týsdagur 21. august 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Samgonguleiðararnir
og fíggjarmálaráðið
arbeiða við eini
fíggjarlóg, sum ikki
má vaksa meira enn
tvey prosent
Árni Gregersen
GREINING: Tað er í endanum av
komandi mánaða, at landsstýris
kvinnan við fíggjarmálum, skal
leggja uppskot um fíggjarlóg fyri
2019 fyri Løgingið.
Arbeiðið er í gongd, bæði tað
meira tekniska í fíggjarmálaráðn
um og tann politiski parturin mill
um samgonguleiðararnar.
Hetta er seinasta uppskotið til
fíggjarlóg hjá hesi samgonguni
undan valinum, sum í seinasta lagi
skal vera 1.september næsta ár.
Seinasta fíggjarlógin undan ein
um valstríð er ofta rættuliga stór
og gávumild, tí flestu tingfólk hjá
samgonguni vilja fegin seta egnu
fingramerki á fíggjarlógina.
Við øðrum orðum: tað skal síggj
ast, at tey hava gjørrt okkurt fyri
teirra veljarar.
Hvussu tað spælir av í ár, kann
bert tíðin vísa, men vit kunnu
hyggja eitt sindur at fortreytunum.
Játtanarkarmarnir
Hesi trý seinastu árini hevur landið
havt yvirskot á fíggjarlógini – um
leið eina milljard tilsamans.
Tað sær ómetaliga gott út, men
tað vísir eisini greitt, at Føroyar
hesi árini hava havt uppgangstíðir
við stórum inntøkum.
Pelagisku fiskasløgini hava givið
ómetaliga nógv og tað sama er við
alivinnuni.
Eitt sindur minni kvotur og
kanska ein lægri prísur fyri útflutta
laksin,hevur fingið samgonguna til
at staðfesta, at komandi fíggjarlóg
skal haldast innanfyri ein vøkstur í
rakstrinum uppá tvey prosent.
Játtanarkarmarnir, sum Løg
tingið samtykkir um várið, siga, at
samlaði raksturin á komandi fíggj
arlóg skal halda seg innanfyri fýra
milljardir og 764 milljónir krónur
og íløgukarmurin er 420 milljónir
krónur.
Samlaði inntøkukarmurin er
mettur til fimm milljardir og 584
milljónir krónur. Tað skal so geva
eitt avlop á fíggjarlógini uppá 400
milljónir krónur.
Hetta eru karmarnir, sum vórði
samtyktir í vár, men sum árið gong
ur, so kunnu ymisk viðurskifti
broytast, sum eisini kunnu broyta
fortreytirnar fyri sjálvari fíggjar
lógini.
Longu tá ið uppskotið um fíggj
arkarmar var lagt fram í mars,
skrivaði landsstýriskvinnan við
fíggjarmálum, Kristina Háfoss, at
teir karmar, sum eru gjørdir fyri
2019 og frameftir leggja dent á
varnan fíggjarpolitikk, har stór
ur dentur er á at halda aftur á út
reiðslusíðuni.
Fígging til at røkka teimum høv
uðsmálum, sum arbeitt verður fram
ímóti komandi árini, skal finnast
við umleggingum og tillagingum
av verandi virksemi.
Raðfestingar skulu gerast inn
anfyri yvirskipaða fíggjarkarmin.
Fíggjarlógin
Fíggjarkarmarnir eru eitt, men
nakað heilt annað er sjálv figgjar
lógin.
Tá ið hon endaliga skal sam
tykkjast móti jólum ella millum jól
og nýggjár, verða ofta stórar pen
ingaupphædir fluttat, sum lættliga
kunnu skeikla upprunaliga upp
skotið.
Hesum er ætlanin at sleppa und
an í ár.
Samgonguleiðararnir
hava
sett sær fyri at halda vøksturin
uppá tvey prosent og at rokna
tær sáttmálahækkingar, sum hava
verið inn í hendan tvey prosenta
vøksturin.
Fyri at hetta kann lata seg
gera, so er neyðugt at halda aft
ur. Tað hevur fleiri ferðir verið at
hoyrt, at sjálvt um vit hava hákon
junktur í landinum, so ber ikki til,
at raksturin fyllgir hesum hákon
junkturi.
Hákonjunktururin skal brúkast
VØKSTURIN TV
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, fær boð um at sita tung á kassalokinum.
Undirsjóvartunlarnir verða gjørdir lidnir.
POLITIKKUR
Strong figgjarlóg á veg: