Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96 til at seta pening av til verri tíðir. Hinvegin er tað eisini soleiðis, at tá ið nógvir pengar renna inn í lands­kassan frá nógvum virksemi, so eru krøvini um at brúka meira pen­ing til raksturin, eisini ógvuliga hørð. Øll í almennu skipanini halda, at skulu tey kunna veita góðar tæn­ ast­ur til økt virksemi, so skal eisini meira peningur setast av til júst teirra økið. Tað er júst slík krøv, sum sam­ gongu­leiðslan skal fyri­halda seg til. Fyri at hetta ikki skal fara á glið, sum mugu samgonguleiðararnir fáa landsstýriskvinnuna at setta seg tungt á lokið á landskassanum. Leiðararnir vita eisini, at skulu sáttmálahækkingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum roknast uppí tey tvey prosentini, so er ikki pláss fyri so nógvum øðrum vøkstri í rakstrarútreiðslunum. Íløgurnar Eydnast hetta kortini, so kemur næsta forðingin fyri einari fíggj­ ar­lóg, sum helst ikki skal vaksa ov nógv. Íløgurnar eru ein stórur spæl­ari, tá ið talan er um seinastu fíggj­ar­ló og undan einum vali. Í hesum tíðum, har ferðin á bú­ skap­inum er ómetaliga høg, siga flest øll, sum fáast við búskap, at vit nú eiga at halda aftur. Nógva ferðin ger allar útreiðslur dýrari enn neyðugt og torført er hjá fyritøkum at fáa fólk til arbeiðis. Virksemi er ómetaliga høgt í hes­um døgum og eini tvey ár fram. Tí vita tey við ábyrgdini, at vit helst eiga at halda aftur við stórum íløg­ um og heldur royna at útseta tær eitt sindur. Glasir er tikin í brúk, men fram­ vegis eru nógvar aðrar stórar verk­ ætlanir í gongd. Eysturoyar- og Sandoyar tunl­ arnir eru í gongd og har verður hildið fram. Stóra havna­út­bygg­ ing­in í Havn er í gongd, skúlarnir í vest­urbýrnum í Havn eru í gongd, lands­sjúkrahúsið er í gongd og í fleiri kommunum verða skúlar bygd­ir. Eisini byggir SEV stórt út um­ framt at havrannsóknarskipið verð- ­ur bygt. Innkomuvegirnir í sambandi við tunl­arnar skulu eisini gerast. Alt liggur ikki á tí almenna, landinum, men í stóran mun eisini á kommununum. Ein roynd er gjørd at fáa ein avtalu í lag millum kommunurnar og landið, men tað vísti seg, at sjálvt um vilji var til hetta í leiðsluni í Komm­unufelagnum, so vildu lima­ komm­unurnar ikki taka undir við hesum. Tað vil siga, at ongin samskipan er millum íløgurnar hjá landinum og hjá kommununum. Ein roynd verður tó gjørd aftur­ at, har landið setir seg í samband við nakrar av teimum størru komm­ununum og roynir at fáa eina samskipan í lag. Landið sjálvt gongur á odda og sum skilst er semja um at minka íløg­urnar næsta ár millum 100 og 150 milljónir krónur. Eisin roynir landið at raðfesta íløgur, sum kosta arbeiðstímar og harvið tryggja, at handverkar og onnur hava nakað at taka sær til, tá ið tað sum er í gongd verður liðugt. Eitt annað mál, sum ofta stingur seg upp undan vali, er tunnillsgerð. Hvalbiartunnilin skal gerast næsta ár, men ró hevur verið fram­ und­ir, at tunlarnir Norður um Fjall eis­ini skulu framskundast. Sum skilst, so verður møguligaa nakað av fyrireikingararbeiði gjørt, men onki bendir á, at farið verð­ur undir teir tunlarnar fyrr enn eftir at Hvalbiartunnilin er liðugt­gjørd­ ur. Politiskt sær út til, at sam­gongu­ leið­ararnir eru samdir um leistin, sum skal brúkast til fíggjarlógina. Spurn­ingurin er bara um floks­leið­ ar­arnir hava tamarhald á sínum ting­fólkum, nú kampurin um at vinna sær sætið aftur á tingi av álvara nærkast. Um eiin góðan mánaða skal upp­ sktið um fíggjarlóg latast Løg­ting­ in­um. VEY PROSENT AkselV. Johannesen, Høgni Hoydal og Poul Michelsen eru mestsum samdir um ein leist fyri eini varisligari fíggjarlóg fyri næsta ár. Stórt byggivirksemi er á Fløtum í Havn har tveir skúlar verða bygdir afturat Glasir. Landssjúkkrahúsið skal vera liðugt í 2021. POLITIKKUR