Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018 SOSIALURIN 97 7 Hvat er tað at vera tvørkyndur? Tá mann er tvørkyndur, samsvarar kynsligi samleikin ikki við lívfrøðiliga kynið, mann varð føddur við. Tvørkynd kunnu ofta vilja broyta sín kyn, og her er hormon- og skurðviðgerð ofta ein loysn til at fáa kroppin at samsvara við kynsliga samleikan. Tvørkyndleiki hevur verið sæð sum ein sálarlig sjúka í danska heilsuverkinum inntil 1. Januar 2017, tá tað varð strikað av listanum av sálarsjúkum. FIMFF Tvørkyndleiki í brennidepilin á føroyskum filmsfestivali 30. august til 2. september verður filmsfestivalurin, FIMFF, hildin í Føroyum. FIMFF stendur fyri Faroe Islands International Minority Film Festival, og her verður m.a. varpað ljós á tvørkyndleika. Her verða stuttfilmar og spæli­ filmar sýndir við yvirskipaða evninum ”mannarættindi”. Felags fyri allar filmarnar er, at teir onk­ urs­vegna umboða minnilutar í sam­felagnum - tað veri seg minni­ lutar innan átrúðnað, húð­ar­lit og LGBTQ. - Málið við filmsfestivalinum er at byggja brýr millum minni­ lutar og marginaliseraðar bólkar í Norðurlondum og restina av heim­inum, sigur Nadia Abraham, stig­takari og samskipari av FIMFF. Hetta verður aðru ferð á rað, at filmsfestivalurin verður hildin í Føroyum. FIMFF kemur at fyriganga í Norð­urlanda­húsinum, Perluni og Reinsarínum. staðni. Tað er bæði forvirrisligt og óprakt­iskt, sigur hann. Pappírini elva til persónligar ósigrar Hóast Kristin Kristiansen ikki lík­ ist einari kvinnu í dag, verður hann enn javnan mintur á, at hann eina­ ferð hevur verið konufólk. Tað er bæði troyttandi og ringt hjá hon­ um at fyrihalda seg til. - Læknin hjá mær gjørdist bilsin, tá hon sá, at har í mínum journali stóð, at eg var ein kvinna. Hon helt, at har mátti vera okkurt galið við journal­inum, fortelur hann. Hetta er bara eitt dømi, og hvørja ferð sovorðið hendir, kenn­ ist tað sum ein ósigur fyri Kristin Kristian­sen. - Øll tingini, sum kunnu minna meg á, at eg havi sæð út sum eitt konu­fólk gera meg øgiliga keddan. Hetta kemur fyri hvørja ferð, tað hev­ur okkurt við pappírir at gera, og tað er øgiliga hart at liva so­leiðis í longdini, sigur Kristin Kristian­ sen. Kann bara fáa góða ávirkan Kristin Kristiansen vísir á, at mann sum tvørkyndur í Føroyum longu hev­ur nóg nógvar avbjóðingar. Men hetta uppskotið, sum nú er lagt fyri tingið, kann í stóran mun vera við til at minka um nógvu ger­ andis­av­bjóð­ingarnar. - Løgfrøðiligt kynsskifti hevði lætt so nógv um so nógvar ger­ andis­støður, og mann hevði sum tvør­kyndur sloppið undan nógvum óneyð­ugum órógvi og lýðingum, sig­ur hann. Fyri Kristin Kristiansen er tað ringt at lýsa støðuna hjá tvør­kynd­ um, tí hann hevur lagt merki til, hvussu ringt tað er hjá fólki at seta seg inn í støðuna hjá tvør­kynd­um. - Tað er ringt hjá fólki at skilja, hvussu týdningarmikið tað sum tvørkyndur er at kunna blíva við­ ur­kendur løgfrøðiliga. Ein og hvør ynsk­ir jú at verða viður­kend­ur, sum tann, mann er, sigur Kristin Kristian­sen. Sum tvørkyndur í Føroyum hevur hann annars ikki upplivað nakra persónliga mótstøðu í tí sosiala, men bara tá tað kemur til tað politiska, formella og løg­frøði­ liga. Hann heldur ikki, at ein lóg­ar­ broyting um løgfrøðiligt kyns­skifti kann fáa nakrar neiligar avleið­ ingar. Tí er hann spentur og vónar, at uppskotið verður samtykt. - Eg dugi ikki at síggja, hvussu hetta skal hava ávirkan á nakað annað enn tað góða. Eg síggi onga grund til, hví mann ikki skuldi játtað hesum uppskotinum, sigur Kristin Kristensen. Læknin hjá mær gjørdist bilsin, tá hon sá, at har í mínum journali stóð, at eg var ein kvinna. Hon helt, at har mátti vera okkurt galið við journal­inum