Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen 75 ár Fyri hvønn dag, sum gongur, má eg staðfesta, at eg síggi meira og meira upp til pápa mín – og tað er ein framíhjárættur, sum eg eri ógvuliga takksamur fyri. Tað er tí við gleði, at eg skrivi eina heilsan til mín pápa og fyrimynd, nú hann varð 75 ár 21. august. Babba er føddur í Danmark und­ ir krígnum og búði har tey fyrstu sjey árini av lívinum, áðr­enn tey fluttu til Norðragøtu. Elstur av seks und­ankomnum systkjum hevur ein ávís ábyrgd ligið á honum, og er hetta ivaleyst ein av orsøkunum til, at hann í triðingsøld gekk á odda fyri føroyska fiskimannin. Hóast bók­ligu evnini vóru øllum sjónlig, fór babba til sjós sum 14 ára gamal. Allar­helst tí ráð ikki hava verið at sent dreingin í skúla. Eg havi so eisini hoyrt frá einum, babba sigldi saman við, at hann var ikki akk­urát sum aðrir flest. Tá hann ikki arbeiddi, át ella svav, lá hann í koyggj­uni við eini bók. Babba sigldi, til hann bleiv 27, tá hann í 1971 býtti trolara­dekkið um við kontórgólvið á Bryggjubakka sum formaður í Føroya Fiskimannafelag. Í 1994-1998 varð hann valdur á ting fyri Verka­ manna­fylkingina, og fyri­uttan eitt ár sum lands­stýris­maður røkti hann sessin sum formaður hjá fiski­monn­um fram til 2007. Síðani tá hevur hann skrivað siðsøgu í Sosial­inum, eins og hann hevur givið bøkur út. Tað, sum í stuttum lýsir babba sera væl, er, at hann er ómetaliga heil­hjartaður – bæði í tí, sum hann ger, og tí, sum hann ikki ger. Tað er ant­in ella. Hevur hann ikki áhuga í onkr­um, so verður ongin orka løgd í tað. Tað veri seg matgerð, hand­ verk, bilar ella fótbóltur. Babba má vera ein av teimum heilt fáu gøtu­ monnunum, sum ikki leggur petti í fót­bóltin. Hann hevur verið til ein fót­bóltsdyst í lívinum – men tá sat hann og las avís í tveir tímar. Tað stutt­liga er tó, at babba er so ómeta­ liga áhugaður í tølum, at hóast ong­ an áhuga í fótbólti veit hann altíð, hvat dystirnir endaðu við, og hvør ligg­ur nummar eitt. “Abbi skrivar”. Soleiðis er stutta, men neyva lýsingin hjá abba­børn­ unum – júst sum vit børnini eis­ini vildu lýst hann fyri 30 árum síð­an. Við einans seks ára langari skúla­ gongd hevur babba skrivað upp í fleiri leypar av greinum, lesara­ brøv­um, ársfrágreiðingum og nú bók­um. Síðan 2009 hevur hann út­ givið átta bøkur, og er hann í dag í holt­ur við ta níggjundu. Uttan at taka munnin ov fullan man babba vera ein tann persónurin, sum við minst skúlagongd hevur lagt flest skriv­aðar síður eftir seg. Nakrar tús­und er tað so blivið til við tíðini. Tað er eisini stuttligt at fella í prát við fólk, sum hava fingið nógv gott burt­ur úr skrivingini hjá honum. Babba er bæði ein intelligentur og intellektuellur persónur, og um hann ikki situr við telduna og skrivar, situr hann við eini bók. Hann er eisini ein av teimum fáu per­sónunum, sum oftari hevur verið inni á bókasavninum enn í SMS. Av øllum bókunum, sum babba hevur skrivað, er tað ein, sum hevur eitt heilt serligt pláss: Dollin. Tað hevur hon av góðum grundum, tí áðrenn babba fór í holt við at granska um Dollan, var Dollin illa nokk ein fótnota í føroyskari søgu – og nú er hann vorðin lyklapersónur í heims­søguni. Søgan um Dollan er ógvuliga áhugaverd í sjálvum sær, men søgan um søguna er minst líka hug­takandi: At sjálvlærdur søgu­ frøðingur úr Gøtu rættar upp á heimssøguna og fær viðurkenning alt frá leikfólki til søgufrøðingar á Cam­bridge University. Arbeiðið við Dollanum er ógvuliga sigandi um babba: Hann er forvitin og treisk­ur sum fáur. Tað er ikki bara sum at siga tað at fáa akademisku verð­ina at broyta eina yvir 100 ára gamla niðurstøðu, men við mið­ vísum kanningararbeiði og skjala­ gransking fekk babba sann­ført fleiri av teimum leiðandi søgu­frøð­ ing­unum innan økið um leik­lut­in hjá Dollanum. Babba hevur nokk Føroya størstu familju – ella hann veit seg í hvussu so er at vera í familju við flestu skyldfólkini aftur til 1712. Tey eru ikki heilt fá. Tað, sum fyri onn­ur vildi verið fremmandafólk, er fyri babba nærmasta familja. Nú tá HM var í fótbólti, spurdi eg til stuttleika, hvørjum babba helt við í kvartfinaluni, Onglandi ella Kroatia. “Tað má vera Ongland, tí har havi eg ein fermenning.” Hóast hatta var sagt eitt sindur í skemti, er tað sigandi fyri babba, tí persónligu sam­bondini hava alt at siga fyri hann. Babba hevur ongantíð verið tann, sum hevur tosað nógv – tað hevur hann mammu til – men hann hevur verið trúfastur sum fáur at vitja á fólk – serliga eldri fólk – og á tann hátt í øllum stillum víst umsorgan fyri sínum næstum. Man sær tað eisini á hansara skriving, har hann hevur fest lívssøgurnar hjá fleiri teirra niður á blað. Síðsta dømið var bókin, sum kom undan síðstu jólum “Tær bygdu land”, har lívið og gerandisdagurin hjá 20 van­ lig­um kvinnum varð lýstur. Babba hevur altíð verið ein heims­borgari – eisini áðrenn tað bleiv so lætt sum í dag. Frá heilt ungum árum av helt og las hann ymsar útlendskar avísir, og brúkti hann nógva tíð upp á at ferðast. Síðani 1950’ini hevur hann havt ymiskar pennavinir, og havi eg saman við honum enn­tá møtt nøkr­um teirra í so ymisk­um lond­ um sum Týsklandi (Eystur­týsk­ landi), Russlandi, Ungarn og Ísrael. Onk­urs­vegna kemur babba altíð í samband við eksotisk fólk, og tað telist ikki á tveimum hondum, hvussu nógv ymisk mál verða tosað inni hjá mammu og babba gjøgnum eitt ár. Mamma er kanska ikki so stinn í enskum, men øll skilja blíð­ skap. Hóast babba hevur verið tann sjón­ligi og almenni persónurin, hevði hann megnað lítið uttan mask­in­meistaran í okkara húsi: mamma. Hon hevur syrgt fyri, at ger­andisdagurin hevur hingið sam­ an: Ruddað, vaskað, gjørt døgurða og alt annað. Tað, eg minnist, hevur babba einans havt tvær húsligar skyldur: Støvsúgva og fara upp við okkum systkjunum, tá vit skuldu í skúla. Annars stóð mamma fyri tí mesta. Hon var tann trygga havnin hjá okkum systkjunum, meðan babba var úti og stríddist í almenna rúm­inum. Enn sum áður er tað líka gott og trygt at koma oman í Gríms Kambansgøtu, har hitin og blíðskapurin ongantíð skorta. Babba er nógv um síni abbabørn, og elskar hann at fara út við teimum – helst yvir á bókasavnið. Tað gongur næstan ikki dagur, har mamma og babba ikki síggja okkurt ommu- og abbabarnið. Mamma, Kirstin f. Nielsen av Eiði, og babba giftust í 1981 og hava fýra børn: Linda (1982), Kári (1983), Óli Jákup (1987) og Tróndur (1991). Ommu- og abbabørnini eru blivin seks í tali, og tað sjeynda er á veg. Babba er ikki sum onnur – og tað eri eg glaður fyri. Meðan tey flestu kenna hann sum almennan per­són, og mong hava fingið gleði av hansara skriving, havi eg fingið tann framíhjárætt og gleði at kenna hann fyrst og fremst sum pápa. Óli Jákup Babba saman við elstu abbadóttrini, Kirstin, og bókini "Tær bygdu land” NØVN