týsdagur 21. august 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. august 2018 · Nr. 96
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
WÜRTH SØKIR EFTIR FRAMSØKNUM SØLULEIÐARA
VIÐ ÁBYRGD FYRI FØROYUM OG GRØNLANDI
Würth hevur í 20 ár verið ein
týdningarmikil samstarvsfelagi fyri
okkara væl nøgdu kundar í Føroyum
og í Grønlandi. Framvegis eru
óroyndir møguleikar fyri sølu av
kvalitetsproduktunum hjá Würth og okkara
einastandandi konseptum á marknaðinum.
Tí søkja vit nú eftir einum fakliga sterkum
og framsøknum søluleiðara til at stýra
positivu menningini hjá fyritøkuni.
Tú fært ábyrgdina av teimum 5
sølufólkunum í økinum fyri at tryggja
okkara vaktstrarætlanir. Sum søluleiðari
skalt tú eydnast gjøgnum tíni sølufólk, og
tað krevur at tú ert serstakliga dugnaligur
søluleiðari, og at tú gongur undan og vísir
tínum sølufólkum vegin fram móti málinum.
Vit vænta, at tú ert í stand til at skapa bæði
stutt- og langskygd úrslit í eini organisatión,
har tað dagliga er uppfylging av
sølutølunum. Tað er uppgávan hjá tínum
sølufólkum saman við tær at tryggja,
at Würth skapar virði í fyritøkuni hjá
kundanum. Tí krevst av tær, at tú finnur
loysnir og hevur skil fyri sølu.
Dugnaligari tíni sølufólk eru, tess
størri succes fært tú!
Tíni evni til at motivera og menna tíni
sølufólk eru avgerandi fyri um tú eydnast
í starvinum. Kundavitjanir og samtalur
er ein týðandi partur av menningini
av sølufólkunum. Samstundis er tað tín
uppgáva at skapa rúm fyri vitan og
royndum í økinum. Tú gevur frágreiðing
til sølustjóran og verður ein partur av
økisleiðaratoyminum hjá Würth Danmark.
Søluleiðari við skil fyri handli,
hevur slagskraft og empati
Sum royndur søluleiðari veist tú at
planlegging, fyrireiking og uppfylging
hevur stóran týdning fyri at fáa góð úrslit.
Tí er tað avgerandi, at tú kanst venja tíni
sølufólk og hevur stýr á tínum søluteknikki.
Ein nátúrligur partur av tínum arbeiði er, at
tú kanst analysera lyklatøl bæði í mun til
kundar, sølufólk og økir.
Sjálvur verður tú við til at gera avtalur við
størri kundar. Tí er tað av stórum týdningi
at tú hevur góð samráðingarevni. Sum
persónur ert tú positivur av lyndi og hevur
slagskraft. Tú sært møguleikar og evni at
halda upp á motivatiónina hjá tær sjálvum
og tínum sølufólki – eisini í tíðum við
mótvindi. Tú skalt seta teg inn í støðuna hjá
sølufólkunum og venja tey - við utgangstøði
í hvar tann einkulti er staddur.
Umframt Føroyar hevur tú ábyrgdina av
Grønlandi, har vit vænta at tú javnan vitjar.
Tú ert ein rutineraður brúkari av MS Office.
Tú skalt vera búsitandi í Føroyum eins og tú
tosar og skrivar føroyskt.
Spennandi arbeiði í fyritøku við
denti á uppsøkjandi sølu
Tú fært nógv um at vera og ein avbjóðandi
gerandisdag við góðum møguleikum
fyri persónligari og fakligari menning í
eini fyritøku í vøkstri. Tú fært fasta løn við
provisiónsskipan, pensión, heilsutrygging
og bil. Harafturat hevur Würth Danmark
eitt professionelt bakland, sum tryggjar, at
tú kanst fokusera upp á leiðslu og sølu.
Tað er okkara visión at vera best til at veita
tænastur til okkara kundar. Um tú ynskir
at vera við til tað, so síggja vit fram til at
hoyra frá tær!
Hevur tú spurningar til hetta spennandi
arbeiði, ert tú vælkomin til at seta teg í
samband við sølustjóran Peter Dolmer á
telefon +45 40427850 ella HR Business
Partner Jakob Larsson á telefon +45
21997068.
Vit ynskja at móttaka tína umsókn
elektroniskt via okkara starvsportal https://
wuerth.easycruit.com/
Umsóknarfreistin er 22. september 2018.
Søluleiðari
GERST
INNSAVNARI.
Landsinnsavningin hjá
Reyða Krossi Føroya
verður leygardagin
8. september. Tekna
teg sum innsavnara á
redcross.fo ella ring á
tlf. 283630.
Hjálp okkum at hjálpa!
STARVSMARKNAÐUR