Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018 SOSIALURIN 97 3 ENDURLÝSING EFTIR SÝNSFÓLKI UPPGÁVAN Uppgávan snýr seg um regluligt sýn av ak før um og umsýn av akførum, sum ikki verða góðkend við fyrsta sýn. Starvsøkið fevnir um øll eftirlits - støð stovnsins, og høvuðsarbeiðsstaðið verður í Saltangará. Tað eru 6 sýns fólk í starvi á deildini. FØRLEIKAKRØV Vit hugsa okkum, at tú hevur bilmekanikara- útbúgving og hollar royndir á økinum. Dentur verður lagdur á, at tú hevur góð samstarvsevnir og ert fyrikomandi, men kortini kann fremja sýnsarbeiðið á ein myndugan hátt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving sum stórvognsmekanikari, hevur teldukunnleika og koyrikort til lastbil/buss og stóran viðfestivogn. SETANARTREYTIR Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir Samferðslumálaráðið við tilhoyr - andi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. UMSÓKNIR Umsóknir við avritum av møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til: Akstovan Hoyvíksvegur 57 Postsmoga 3206 FO 110 Tórshavn ella til akstovan@akstovan.fo Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. Sept. 2018. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Búgva Apol, deildarleiðara, á tlf. 35 04 28. Akstovan søkir eftir sýnsfólki at byrja skjótast gjørligt. Akstovan er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfarssýn, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting, skrásetingargjald og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn hevur Akstovan sýnsdeildir um landið. Á Akstovuni starvast 23 fólk. KVÍVÍKAR KOMMUNA www.kvivik.fo Kunngerð Frá Kvívíkar kommunu Um broyting av byggisamtykt v.m. Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um byggisamtykt og bygdaplan hevur bygdaráðið í Kvívíkar kommunu á fundi 16.04.2018 samtykt at broyta/dagføra almen- nu byggisamtyktina. Galdandi kortskjøl verða ikki broytt í mun til tillagingarnar, ið verða gjørdar og eru tískil framvegis galdandi. Almenna byggisamtyktin og broytingarnar síg- gjast í kommunuskrivstovuni og á heimasíðu- ni www.kvivik.fo til almenna eftirskoðan í tíðarskeiðinum frá 23.08.2017 til 18.09.2017. Mótmæli og broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til kvivik@kvivik.fo og verða kommu- nuni í hendi seinast 6 vikur eftir kunngerðar- degnum. Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum Tummas Jákup Høj, sjálvstøðugt vinnurekandi, Strendur “Miðflokkurin byggir sín politikk á kristnu lívsvirðini. Við kristnu lívsáskoðanini sum grundarlagi virkar Miðflokkurin fyri, at familjan sjálv kann velja fíggjarligu karmarnar um gerandisdagin. Miðflokkurin ynskir, at almennar veitingar skulu fylgja brúkaranum, og at brúkarin sjálvur sleppur at ráða yvir veitingini. Hetta er galdandi fyri kostnaðin av skúlagongd, har tað skal bera til at lata skúlagjaldið fylgja barninum í privatskúlan. Hetta er eisini galdandi fyri barnaansingargjaldið, har tað skal bera til at lata gjaldið fylgja barninum. Sum vinnulívsmaður haldi eg, at Miðflokkurin í sínum politikki hevur eina sunna javnvág millum vinnulig áhugamál, arbeiðsmarknað, familjulív, skatt og avgjøld. Miðflokkurin heldur, at vinnan skal sleppa at vinna pengar og arbeiða við teimum, uttan at tað almenna í heilum skal leggja nýggj gjøld á vinnuna. Tað er vinningurin, sum ger tað møguligt at vaksa og gera íløgur fyri at tryggja varandi vøkstur. Um tað almenna brandskattar vinnuna, eins og tað nú verður gjørt, verða arbeiðpláss flutt úr privata geiranum yvir í almenna geiran. Úrslitið er, at almennar útreiðslur vaksa skjótari enn inntøkurnar frá privata vinnulívinum – og tá er vandi á ferð.” Glasir er nú veruleiki Miðflokkurin fegnast saman við føroyskum ungdómi um, at størsta almenna byggiverkætlanin nú er komin á mál. Glasir er ein prýðilig íløga í útbúgving til okkara ungdóm. Uppskotið um bygging av Skúladepli við Marknagil, tingmál nr. 176, varð upprunaliga lagt á tingborð 25. mars 2008. Sum formaður í mentanarnevnd Løgtingsins legði Bill Justinussen stóra orku í at finna breiða semju í Løgtinginum um uppskotið. Tá málið varð endaliga samtykt, vóru tað 28 tingfólk úr øllum flokkum, sum tóku undir við ætlanini. Breiða semjan hevur verið týðandi fortreyt fyri, at Glasir øll árini hevur havt dygga politiska undirtøku á Løgtingi. Miðflokkurin hevur ein greiðan ungdómspolitikk. Ungdómurin hevur rætt til góða útbúgving. Eitt útbúgvið fólk er fyrsta fortreytin fyri framhaldandi búskaparmenning og rættartrygd. Við Glasiri hava vit tryggjað ungdóminum góðar útbúgvingarkarmar mong ár fram í tíðina. Hvussu dýrt er Glasir? Um Glasir kostar 600 mió. og stendur í 30 ár, er árligi løgukostnaðurin 20 mió. kr. Er tað dýrt? Miðflokkurin ynskir Føroya fagra ungdómi tillukku við Glasir! www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN Vangamynd DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á