hósdagur 23. august 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018
SOSIALURIN 97
6
LØGFRØÐILIGT KYNSSKIFTI
- Eg varð føddur
lívfrøðiliga sum ein genta
- Eg skilji ikki, hví eg enn ikki kann skifta mítt p-tal, tá eg bæði ljóði
og síggi út sum ein maður. Tað er so ræðuliga ópraktiskt fyri meg at
vera ein kvinna á pappírinum, greiðir Kristin Kristiansen frá.
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
38 ára gamli Kristin Kristiansen
av Eiði hevur skegg og djúpa rødd,
og tá mann møtir honum, er mann
ikki í iva um, at hann er ein maður.
Men hann hevur ikki altíð sæð út
sum ein maður, tí hann varð fødd
ur lívfrøðiliga sum ein genta. Hann
hevur verið ígjøgnum stóran part
av tilgongdini í at skifta kyn og
hevur nú verið í hormonviðgerð
við testosteron í trý ár.
Longu tá Kristin Kristiansen
var heilt lítil, visti hann, at hann
var fangaður í skeivum kroppi.
Hann føldi tað á sær, tá hann bleiv
tilvitaður um kyn, og tá hann sam
anbar seg við hini børnini.
- Tað er ein kensla, sum er ring
at seta orð á, men sum barn leggur
mann merki til, hvussu mann sam
anber seg við hini børnini. Eg dugdi
nógv betur at identificera meg við
at vera ein drongur, greiðir hann
frá.
Skilir ikki núverandi
skipan
- Eg skilji ikki, hví eg enn ikki kann
skifta mítt p-tal, tá eg bæði ljóði
og síggi út sum ein maður. Tað er
so ræðuliga ópraktiskt fyri meg
at vera ein kvinna á pappírinum,
greiðir Kristin Kristiansen frá.
Hann hevur spurt á fólkayvir
litinum hjá Umhvørvisstovuni, um
hann kundi skifta p-tal, men tað
slapp hann ikki, tí til tað skuldi ein
kynsgagnaskurðviðgerð til. Hann
hevur ikki verið undir hesari skurð
viðgerðini enn, og tað kann taka
nógv ár, til mann sleppur framat til
slíka viðgerð. Hann skilir ikki, hví
hann ikki kann verða viðurkendur
sum maður áðrenn hetta, tí hann
hevur hóast alt havt mannligan
samleika alt sítt lív.
- Tað virkar ikki sum, at mann
í Føroyum viðurkennir, at tað at
vera tvørkyndur er ein veruleiki
her. Tað er uppá tíðina, at onkur
torir at seta hol uppá hendan trup
ulleikan nú, sigur Kristin Kristen
sen og sipar til nýframlagda upp
skotið.
Kristin er bæði eitt
gentu- og dreingjanavn
Hann broytti navn til Kristin, sum
bæði riggar á pappírinum og í veru
leikanum, tí Kristin er eitt navn til
bæði kynini. Hann sleppur undan
at hava eitt navn, ið ikki samsvarar
við navnið í passinum.
- Nú havi eg eitt navn, sum pass
ar til bæði kynini. Hevði eg valt
mær eitt navn, sum bara var til
mannfólk, so hevði eg ikki kunnað
havt navnið hjá mær í passinum,
men tað kann eg nú, tá eg eiti Krist
in, greiðir Kristin Kristiansen frá.
Men tað eru verri enn so øll, sum
hava fingið sær eitt navn, ið riggar
til bæði kynini. Kristin Kristiansen
leggur dent á, at fyri fleiri onnur
tvørkynd, sum geva sær sjálvum
nýtt navn, er tað ópraktiskt bæði
at hava eitt kallinavn og eitt løg
frøðiligt navn.
- Tað er ein trupulleiki hjá nógv
um, at mann má framføra seg við
tveimum ymsum nøvnum alla
Frá Eyðfríð til Kristin Kristiansen