur um persónar og lagn­ur úr eini farnari tíð, nógv teirra grivin í kirkjugarðinum á Svín­aryggi í Havn. Og hesi fimm árini, sum farin eru síðani tá, er talið av siðsøguligum síðum vaksið mun­andi. Í Vikuskiftis Sosialinum kanst tú framvegis hvørja viku lesa tvær síður av siðsøgu frá Óla Jacob­sen, og við hesum ynskja vit Óla hjartaliga tillukku við degnum. Nú eru yvir 51.000 fólk í Føroyum Fólkatalið var 51.043 tann 1. juli. Tað vaks við 830 fólkum  í 12-mánaðar skeiðinum 1. juli 2017 – 1. juli 2018. Tað skrivar Hagstovan.  Víðari sigur Hagstovan, at tað kemur av einum burðaravlopi á 237 og nettotilflyting á 593. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 55 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 166 størri. - Landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,2%, har av serliga í Sjóvar og Nes kommunum við næstan 6 prosentum, skrivar Hagstovan.  Næst eftir Eysturoyar sýslu er lut­falsliga størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 1,9%, og her var eisini nógv størsti vøkst­ urin í tali við 358 fólkum. Síð­ani Streymoyarøkinum uttan Tórs­ havn við 1,8%. Í Norðoya og Vága sýsl­um var vøksturin 1,7%, ið er sum miðaltalið fyri alt landið.   - So er eitt langt lop niður til Sand­oyar sýslu, har fólkatalið mink­aði við einum, og Suðuroyar sýslu, har tað minkaði við 9 fólkum, skriv­ar Hagstovan.  Stórt Steypafinalublað í Vikuskiftis Sosialinum Steypafinalan í bestu fótbólts­ deildini hjá monnum verður í fok­us í Vikuskiftis Sosialinum hesa vikuna. Tí hesaferð fært tú stórt eykablað við Vikuskiftis Sosial­inum, har tú kanst lesa alt um Steypafinaluna. Millum annað verður í blaðnum leitað aft­ur til steypafinaluna í 1991, har ÍtróttarSosialurin fer at end­ ur­skapa eina tiltikna mynd. Umframt eykablaðið kanst tú eisini lesa ummæli av framsýn­ ing­ini hjá Astrid Andreas­sen. Tú kanst lesa sam­røðu við Carla Sands, amerikanska sendifrúan í Dan­mark, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Hon svarar spurn­ing­um um Donald Trump, um Før­oyar og arktisk og um før­ oyska sambandi við Russland og Kina. Í Vikuskiftis Sosialinum, sum kem­ur í handlarnar hóskvøldið, kanst tú eisini lesa samrøðu við Páll á Reynatúgvu, tingformann, sum aftur er komin í andglettin, nú hann ikki tekur av innbjóðing umborð á kongaliga skipið Danne­brog í sambandi við krún­ prinsa­vitj­anina í vikuni. Minst til at halda Vikuskiftis við Sosial­in­ um.