Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin – Vit eru mest av øllum takksom. Hans Mar­i­us í Byrgi, stjóri í Sjógæti, fekk ikki fjalt gleð­ina, tá Dagur og Vika herfyri spurdi hann um tey 1.440 tonsini av sild og makreli, sum fyritøkan við Norðskála fekk í menn­ing­ar­ kvotu. Ikki løgið, tí fyritøkan hevur fingið rætt­indi til tilfeingi sum er vert millum eina og tvær milliónir krónur. Úr Suðuroy er annar tóni. Á Varðinum Pel­agic, har tey hava gjørt stórar íløgur, sum kunnu bjarga økinum – og ganga vit strangt eft­ir kunngerðini um menningarkvotur, so tyk­ist sum um surimi-framleiðslan uppfyllir treyt­ir­nar at fáa menningarkvotur. Um tað ikki var ætlanin, so skuldi tað verið sett sum treyt. Sum stjórin í Varðanum Pelagic, vísir á, so eru eisini smærri partaeigarar í Varð­ a­num Pelagic, men onki er at ivast í, at Varð­in er tann størsti. Hvussu lagið er í Gøtu, er óvist, men í JFK eru tey hart í­móti menn­ing­ar­kvot­unum, og tað tykist sum øll verandi upp­sjóv­ar­reið­arí halda tað vera órættvíst, at teir ikki skulu fáa. JFK samtakið fekk tó kort­ini eitt sløð av menningarkvotu, og tað er kanska orsøkin til, at vit ikki hoyra um, at tann parturin av flotanum eisini verður seld­ur av landinum í næstum. Men tá Hans Marius í Byrgi er ovur­ honds takk­samur fyri einar átta milliónir í veið­u­rættindum, hví kunnu teir stóru ikki vera takksamir fyri tað, sum teir hava fing­ ið? Tá 8,5% av samlaðu føroysku kvotuni av svart­kjafti, sild og makreli hava eitt virði á 66 mió kr, so liggur samlaða virðið á hes­um kvotum um 775 mió kr. Av hesum hava reið­ a­rí­ini í Gøtu, Fuglafirði og Klaksvík fing­ið um 85% komandi átta árini. Tað vil siga um­leið 680 mió kr um árið ella næstan 5,3 mia kr tilsamans komandi átta árini, sum sjálvsagt kann enda við at gerast hægri ella lægri. Men kortini eru 680 milliónir, sjálvt um tað skal býtast millum tey 4 stóru upp­ sjóv­ar­reiðaríini, altso munandi meira enn tær 2 mil­liónirnar, sum Hans Marius í Byrgi er so ser­stakliga takksamur fyri. Tað skal sjálvandi takast við, at tey fýra stóru reiðaríini hava gjørt eitt megn­ar­ar­ beiði millum annað í arbeiðinum at skaffa Føroyum kvotur. Men eitt sindur av takk­ semi hevði kortini sømt seg. Og tá verð­u­r ikki eingong hugsað um allar tær mill­i­ard­ irnar í veiðurættindum, sum hesi reiðaríini hava móttikið fyri eitt gjald, ið hevur verið mill­um lítið og onki, líka síðan hesi reiðaríini blivu til. Í gjár kom eitt heldur sjáldsamt tekstasavn út. Tað er Høgni Mohr, rithøvundur, tíð­inda­mað­ur og atfinnari, ið hevur savnað 16 tekstir um líkt og ó­líkt í bók. Astrid Andreasen hevur hegnisliga mynd­prýtt savnið. Sjálv bókin er væl úr hondum greidd og minn­ir eina mest um eina átrúnaðarliga lestr­ar­ bók, og helst er tað tilvitað. Ímillum permurnar er eitt satt fýrverk av teksti og tankum. Bergsøgin, á ytstu egg til tað fúla, ferðast hann húsvandur, við sínum fan­tast­ isk­a frásøgukynstri. Fólk og hendingar, ið vit øll kenna aftur, verða úr­latin og sett í perspektiv á ein hátt, so lesarin næst­an tivar av møði, tá lættlisni teksturin er av. Bókin er eitt must fyri facebook-brúk­ar­ ar, tí tekstirnir eru so fastir og sam­an­sjó­að­ir, at fleiri helst kunnu læra av skriv­i­kynstr­ i­num. Tey stóru meira at vera takksom fyri Slepp tær til heiti fani NÝGGJ BÓK Les eisini blaðið á telefonini 10 bilar í Havn gera býin ótryggan Siðsøga síða 28-29 Kongalig vitjan síða 10 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Nú er kringvarpsstýrið til reiðar at seta nýggja stjóran fyri Kringvarp Føroy Síðani Johnny í Grótinum fór úr stjóra­ starvi­num 14. juni, hevur Kári Sólstein røkt stjórasessin í Kringvarpinum fyribils. Men nú hevur Kringvarpið lýst starvið sum stjóri leyst. Stjórin hevur dagligu pro­ gramm­á­byrgd­ina og røkir fyrisitingarligu og bú­skap­arligu leiðsluna av Kringvarpi Før­oya, sum er skipað eftir løg­ tingslóg nr. 61 um kringvarp frá 16. mai 2006 við seinni broyt­ing­um. – Sum stjóri ert tú álitisvekjandi, setir trú­ virði í hásæti og er tann, ið myndar stovnin al­ment. Tú hevur viðkomandi leiðsluroyndir, við­koman­di miðallanga ella langa útbúgving og fyrim­unur, um tú hevur miðlaroyndir. Tú eggjar til eldhuga, ert savnandi, megnar at fylgja settum málum og halda kósina. Tú hevur innlit í føroyska mentan, samfelags­ viður­skifti, greiða fatan av public service upp­ gávum Kringvarpsins og tryggjar eitt fakliga høgt støði á stovninum. Tú hevur grund­ leggjandi fatan av fyrisitingarliga og fíggj­ arliga rakstrinum av einum stovni, skrivar Kring­varpið í starvslýsingini. Freistin at søkja starvið er 21. september á midnátt. Nú søkir Kringvarp Føroya eftir nýggjum stjóra Kári Sólstein hevur verið virkandi kringvarpsstjóri, síðani Johnny í Grótinu fór frá 14. juni 24. AUGUST 2018