týsdagur 21. august 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
U19-landslið úttikið:
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
Jógvan Martin Olsen, U19-lands
liðsvenjari, hevur úttikið føroyska
hópin, sum frá 5. til 10. september
fer at taka lut í Federations Cup í
Riga í Lettlandi. Mótstøðulondini
verða Lettland, Ukraina og Make
dónia.
Talan er um sama árgangin,
sum var til EM-endaspælið fyri
U17-landslið í fjør. Fleiri av spælar
unum ganga eisini aftur á lands
liðsúttøkuni
hesaferð.
Millum
annað Hanus Sørensen úr FC
Midtjyllandi í Danmark, Magnus
Holm Jacobsen, sum nú hevur
sáttmála í portugisiska Pacos de
Ferreira og Andrias Edmundsson,
sum spælir í enska Sunderland.
13 frá EM-endaspælinum
Fyri eitt sindur meiri enn einum ári
síðani, vann føroyska U17-landsliðið
seg víðari til EM-endaspælið. Liðið
kom víðari úr bæði innleiðandi
bólkinum og Elite Round, sum er
seinni undankappingarbólkurin.
Hesin árgangurin hevur sett
síni spor í føroyskan fótbólt.
Millum teir 18, sum eru úttiknir
til U19-landsliðið hesa ferð, eru
13 frá EM-endaspælinum. Teir
eru málverjarnir Bjarti V. Mørk
og Bárður á Reynatrøð. Hartil
spælarar sum Stefan Radosavlje
vic, Sølvi Sigvardsen, Sjúrður Pauli
Nielsen, Magnus Holm Jacobsen,
Dann Fróðason, Steffan Løkin,
Filip í Liða, Andrias Edmundsson,
Símun Sólheim og Hanus Søren
sen. Her kann eisini nevnast Lukas
Grenaa Giessing, sum var skaddur
til EM-endaspælið, men átti lut í
undankappingunum.
Tað er sjálvandi vandamikið, at
væntað ov góð úrslit av einum før
oyskum undgómslandsliði, men
tað mann helst hava verið sjáldan,
at eitt føroyskt U19-landslið hevur
havt seks útisetar. Hartil spælara
fleiri av heimligu spælarunum
á bestu liðunum í bestu deildini.
Eitt nú Stefan Radosavljevic hjá
Suðringum, Dann Fróðason hjá 07
Vestur, meðan Filip í Liða og Bartal
S. Petersem hjá AB, og Óli Eyð
steinsson Poulsen hjá KÍ fáa javnan
møguleikar í bestu deildini.
Tað er ongin ivi um, at hetta er
eitt tað mest spennandi U19-lands
liðið, sum Føroyar hava havt, men
tað er eisini vandamikið at vænta
ov nógv av úrslitinum. Hinvegin, so
kunnu vit nokk staðfesta, at hetta
er ein spennandi hópur við fleiri
spælarum, sum í løtuni tykjast
hava góðar framtíðarmøguleikar.
trondur@sosialurin.fo
Seks útisetar
á spennandi
føroyskum
landsliði
Teir umboða feløg sum Sunderland í Onglandi, Pacos de Ferreira úr Portugal og FC Midtjyllandi úr Danmark
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Stefan Radosavljevic, TB/FCS/Royn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Sølvi Sigvardsen, NSÍ
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ
Jonn Johannesen, KÍ
Magnus Holm Jacobsen, FCPF (Portugal)
Dann Fróðason, 07 Vestur
Steffan Løkin, NSÍ
Filip í Liða, AB
Bartal S. Petersen, AB
Andrias Edmundsson, Sunderland FC (Ongland)
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (Danmark)
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Símun Sólheim, HB
Elias El Moustage, Thisted FC (Danmark)
Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (Danmark)
Føroyar – Ukraina (6. september)
Lettland – Føroyar (8. september)
Makedónia – Føroyar (10. september)
Hópurin:
Skráin:
Í Vikuskiftissosialinum, sum kemur
á gøturnar hókvøldið, verður stór
upptakt til steypafinaluna í fótbólti
hjá monnum, har HB og B36 møtast
fyri fyrstu ferð síðani 1991. Talan
verður um eitt steypablað upp á 12
síður, har stór og øðrvísi upptakt
verður til steypafinaluna.
Millum
annað
fara
vit
at
endurskapa tiltiknu myndina á
leikskránni hjá Fótbóltssambandi
num í 1991, har Tummas Eli Hansen,
liðskipari hjá B36, og Kaj Leo H.
Johannesen, liðskipari hjá HB,
taka sjómanstak. Hesa ferð fáa teir
vitjan av Odmari Færø og Jógvan
Róa Davidsen, sum eru liðskiparar
hjá ávikavist B36 og HB í dag.
Tummas Eli Hansen og Kaj Leo
H. Johannesen fara eisini at fortelja
hvat teir minnast frá finaluni í 1991,
meðan Odmar Færø og Jógvan Rói
Davidsen fara at fortelja hvussu
teir hava tað, nú teir skulu dystast
um løgmanssteypið.
B36 og HB á sama
arbeiðsplássi
Eisini verður ein samrøða við fysio
terapeutarnar Beintu B. Laursen og
Jóan Magnus Dalbø. Tey arbeiða
saman hjá Havnar Fysioterapi, men
skulu leygarkvøldið dystast um
løgmanssteypið. Beinta Laursen er
fysioterapeut hjá B36, meðan Jóan
Magnus Dalbø er fysioterapeut hjá
HB.
trondur@sosialurin.fo
Tummas Eli
Hansen og
Kaj Leo H.
Johannesen vísa
fram leikskránna
frá 1991, tá teir
sum liðskiparar
tóku sjómanstak
Mynd: Álvur Haraldsen
Í komandi blaði: STÓRT SERBLAÐ UM
STEYPAFINALUNA
FRÁ 1991 TIL 2018