Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Burn Showdown 2018 er eitt tiltak, sum av álvara er við at fáa altjóða góðkenning. Longu nú er greitt, at fitness-luttakarar koma frá Dan­mark, Íslandi, Svøríki, Noreg, Finn­landi, Bretlandi, USA, Kuweit, Dubai og Iran. Vinningarnir telja eitt atgongu­ merki til Olympia í Bikini-fitness, og átta atgongumerki til IFBB Pro Qualifi­er. -Eg tori at siga, uttan at taka munnin ov fullan, at hetta er nógv tað størsta frambrotið inn­an fit­ ness ítróttin í Føroyum nakran­ tíð. Vit kappast beinleiðis við heimsmarknaðin við hesari góð­ kenningini vit hava fingið, sigur Jákup Súni Berg, høvðusfyriskipari av Burn Showdown tiltakinum. IFBB Pro Qualifier Burn Showdown hevur fingið átta so­kallaði ”Pro Cards”. -Pro Qualifier liggur eitt sindur í orðinum sjálvum. Vit hava átta bólk­ar, har kappast verður um at vinna eitt ”Pro Card”. Í alt eru átta ”Pro Cards” at vinna. Tað merkir, at hesir íðkarir verða professionellir íðkarir. Tí er hetta ein stór drívmegi hjá útlenskum íðkarum, at koma til Føroya at kappast, sigur Jákup Súni Berg. Hann leggur afturat, at til­meld­ ingar eru longu komar úr londum sum Danmark, Íslandi, Svøríki, Noreg, Finnlandi, Bretlandi, USA, Kuweit, Dubai og Iran. Hjá kvinnum verður kappast í Womens Fitness, Bikini, Figure, Womens Physique og Womens Body­building. Hjá monnum verður kappast í Men´s Physique, Classic Physique og Bodybuilding. IFBB Olympia Qualifier Í Olympia Qualifier er ein bólkur. Tað er í Bikini-flokkinum, sum er hjá kvinnum. Her hava longu fimm kvinnur meldað til, sum allar hava eitt Pro Card. -Vit vóna og vænta, at umleið 10 til 12 professionellar kvnnur at standa á senuni til Burn Showdown í novembur, sigur Jákup Súni Berg. Vinningurin er eitt atgongu­ merki til Olympia-pallin, sum inn­ an fitness verður roknað sum tað besta av tí besta, heldur fyri­skipar­ in fyri. -Um vit taka fótbóltin sum dømi, so er hetta tann størsta HM- kappingin sum er. Hetta er tann kappingin, sum øll vilj vinna. Hesin felagskapurin telur 85 prosent av fitnessheiminum. So tann sum vinnur seg til Olympia, kemur til HM at kappast í størstu kappingini innan fitness í heiminum. Flest íðkarar og tí harðasta kappingin, heldur Jákup Súni Berg fyri. Størri enn seinast Burn Showdown verður meiri um­ fatandi í ár. Tiltakið var á fyrsta sinni í fjør. Væntandi verða fleiri kapp­ingarar og fleiri luttakarar til tiltakið hesaferð. Hartil kmeur tað væl við, at Høllin á Hálsi nú er útbygd. Tað merkir, at verður lættari at avgreiða kappingarnar, tí pall­arnir ikki skulu skiftast hvørja ferð. Burn Showdown 2018 verður 16. og 17. novembur í høllini á Hálsi. trondur@sosialurin.fo. Jákup Súni Berg: BURN SHOWDOWN FÆR ALTJÓÐA GÓÐKENNING - Eg tori at siga, at hetta er nógv tað størsta frambrotið inn fitness ítróttin í Føroyum nakrantíð, sigur Jákup Súni Berg, sum stendur á odda fyri Burn Showdown tiltakinum, sum verðu aftur í ár Mixed Martial Arts verður ein partur av tiltakinum, Burn Showdown 2018. Annað árið á rað verður Burn Show­down, sum er eitt tiltak fyri fleiri ítróttar­greinar og vakur­leika­ kapp­ingar. Talan verður um eitt enn størri tiltak í ár, har Mixed Martial Arts, eisini nevnt MMA, verður ein partur av tiltakinum. -Vit hava gjørt samstarv við MMA Galla úr Danmark, um at verða ein partur av Burn Show­ down 2018. Tað hava tey játtað og fara at finna okkum "kemparar" úr Danmark, Norra, Svøríki og Bretlandi, sigur Jákup Súni Berg, sum er høvðusfyriskipari av tiltakinum. Talan verður um átta dystir. Seks amatørdystir og tveir so­ kallaðir ”pro” dystir, sum eru full­tíðar kemparar. Her verður lagt afturat, at mangan er amatør­dystirnir spennandi og hend­ingaríkir, tí talan er um kempar­ar, ið vilja vísa seg fram á stóra pallinum – ella ”The Cage”, sum tað verður rópt í MMA saman­hangi. Hetta er aðru ferð, at MMA verður í Føroyum. Hesa ferð sum ein partur av Burn Show­ down vikuskiftinum 16. og 17. nov­em­bur í høllini á Hálsi. MMA dystir­nir verða fríggjakvøldið 16. no­vem­bur. trondur@sosialurin.fo MMA partur av Burn Showdown FITNESS