hósdagur 23. august 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018
SOSIALURIN 97
4
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
U
ppskotið inniber, at hin
tvørkyndi kann fáa nýtt
p-tal, ið samsvarar við
kynsliga samleikan hjá
viðkomandi. Haraftrat skal vera
møguligt at broyta navn samsvar
andi kynsliga samleikanum. Tað
sama er galdandi fyri koyrikort,
pass og onnur samleikaprógv.
Sum uppskotið ljóðar, so er
kravið, at mann skal vera 18 ár fyri
at løgfrøðiliga skifta kyn. Tá um
sókn er latin avvarandi myndug
leika, so skal mann eftir seks mán
aðir vátta einaferð aftrat. Fyrsta
viðgerðin verður næsta fríggjadag,
31. august.
Ikki óvæntað eru Sonja Jógv
ansdóttir, uppskotstillari, og Jógv
an á Lakjuni, tingmaður, ósamd um
hetta málið. Her á síðuni kanst tú
lesa hvat tey bæði halda um løg
frøðiliga kynsbroyting. Vit hava
eisini hitt tríggjar tvørkyndar per
sónar, sum siga sína hugsan um
hetta málið og vit hava tosað við at
kalla øll tingfólk fyri at finna fram
til, um uppskotið hevur undirtøku
ella ikki. Sí úrslitið aðrastaðni á
komandi síðunum. .
Ber vónandi á mál fyrstu ferð
Sonja Jógvansdóttir vónar eina
gevandi viðgerð, sum endar við, at
uppskotið fær greiðan meiriluta.
- Eg hopi, at tað verður ein góð,
gevandi, upplýsandi og saklig
viðgerð. Eg hopi eisini, at tingfólk
tá eru so mikið sannførd, tá málið
hevur verið í nevnd, at hetta fer
ígjøgnum við einum greiðum
meiriluta, eins og hjúnabandslógin
t.d. gjørdi tað.
Hon veit ikki, hvønn veg tað
ber, og vísir á, at 266b og hjúna
bandslógin bæði skuldu fyri tingið
tríggjar ferðir, áðrenn tað varð
samtykt.
- Eg vóni, at hetta kann bera á
mál fyrstu ferð.
Føroyar eiga at rúma
tvørkyndum
- Tað eru fólk í Føroyum, sum eru
tvørkynd, og teimum eiga vit at
kunna rúma. Løgfrøðiligt kyns
skifti kann vera eitt fet á leiðini til at
viðurkenna tey, og tað er ófatuliga
týdningarmikið fyri eitt menniskja
at vera viðurkendur, sum tey eru,
sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon vísir á, at í Danmark hava
um 700 fólk broytt kyn løgfrøðiliga,
síðan lógin kom í gildi í 2014. Í Før
oyum eru tað nógv, sum liva sum
eitt kyn, men eru skrásett sum
øvugta kynið.
- Mann hevur nakrar lógir, sum
treingjast til at dagførast, so tær
kunnu rúma einum broyttum
veruleika. Hetta uppskotið er ein
dagføring av eini lóg, sum myndar
ein broyttan veruleika í Føroyum
í dag.
- Tað er pínufult at liva sum ein
kvinna og síggja út sum ein kvinna,
men so á pappírinum ert tú ein
maður. Tað skapar nógvar óhepn
ar støður í tilveruni.
Tingfólk hava góða
tíð at hugsa
Fleiri tingfólk hava gjørt vart við,
at uppskotið er komið knappliga
og uttan fyrivarni, soleiðis at tað
hjá teimum er ringt at hava eina
greiða støðu til málið beint nú.
Uttanflokkatingkvinnan sær ikki
tann stóra trupulleikan við, at tað
er komið nú, tí uppskotið er greitt,
og tingfólk fáa góða tíð at umhugsa
sína støðu.
- Eg gangi út frá, at uppskotið
fer at taka nógvar mánaðir at við
gera. So tey fáa ríkiliga tíð at fyrst
at viðgera tað einaferð, og at seta
seg inn í tingini. Hetta er heldur
ikki ein serliga torskild lógarbroyt
ing.
Har er heldur ikki nógv eftir av
hesum valskeiðnum.
- Tað er eitt ár eftir, áðrenn tað
verður val aftur. So skalt tú gera
nakað, so má tað vera nú, sigur
Sonja Jógvansdóttir, sum hevur
brúkt summarið uppá at fyrireika
hetta uppskotið.
Um tað ikki fer ígjøgnum, so er
hol í øllum førum sett á kjakið um
umstøðurnar hjá føroyskum tvør
kynum.
- Tað er í øllum førum neyðugt,
at vit byrja hetta kjakið í Føroyum,
sigur Sonja Jógvansdóttir.
Átrúnaðarlig
argument eru fjas
- Eg hopi ikki, at hetta fer at blíva
ein átrúðnaðarlig skiljilinja, men at
mann heldur fer at tosa um málið í
sær sjálvum, sigur Sonja Jógvans
dóttir.
Mótargument uppá eitt lógar
uppskot sum hetta taka typiskt
støði í átrúnaðarligum hugsjónum.
Fleiri mótstandarar vilja vera við,
at mann ikki skal ella kann broyta
uppá skapanarverkið, men hesum
er Sonja Jógvansdóttir ikki samd í.
- Mann broytir jú uppá skapan
arverkið hvønn tann einasta dag.
Í heilsuverkinum ger mann t.d.
skurðviðgerðir og inntriv uppá
allar møguligar mátar. So hatta
argumentið er nakað fjas, og tað
heldur ikki, sigur hon
- Løgtingsfólk siga sína
hugsan um uppskotið, sum
týsdagin varð lagt fram
um at gera tað løgfrøðiliga
gjørligt hjá tvørkyndum í
Føroyum at skifta kyn.
Sonja Jógvansdóttir:
SKULU T
BROYTA KYN LØG
LØGFRØÐILIGT KYNSSKIFTI
TVØRKYND