Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Fuglafjarðar Harmoniku­ felag, sum við góðum stuðli frá Fuglafjarðar kommu­nu skipar fyri stóra harmoniku­ til­takinum komandi viku­ skift­ið, hevur við leypandi greina­tilfari greitt frá, hvørji fleiri av útlendsku nøvn­ unum eru. Í dag seta tey fokus á nakrar av føroysku tón­leika­ kreftunum, sum eisini fara at mynda Harmonikufestivalin Harmonikuvinir og Oasubrøður Harmonikuvinir er garvaður og tónlistarliga búgv­in har­ moniku­bólkur, væl styrkt­ ur og stuðlaður við klav­eri, guitarum og man­do­lin. Tónleikurin, tey spæla, er bæði brúsandi og berg­tak­ andi. Bæði Harmonikuvinir og Oasu­brøður verða við á um­tóktari sangløtu sunnu­ kvøld­ið, 26. august klokkan 19, har bæði Siloa og Thabor eisini luttaka. Oasubrøðurnir er eisini væl samanspældur bólkur við góðum guitar- og har­ mon­iku­spæli. Havnar Harmoniku­ felag og Sólorku­ bólkurin Mannsterka liðið av leik­ andi kallum hjá Havnar Harmoniku­felag fer at lut­ taka á Harmoniku­festi­vali­ num við síni fjølbroyttu og siðbundnu tónlistaskrá, sum spreiðir eitt serligt lívs­ játtandi gamanslyndi. Sólorkubólkurin, sum eisini verður við, er mann­ aður av hattberandi tón­ leikar­um. Bólkurin hevur við tón­leiki, søgum og skemti spreitt góðhýr og margkæti bæði innan- og uttanlands. Fuglafjarðar Harmoniku­ felag, sum stendur fyri festi­valinum, luttekur eisini millum annað við kátlynta Sólorku­bólkinum. Norrøna Dansiband og Tvíbólkurin Norrøna Dansiband er bólk­ ur við tónlistarliga búnum kallum, sum hava sín serliga stíl, ið er væl umtóktur mill­ um dansifegin fólk. Teirra serliga spæl og sangur slær hart og beinrakið beint inn á reptil-heilan og fær fólk sjálvviljað út á dansigólvið. Norrøna Dansiband fer at spæla leygarkvøldið hin 25. august. Tvíbólkurin og hjúnini, Hanna og Terji, sum eisini eru útvarpsvertir við Har­ mon­iku­løtuni, fara at lut­taka við framúr­skar­andi har­mon­ iku- og mandolin­spæli eins og sjáldsama góðum soul- líknandi sangi. Teirra framførslur eru altíð kveikjandi. John, Regin og Dragin Andskveikjandi og gleði­ spreið­andi tvíbólkurin, John og Regin, fara at lut­ taka við sínum sermerkta saman­spæli. John Danielsen er víða­ kendur skemtari eins og fræg­ur frásøgukallur. Reg­ in Jacob­sen telist mill­ um landsins royndastu og fingra­fimastu tangent­leikar­ ar í veitslu- og dansihøpi. Tey, sum ætla sær við á Fuglafjarðar Harmoniku­ festival, eiga eisini at hava í huga, at seglskipið Dragin fer harmonikutúr leygardagin hin 25. august klokkan 13. - Umborð verður góður tónleikur, sangur og frísk stimbrandi havluft, sum er balsam fyri sálina. Mann­ ingin fer eisini at borðreiða við góðari og heitari suppu, men her er avmarkað pláss, siga tey í Fuglafjarðar Harmoniku­felag. Føroysk nøvn á Harmonikufesti- vali í Fuglafirði Dragin fer harmonikutúr leygardagin. Umborð verður góður tónleikur, sangur og frísk stimbrandi havluft, sum er balsam fyri sálina. Manningin fer eisini at borðreiða við góðari og heitari suppu Seglskipið Dragin fer harmonikutúr leygardagin hin 25. august klokkan 13, men her er avmarkað pláss Oasubrøðurnir Harmoniku­ vinir Havnar Harmonikufelag Norrøna Dansiband Sólorkubólkurin Útvarpsvertirnir og hjúnini, Terji og Hanna John Danielsen og Regin Jacobsen