Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Higartil hevur tað verið ómøgu­ligt at skurðviðgjørt sjúkl­ingar við krabbameini í brisinum, um krabbin longu hevur spreitt seg til blóð­ æðr­arnar við brisið. Men, nú hava læknar á Ríkis­sjúkra­ húsinum ment ein nýggjan hátt at skurð­við­gera hesar sjúk­lingar. Við íblástri frá japanskum læknum brúka læknar á Ríkis­sjúkrahúsinum nú við hepni ein serstakan hátt til skurð­viðgerðir fyri krabba í brisi­num. - Vit skapa rætt og slætt ein eftirgjørdan blóðtøpp nakar vikur fyri sjálva skurð­ við­gerðina og steingja fyri meginblóðæðrini. Í staðin leiða vit so blóðið um ein bakveg og uttan um sjúka vevnaðin, áðrenn vit eisini skera burtur ein part av krabbameinsraktu æðr­ini, sigur yvirlæknin, Jan Henrik Stork­holm á Ríkis­sjúkra­ húsinum. Hesin eftirgjørdi ”blóð­ tøpp-tátturin” verður róptur DP-CAR, sum er ein stytting fyri ”distal pancreas-coeliac axis resection”. Við øðrum orðum verður blóð­ið leitt ein annan veg und­ir skurð­við­gerðini, með­ an krabba­meins­knút­ur­in verður skorin burtur. Úrslitini eru góð Higartil hevur Ríkis­sjúkra­ húsið á henda hátt skurð­við­ gjørt umleið 40 sjúklingar við krabbameini í brisinum, sum annars ikki høvdu verið skurðviðgjørdir, tí krabb­in hevur spreitt seg til blóð­ æðrar, sum liggja um brisið. Brisið ella búk­spýtt­kertil­in liggur nevniliga beint við tvær av stóru megin­æðrunum, sum fara fram við brisinum undir flag­brósti­num. Krabbamein í brisinum hevur lyndi til at spreiða seg til nervarnar við stóru blóð­ æðrar­nar. - Av teimum 40 krabba­ meinssjúklingunum, sum eru skurðviðgjørdir við nýggja háttinum í Danmark, liva 35 prosent av teimum eftir fimm árum. Tað merkir, sigur yvirlæknin, at meira enn triði hvør sjúklingur við krabba­meini í brisinum, har krabbin hevði spreitt seg til nær­liggjandi blóðæðrar, í dag kann síggja fram til at yvir­liva. Áður var hetta tal 0. Jan Henrik Storkholm sigur seg vóna, at nýggi hátt­ urin møguliga eisini kann brúkast til skurðviðgerð av øðrum krabbasjúkum, sum læknarnir higartil ikki hava kunna skurðviðgjørt, tí krabb­in hevur spreitt seg til nær­liggjandi æðrar, eitt nú við krabba í bløðruni. Higartil hava læknarnir gjørt av at skurðviðgera sjúk­lingar á henda hátt, sum eru upp til 70 ára aldur og sum ikki líða av øðrum álvar­ somum sjúkum. - Men, so hvørt, sum vit hava gjørt okkum fleiri royndir og eru vorðin dugna­ ligari, kann roknast við, at bólkurin av teimum, sum fáa hesa skurðviðgerð, verður størri, sigur Jan Storkholm. Gevur leyst lív Krabbamein í brisinum ella búkspýttkertlinum er álvar­som sjúka, sum kann vera trupul at viðgera. Krabbin mennist ymiskt frá einum sjúklingi til annan. Tí er eisini trupult at vita frammanundan, hvussu sjúku­gongdin verður fyri hin ein­staka persónin. - Næsta stigið verður at kanna lívsdygdina hjá hesum sjúklingum eftir skurð­við­ gerðina. Ein slík viðgerð verður altíð eitt ógvusligt inn­triv í alla lívveruna hjá tí einstaka. Ein avleiðing er, at sjúklingarnir fáa leyst lív, tí nakrar nervaleiðingar eru burtur. Men, leyst lív kann hóast alt viðgerast við heili­vági, leggur yvirlæknin aftrat. Hóast ”blóðtøpp-hátt­ urin” er royndur bæði í Japan og Danmark, hava granskarar enn ikki givið út granskingarúrslitini um nýggju viðgerðina, tó at av­ markaðu royndirnar á Ríkis­ sjúkrahúsinum í løtuni geva góðar vónir. - Úrslitini higartil merkja, at vit nú kunnu hjálpa fleiri krabba­meinssjúklingum, sum áður doyðu av sjúkuni, tí vit einki kundu gera, sigur Jan Henrik Storkholm. Kelda: www.cancer.dk NÚ ER VÓN FYRI SJÚKLINGUM VIÐ KRABBAMEINI Í BRISINUM Nýggj skurðviðgerð kann hjálpa sjúklingum við krabbameini í brisinum ella búkspýttkertlinum. – Úrslitini vísa, at meira enn triði hvør sjúklingur við krabbameini í brisinum, har krabbin hevði spreitt seg til nærliggjandi blóðæðrar, í dag kann síggja fram til at yvirliva. Áður var hetta tal 0, sigur Jan Henrik Storkholm, yvirlækni - Vit vóna, at nýggi hátturin eisini kann brúkast til skurðviðgerðir av øðrum krabbasjúkum, sum læknarnir higartil ikki hava kunna gjørt, tí krabbin hevur spreitt seg til nærliggjandi blóðæðrar, sigur yvirlæknin, Jan Henrik Storkholm Stórar blóðæðrar eru beint við brisið, sum er guli parturin undir livrini. Hesar æðrar hava gjørt, at skurðviðgerð var ómøgulig, um krabbin hevði spreitt seg til æðrarnar. Men, nú hava læknarnir ment ein nýggjan hátt við at skapa ein eftirgjørdar ”blóðtøpp” og leiða blóðið annan veg undir skurðviðgerðini, meðan krabbaknúturin verður burturbeindur