Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018 SOSIALURIN 97 5 Man heldur næstan man droymir - Uppá ein máta má mann ofta klípa seg í armin og spyrja seg sjálv­ an um mann droymir, tá sovorðni upp­skot koma. Jógvan á Lakjuni heldur, at upp­ skotið um løgfrøðiligt kyns­skifti er burturvið, og hann stúrir fyri, hvørjar avleiðingar ein slík broyt­ ing kann bera við sær. Hann mein­ ar, at hetta stendur í andsøgn við lív­frøð­ina og tey kristni virðini. - Eg síggi hetta sum eitt álop á sivilisa­tiónina hjá okkum og á tey kristnu virðini. Vit eru skapt sum mað­ur og kona, og tað eru bara tvey kyn til lívfrøðiligt, fysiskt og genet­iskt, sigur hann. Ov lætt bara at senda eina umsókn Fólkafloksmaðurin er ímóti, at mann sjálvur kann gera av, hvat kyn mann vil vera. Hann heldur, at tað eftir verandi uppskoti verður alt ov lætt og ómakaleyst at broyta sítt kyn. - Tað er fulkomiliga burturvið, at mann sjálvur kann gera av, um mann skal skifta kyn bara við at senda eina umsókn inn. Hann heldur ikki, at ein undir­ skrift kann broyta nakað hjá ein­ um persóni. - Um eg sigi, at eg eri ein hundur, eri eg so ein hundur? Um eg eri 1,70 m høgur, so kann eg ikki bara siga, at eg eri 1,80 m. Fyri meg er hatta akkurát tað sama, sigur Jógvan á Lakjuni. Setir fleiri spurningar enn svar Jógvan á Lakjuni dugir ikki at ímynda sær, hvussu løgfrøðiligt kyns­skifti skal fungera í praksis. Um hetta verður gjørligt, so vera tað so øgiliga nógv onnur ting, sum tað verður ringt at hava eftirlit við. - Um eg nú sigi, at eg nú eri ein kona, kann eg so spæla við einum konu­fólkaliði í fótbólti? Kann eg vinna OL medalju í kvinnuítrótti? Kann eg brúka brúsurnar og vesi hjá konufólki? spyr fyrrverandi løg­tings­formaðurin. Víðari spyr hann, hvussu mann skal fyrihalda seg til veruleikan, um ein tvørkyndur maður fær barn við einum øðrum manni. - So er tað ein maður, sum fær eitt barn – men hann er í veru­ leik­anum ein kona, sigur hann, og vís­ir á, at hetta eisini verður ein størri avbjóðing hjá kirkjuni, tá tað kemur til vígslu. - Skulu vit innrætta samfelagið eftir teimum fáu tvørkyndu og ávirka øll onnur til at halda, at hetta er normalt? spyr Jógvan á Lakj­uni, og leggur dent á, at hann ikki vil niðurgera nakran uppá nakr­an máta. Stórar sosialar avleiðingar fylgja við Hann heldur ikki, at uppskotið hev­ur tikið atlit til avleiðingarnar, og meinar, at lógin lættliga kann blíva misnýt. - Í uppskotinum stendur einki skrivað um nakrar avleiðingar og møgu­ligar vansar av lógini. Har er einki í lógini sum forðar fyri mis­ nýtslu. Uppskotið kann fáa stórar sosial­ar avleiðingar. Hann meinar, at mann bara fok­us­erar uppá tey einstaku tvør­ kyndu, uttan at hugsa um ávirk­an­ ina á tað komandi ættar­liðið. - Hvat hendir við einum barni, sum hevur eina mammu, sum er ein maður. Og ein pápa sum eisini er ein maður? Hetta kann fáa øgi­ liga stórar sosialar avleiðingar, sig­ ur Jógvan á Lakjuni. Ein skeiv leið eins og við hjúnabandslógini Jógvan á Lakjuni samanberir hetta uppskotið við hjúnabandslógina, sum hann arbeiddi hart ímóti fyri tveimum árum síðani. Hann legði tá stóran dent á, at vit í Føroyum vóru á veg at fara burtur frá teimum gomlu virðunum, sum for­fedrar okkara hava bygt og trúð uppá. - Hjúnabandslógin er ein ólukka fyri Føroyar, og hetta uppskotið er ein avleiðing av tí. Eitt hjúnaband hevur altíð verið millum mann og konu, men nú fer mann víðari til, at mann kann skifta kyn. Tað eigur ikki at bera til. Eg haldi, at vit eru á púra skeivari leið í Føroyum við sovorðnum lógum. Hann kallar hesa leiðina fyri eina leið móti einum kynsleysum Før­oyum. Hendan gongdin fær mótstøðufólk av slíkum upp­skot­ um at síggja út sum órein. - Eg stúri fyri tí ávirkan, sum hetta kynsleysa samfelagið fær. Tey, sum halda fast við tey gomlu virð­ini koma at standa fyri skotum. Tað er alvorligt – tá fær mann eitt totalit­erssamfelag. Mann vil hava kynið burtur, og tað er hesum, eg havi ávarað ímóti. Løgtingslimir: 12 nei, 14 blonk, 3 ja Sosialurin hevur verið í samband við 29 tingfólk, og sett teimum spurningin, um tey taka undir við at fólk skulu sleppa at broyta kyn løgfrøðiliga. Í og við, at uppskotið varð lagt fyri tingið fyrst í hesari vikuni, so hava tingfólk ikki havt góðar stundir at seta seg inn í smálutirnar í uppskotinum. Tað hevur helst onkra ávirkan á úrslitið, tí fleiri tingfólk søgdu seg ikki hava tikið støðu, tí tey hava ikki lisið uppskotið nóg væl enn. Men tó hava 12 tingfólk í øllum førum púra greitt sagt, at tey ikki taka undir við hesari broyting. Trý taka undir, ella taka helst undir við tí, meðan 14 ikki hava tikið støðu enn. Nei Bill Justinussen Miðflokkurin Nei Jenis av Rana Miðflokkurin Nei Jógvan á Lakjuni Fólkaflokkurin Ikki tikið støðu Bjørt Samuelsen Tjóðveldi Nei Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Fólkaflokkurin Nei Bárður á Steig Nielsen Sambandsflokkurin Ikki tikið støðu Kristin Michelsen Javnaðarflokkurin Ikki tikið støðu Páll á Reynatúgvu Tjóðveldi Nei Joen Magnus Rasmussen Fólkaflokkurin ** fingu ikki fatur Jógvan Skorheim Sjálvstýri Nei Jákup Mikkelsen Fólkaflokkurin Nei Kári Páll Højgaard Sjálvstýri Ja Sonja Jógvansdóttir Uttanflokka Ikki tikið støðu Heðin Mortensen Javnaðarflokkurin Ikki tikið støðu Bjarni Hammer Javnaðarflokkurin Ikki tikið støðu Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin Ikki tikið støðu Jónleif Johannesen Javnaðarflokkurin Væntandi Ja Kristianna Winther Poulsen Javnaðarflokkurin Ikki tikið støðu Djóni Nolsøe Joensen Javnaðarflokkurin ** fingu ikki fatur Annita á Fríðriksmørk Tjóðveldi Væntandi Ja Katrin Kallsberg Tjóðveldi Ikki tikið støðu Óluva Elin Klettskarð Tjóðveldi Ikki tikið støðu Pauli Trond Petersen Tjóðveldi Nei Jacob Vestergaard Fólkaflokkurin Nei Jørgen Niclasen Fólkaflokkurin Ikki tikið støðu Edmund Joensen Sambandsflokkurin Nei Kaj Leo Holm Johannesen Sambandsflokkurin Nei Magnus Rasmussen Sambandsflokkurin Ikki tikið støðu Bjørn Kalsø Sambandsflokkurin ** fingu ikki fatur Magni Laksáfoss Uttanflokka Ikki tikið støðu Hanna Jensen Framsókn Ikki tikið støðu Ruth Vang Framsókn Jógvan á Lakjuni: EY SLEPPA AT GFRØÐILIGA?