Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Hallur av Rana Amerikanski forsetin Donald Trump herdi við einum penna­stroki handilssstríðið móti Kina og øðrum londum, tá ið hann í síðstu viku undirskrivaði nýggju verju- og trygdarlógina National Defense Authorization Act, ið bannar amerikanska her­ valdi­num at keypa útgerð frá útlendskum fyritøkum, ið møguliga hava samband við útlendskar stjórnir, ið amerikanska stjórnin ikki hev­ur álit á. Ein av teimum fyri­tøk­ u­num, ið er rakt av nýggju lóg­ini, er kinesiska tøkni­ fyri­tøk­an Huawei, ið før­ oy­ingar kanska best kenna sum samstarvsfelaga hjá Før­oya Tele og Hey og er fram­tíðarveitari til nýggja 5G netið hjá Føroya Tele. Nýggja lógin er sett í verk í kjalarvørrinum av, at amerikanskar fregnar­ tænast­ur hava ávarað um, at kinesiskar fyritøkur kunna njósna fyri kinesisku stjórn­ ina. Hetta eru ákærur, sum bæði avstralska stjórnin og kanadiska stjórnin taka hædd fyri í samband við samráðingar við Huawei um at menna 5G netið til teirra borgarar. Fylgja gongdini Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, fylgir væl við í tí orða­ skifti, ið er um Huawi í USA og aðrastaðni, og metir hann ikki, at grundarlag er fyri at óttast kinesararnar. - Tað er ein stór ábyrgd at umsita tað føroyska netið og taka vit tað í størsta álvara. Vit eru í dialog við Huawei og fylgja við í viðkomandi kann­ingum av fyritøkuni. Vit fylgja eisini væl við gongdini, nú USA hevur samtykt hesa lógina, sigur Jan Ziskasen. Stjórin í Føroya Tele vísir á, at nýggja lóggávan snýr seg um at styrkja og endur­byggja amerikanska her­valdið og at man í tí sam­ bandi er varin við, at út­gerð og onnur tøkni ikki kann brúkast at mótvirka tí enda­ máli. Tí hevur man gjørt ein lista yvir lond, ið man ikki hevur álit á, harímillum Saudi­arabia, Pakistan, Iran, Afgani­stan, Russland og Kina. Tað hevur tí avleiðing, at antin verða hesi lond ella ávís­ar fyritøkur í landinum boykottað, so at herurin ikki kann keypa útgerð frá teim­ um. Tóku fyrivarni Hóast amerikanska lógin fyrst er samtykt í ár, so eru tað fleiri ár síðan, at amerikanskir politikarar av fyrsta tíð viðgjørdu møgu­ leik­an fyri, at kinesiska stjórn­in framdi njósning gjøg­n­um kinesiskar fyri­tøk­ ur. Tí var tað eisini nakað, ið man tók hædd fyri, tá Føroya Tele í 2015 fór í samstarv við Hua­wei. - Vit taka allar slíkar ákær­ur í størsta álvara, men havast skal í huga, at Hua­wei og teirra tøkni er undan­góðkend í 150 londum. Kortini valdu vit saman við donsku løgregluna, at gera eina óhefta kanning av Huawei og teirra tøkni, áðr­enn vit fóru undir sam­ starvið í 2015. Kanningin stað­festi, at vit nýttust ikki at stúra fyri nøkrum, sigur Jan Ziskasen. Stjórin í Føroya Tele vísir eisini á, at man í fyritøkuni fylg­ir væl við virkseminum hjá Huawei Cyber Security Evaluation Center (HCSEC), ið er ein grein undir bretsku fregnartænastuni GCHQ, ið hevur einans til endamál at halda eyga við virkseminum hjá Huawei í Bretlandi. KANNAÐU HUAWEI ÁÐRENN SAMSTARV - Tað er ein stór ábyrgd at umsita tað føroyska netið og taka vit tað í størsta álvara. Vit eru í dialog við Huawei og fylgja við í viðkomandi kanningum av fyritøkuni. Vit fylgja eisini væl við gongdini, nú USA hevur samtykt hesa lógina, sigur Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, um amerikansku ákærurnar móti Huawei, kinesiska samstarvsfelaganum hjá Føroya Tele - Kortini valdu vit saman við donsku løgregluna, at gera eina óhefta kanning av Huawei og teirra tøkni, áðrenn vit fóru undir sam­starv­ ið í 2015. Kanningin staðfesti, at vit nýttust ikki at stúra fyri nøkrum