týsdagur 21. august 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96
TÍÐINDI
- HCSEC hevur til upp
gávu at loypandi eftirkanna
fyritøkuna, tøknina og allar
tænasturnar hjá Huawei og
stovnurin letur eina árliga
frágreiðing úr hondum um
støðuna. Um tað eru manglar
ella hol, ið muga tættast, fær
Huawei boð um at broyta tað
ella tætta holini, greiðir Jan
Ziskasen frá.
Í
seinastu
frágreiðing
varð eisini víst á, at tað vóru
nakrir trupulleikar við triðja
parts veitarum, men Føroya
Tele hevur fingið vissu fyri
frá Huawei, at hesir trupul
leikar verða loystir beinan
vegin, sigur stjórin á Føroya
Tele.
- Triðja parts veitarar eru
fyritøkur, ið eru veitarar hjá
Huawei. Slíkar avbjóðingar í
virðisketuni eru ikki ókendir,
eisini hjá øðrum fyritøkum
kring knøttin. Kanningar
sum tann hjá HCSEC eru
við til at tryggja, at tøkni og
mannagongdir hjá altjóða
veitarum sum Huawei til
eina og hvørja tíð mugu
liva upp til strong altjóða
trygdarkrøv,
sigur
Jan
Ziskasen.
Einki fíggjarligt
samband
Tað er ikki ókent innan al
tjóða politikk, at kinesiska
stjórnin verður løgd undir
at keypa sær ávirkan kring
heimin við at gera íløgur í
ymiskan infrastruktur. Jan
Ziskasen avvísir, at tað er
tað, ið ger seg galdandi í Før
oyum, men at talan er einans
um eitt samband millum
kunda og veitara.
- Huawei er ein stórur og
týdningarmikil veitari hjá
okkum, men er ikki meira
enn tað. Tað er einki fíggjar
ligt
útistandandi
millum
okkum. Tað vit hava keypt,
hava vit goldið marknaðar
prís fyri. Og tað eru einans
dugnaligu tøkniserfrøðing
arnir á Føroya Tele, ið hava
fullan ræðisrætt til at reka
og umsita okkara net, sigur
Jan Ziskasen.
Viðvíkjandi stúranini hjá
kanadisku
og
avstralsku
stjórnunum at lata Huawei
vera við í menningini av 5G
netinum, vísir Jan Ziskasen
á, at øll útgerð og tøkni hjá
Huawei áhaldandi verður
kannað av bretska stovni
num HCSEC.
- Øll tann fysiska út
gerðin
og
software
hjá
Huawei verður kannað av
HCSEC. Tey kanna regluliga
útgerðina og taka støðu til,
um hendan lýkur ásettu
trygdarkrøvunum. Vit líta
á hesar kanningar, so til
spurningin, um vit tora at
menna 5G netið við Huawei,
er svarið, at sum støðan er
í dag, har ongin prógv eru
fyri, at nakað skeivt fer fram,
er tað okkara ætlan at flyta
okkum inn á 5G økið við
Huawei, sigur Jan Ziskasen.
Danir einki fyrivarni
Meðan amerikanarar hava
tikið víðgongda stigið at boy
kotta fyritøkur sum Hua
wei og ZTE, so er støðan ein
onnur í Danmark, har danska
fregnartænastan ikki metir, at
slík átøk eru neyðug.
- Um hugt verður til Dan
markar, so hevur Thomas
Lund Sørensen, ið er stjóri
fyri Center for Cybersikker
hed undir PET, sagt við
danskar miðlar í samband
við gildiskomuna av lógina,
at danska fregnartænastan
ikki hevur sæð nøkur prógv
fyri, at Huawei njósnast fyri
kinesisku stjórnina, sigur Jan
Ziskasen.
Stjórin í Føroya Tele vísir
eisini á, at tað ikki bara eru
danir, ið undrast yvir mangl
andi próvførsluna, men at
tað eru fleiri røddir í USA, ið
nú krevja prógv, ið staðfesta,
at Huawei og aðrar fyritøkur
njósnast
fyri
kinesisku
stjórnina.
Millum annað vísir Jan
Ziskasen á, at tá Christopher
Wray, stjóri í amerikanski
samveldisløgregluni
FBI,
bleiv spurdur um kinesisku
tøknifyritøkuna
í
serliga
hoyring hjá Fregnarnevndini
hjá amerikansku kongress
ini, so tóktist ikki, at nøkur
prógv vóru um kinesiska
njósning.
- Vit stúra fyri vandanum
at lata nakra teldu ella
eind, ið er knýtt at eini út
lendskari
stjórn,
ið
ikki
hevur somu virðir sum vit,
fáa eina valdsstøðu í okkara
fjarskiftisneti.
Tað
veitir
møguleikan at leggja trýst
á og fáa tamarhald yvir
okkara fjarskiftisneti. Tað
veitir møguleikan fyri at
gera illviljaðar broytingar
ella stjala upplýsingar. Og
tað veitir møguleikan fyri
at njósna, uttan at vit kunna
varnast tað, segði leiðarin
fyri FBI tá.
- Tað sum eg leggi merkis
til í tí, ið hann sigur, er at tað
kann leiða til njósning. Ikki
at man hevur nøkur prógv
fyri njósning, vísir Jan Ziska
sen á.
Partur av einum
handilskríggi
Stjórin í Føroya Tele vísir
eisini á handilskríggið, tá ið
hann skal geva sína meting
um hví amerikanarar hava
sett í verk eitt boykott av
Huawei. Fyri honum tykist
talan vera um ein strategi
fyri at fáa eina betri handils
avtalu í hús við Kina.
- Tað sum man sær frá
amerikanskari síðu er, at
man kastar alt upp í loft
og málar myndina øgiliga
dramatiska við tí vón, at
man endar við einum góðum
úrsliti. Tað sama hendi við
NATO-toppfundinum,
har
Donald Trump fór inn og
segði einki skil var í, men
eftir at hava kjakast í tveir
dagar var brádliga tamarhald
á tingunum og alt var so gott.
Tað er ein framferðarháttur,
ið amerikanski forsetin er
kendur fyri. Tað er jú eisini
tað, ið hansara bók the Art
of the Deal handlar um, sigur
Jan Ziskasen og leggur aftur
at.
- Man sær eisini, at
amerikanarar longu eru far
nir at tosa um at fáa eina
góða avtalu við tey lond,
ið man liggur í stríð við. Tí
veruleikin er, at hvørki USA
ella Kina kunna liva uttan
hvønn annan. Tað ber slett
ikki til. Rættiliga nógvar
amerikanskar vørur, har
ímillum Apple, verða jú fram
leiddar í Kina.
- Vit fylgja áhaldandi
nevt við trygdini á teimum
vørum og tænastum, ið vit
keypa frá okkara útlendsku
veitarum. Og við tí altjóða
fokus sum nú er á kinesiska
tøknirisan fáa vit alla tíðina
eitt sera gott innlit í ymisk
viðurskifti.
Hetta
nýta
vit eisini aktivt í teimum
krøvum, sum vit seta til
okkara samstarvi við Hua
wei og aðrar veitarar, sigur
Jan Ziskasen.
hallur@sosialurin.fo
- HCSEC hevur til uppgávu at loyp
andi eftirkanna fyritøkuna, tøknina
og allar tænasturnar hjá Huawei og
stovnurin letur eina árliga frágreiðing
úr hondum um støðuna. Um tað eru
manglar ella hol, ið muga tættast, fær
Huawei boð um at broyta tað ella
tætta holini