Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96 TRÁ Sleikja og dyrka danatvætl og møsn heimastýrarar bert virka, tá teir pikka sum høsn. Er eingin stoltleiki bert lúta og bukka, einavaldsriddari veiki heldur á sum ævig rukka. Gev okkum styrki at venda undirgangi, lat tað vera okkara virki, at frælsur verður hvør tangi. Kom rætti tjóðarfrændi, vís teg sum ein mann svík ikki móðurlandið, tá tjóðarviljin vann. Halda vit ta røttu kós, byggja vit frælsa tjóð, um landið birtist aftur ljós, fegnast sveinar og føgur fljóð. John Ísheim Eftir at hava drigist við svára sjúku seinastu árini hevur góði beiggi mín, Terje Hentze, nú lagt frá sær og hevur, loystur frá sjúku og nív­ andi pínu, funnið sær endaligan frið og hvíld. Hann andaðist 19. Mars, 73 ára gamal. Terje varð føddur á Tvøroyri, næstyngsti sonur Sonju og Egon Hentze. Tað gjørdist tíðliga greitt, at Terje á mangan hátt var ein kvikur, gávuríkur og skapandi drong­ur. Hansara viðkvæma og kenslu­ríka sinni varð hugtikið av og drigið at vakurleika í náttúruni, tón­leiki, skapandi handverki og list. Hann hevði sera gott mál. Honum dámdi væl at syngja, og blaðungur spældi hann longu fleiri ljóðføri. 14 ára gamal fór hann í læru sum snikkari. Meistari hansara var navn­frami byggimeistarin,Torbjørn Djur­huus, á Tvøroyri. Har treivst Terje væl, lærdi og mentist skjótt og legið sær væl í geyma. Útlærdur arbeiddi hann hjá nevndu byggifyritøku á Tvøroyri eina tíð, til hann boðaði familjuni frá, at hann hevði hug at finna sær arbeiði og aðrar avbjóðingar í Keyp­ manna­havn. Tað var vanligt tá, at ungdómurin í Suðuroynni leitaði sær til Danmarkar í arbeiðis- ella útbúgvingarørindum - serliga til Keyp­mannahavnar leiðina. Har búðu tá stórt tal av vinfólki, kenn­ ing­um og familju hjá okkum, so tað var ikki heilt fremmant. Tað stóð ikki á hjá røskum, dugnaligum hand­verkarum at finna sær gott, lønandi arbeiði í Keypmannahavn, og har stórtreivst Terje eisini. Sum vera man hitti hann har danska gentu, og skjótt rann saman teirra millum. Unga parið gekk saman í hjúnalag, og kundi frøast, tá dóttir teirra, Rebekka, varð borin í heim. Nakað seinni samdust tey um at royna lívið sum ung familja heima í Føroyum. Terje byrjaði sum sjálv­ støð­ugur við egnum byggivirki á Tvør­oyri. Umstøðurnar lagaðu seg soleiðis, at tíðin heima kortini ikki gjørdist so drúgv. Terje tók av góðum tilboði frá danskari fyritøku um arbeiði í Grønlandi og í hesum sambandi valdu tey at búsetast í Odense, har tey bygdu sær hús. Eftir nøkur ár á henda hátt, við bústaði í Danmark og arbeiði í Grøn­landi, slitnaði hjúnarbandið, og Terje fann sær síðani arbeiði í yms­um londum, tó mest í Svøríki og Danmark. Heim- og familjukærur, sum hann var, leitaði hann altíð reglu­liga aftur til Tvøroyrar, sum varð at meta sum hansara fasti bú­ stað­ur. Á Tvøroyri funnu Terje og Margretha skjótt saman. Bæði í búnum aldri. Tey bæði fingu eitt langt, gott og eydnusamt lív sam­an í hugnaliga heiminum á Tvørábakka. Har hugnaðu tey sær sam­an við børnum og barna­børn­ um. Har vitjaði altíð nógv fólk, og blíðskapurin treyt ongantíð. Teim­ um dámdi væl eitt hugnaligt og skemti­ligt prát. Fyri nøkrum árum síðani gjørdu tey av at flyta til Havnar, har tey keyptu sær hús og trivust sera væl í góðum umstøðum, har børn­ini, nú vaks­in, vitjaðu saman við barna­ børn­um . Kortini vitjaðu tey bæði fram­vegis regluliga aftur í heim­ bygd­ini. Men so knappliga varð Terje raktur av sjúku. Álvarsliga sjúkan sló harðliga til og legið sína hóttandi og køvandi hond á tilveruna. Við sjúk­uni gekk bara skeiva vegin. Hóast læknavitjanirnar vóru nógv­ ar, var sjáldan bati at hóma. Hann fekk nógvan og dyggan stuð­ul heima, har Margretha støðugt eggj­ aði, uggaði og hjúklaði um hann, tá sjúk­an herjaði, og tá ringast stóð til, vóru afturstigini tíverri sjónlig. Sjálvt við góðari ráðgeving frá sjúklinga felagnum og fólki í somu støðu, viknaði Terje alsamt, til hann end­aði á Landssjúkrahúsinum, har hann, eftir kanska heldur drúgva tilgongd til eina umfatandi skurð­ við­gerð, andaðist, hin 19. Mars. Saknurin er ómetaliga stórur. Terje var so fjálgur, har hann var. Fjølbroytt arbeiðsumhvørvi í mong ár í útlondum setur tær avbjóð­ing­ ar, men gevur sjálvandi fólki nógvar lívs­royndir. Tað víðkar sjónarringin og lærir teg nógv, at arbeiða tætt saman við ymiskum fólkasløgum, men setur samstundis krøv til bæði fakligan og málsligan førleika eins væl og til socialt medvit. Terje kláraði seg í allar mátar væl, har hann valdi at vinna sær dag­liga breyð sítt. Avbjóðingin kundi vera stór, men arbeiðið var altíð væl úr hondum greitt. Væl­ lýdd­ur var hann, og er­far­ing­ar­nar, úrtøk­una og góð um­mæli bar hann við sær heim­aftur. Saman við mongum føroyingum fekk Terje høvið til at arbeiða í Týsk­landi fyri nøkrum árum síðani. So og so nógvar vikur burturi og síð­ani heima eina tíð. Hetta dámdi honum væl, sum altíð, tá hann lærdi og upplivdi nakað nýtt og for­vitnisligt millum fremmand fólk. Tann skipanin fall honum væl í nýggja umhvørvinum. Mong góð og stuttlig minni vóru haðani. Terje var mest sum tikin úr leiki, kendi seg heima allastaðni og millum flest øll fólk. Slík menn­ iskju eru áhugaverd at tosa við – eitt sovorðið menniskja var Terje. Hann var hittinorðaður og skemt­ ing­arsamur, vertskapsmaður um ein háls, breitt orienteraður sam­ felagsliga, við persónligum, ofta avgjørdum meiningum, sum hann stóð við. Kundi tí eisini vera hvass­ ur og avgjørdur í orðadrátti, men blíðk­aðist skjótt. Altíð klárur við smíl­in­um og humoristisku avrund­ andi setningunum. Var annars vin­ sæl­ur og hjálpsamur maður. Síðani barnaárini hevði Terje fing­ist við at tekna og mála. Tað var tí púra nattúrligt, at hann, nakað áðrenn hann gjørdist sjúk­ ur, tók henda táttin uppaftur. Tað lá eisini væl fyri. Fólk mælti hon­ um til at sýna fram málningar sín­ ar. Hann var ivasamur, men gav seg eftirhondini og játtaði. Verk hans­ara vórðu væl móttikin mill­ um fólk. Hann hevði fleiri stórar fram­sýningar. Hann, sum á hesum øki var sjálvlærdur, autodidaktur, hevði eisini ta sermerktu upp­liv­ ing og gleði, at kendur dansk­ur fyrr­verandi formaður Fólka­tings­ ins leitaði hann upp á Tvøroyri at tryggja sær ein ávísan málning, sum hann hevði serliga gott eygað á. Hetta var nú onki eindømi. Terje hevði frá skaparans hond fingið nógvar góðar gávur. Vit, sum familja, hava nógv at takka fyri. Serliga fyri, at hann var tann, hann var. Men eisini fyri ta hjálp, hann altíð var klárur at veita, tá heitt varð á hann. Hann var ein góður beiggi, ið tú trygt kundi lýta á. Kennist saknurin okkum stórur, er hann størri hjá Margrethu, børn­ um og barnabørnum, sum vóru góð við hann, og sum hann var góður við. Stór mannfjøld fylgdi honum hendan dag, til seinasta hvíldarstað hans­ara her á fold, undir Akurgerði. Bý­urin vísti seg samstundis frá vakr­astu síðu, nú sólin skein og tek­in vóru til spírandi vár og ljósari stundir. Vit drýpa høvur í sorg, men eiga at finna troyst í góðu minnunum um Terja. Í skaptum verkum frá hans­ara hond, góðu ráðunum og mongu hugnaligu samverunum við fjálgum og humoristiskum inni­haldi. Harrin styrki eftirsitandi Margr­ethu, børn og barnabørn. Friður veri við minninum um kæra beiggja mín, Terja. Eigil. Svimjari, Høgni Jøkladal úr fuglafirði, 90 ár 22. August Svimur tú í vátum vatni hvønn ein leygarmorgun fram við flúr og fles í einum ljóslivandi, reinhvítum, glarlittum dammi. Kimligur, fimur, snøggur er Høgnasa mannakroppur á hesum níti ára gamla manni. Høgnakroppur og bylgjubrot spæla sær í hjómhvítum vatni, ið lyftir svimjarar upp um flúrar, bogar, nøv og nes, har hvør fles lesur sína morgunbøn bæði á grunnum , streymriknum, taraleysum og baldrutum , djúpum vatni. Maðurin kemur rennandi Út eftir kantinum á hesum krabbahyli. Lyftir kroppin upp í loft - við einum snøggum , snúðiligum valalopi, sum hvørki er talgilt, ella ritað inn í nakran kropskendan teldusprota ella teldugeyma. Hetta er bara Høgnasa dreymaspæl frá ungum árum av, tá ið hesin snøggi kroppur so lættur og fattur sum ein tundurproppur sparkaði fótbólt á kaini í Fuglafirði – í sínum ungu árum - leyp niður á fendara við bryggjukant, tá ið bólturin var farin á sjógv. Fótbóltsvøllurin var á bryggjuni á Bakkatrom í suður og norð - tók bóltin upp í sínar viðkvæmu hendur so fótbólturin kundi halda á fram. Jú mangt og mikið er komið undan tíni hond sum jarnsmiður, maskimeistari sjómaður og landingar amboðs snillingur. Hjartaliga til lukku við tínum níti árum - snøggi, lívligi svimjari. Harrans lívd og megi veri við tær á hesum føgru lívsins aldubárum á hesum degi. MINNINGARORÐ Minningarorð um Terja Hentze f. 18. mai 1944 - d. 19. mars 2018