Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018 SOSIALURIN 97 8 - Størsta ynskið var at blíva drongur - Tað følist sum eitt frælsi, sum er ringt at seta orð á. Endiliga byrji eg at síggja út og føla meg sum tann, eg eigi at vera, sigur Leo Lávík, sum hevur tikið testosterontablettir í tríggjar vikur, men hevur ynskt sær at vera drongur síðan hann var lítil. PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO 22 ára gamli Leo Lávík úr Havn er akkurát farin undir kropsligt kynsskifti. Hann er í løtuni staddur í Chicago í USA, har hann fyri trimum vikum síðani fór undir hormonviðgerð. Sjálvt um tað bara eru farnar tríggjar vikur, merk­ ir hann longu stóran mun bæði kropsliga og sálarliga. Einki kenn­ ist rættari fyri hann enn hetta. - Tað følist sum eitt frælsi, sum er ringt at seta orð á. Endiliga byrji eg at síggja út og føla meg sum tann, eg eigi at vera. Tað er akkurát sum, at eg nú endiliga sleppi at anda, sigur Leo Lávík. Hann tekur í viðgerðini tabl­ett­ ir, sum geva honum testosteron í kroppin, so hann fær ein mann­ lig­ari kropp. Hann fer m.a. at fáa djúpri rødd og meira hárvøkstur. Sál­arliga fær hann tað betri við sær sjálvum fyri hvønn dag, tí fyri hvønn dag, sum gongur, merkir hann til broytingarnar. - Nú ein dagin fór at at barbera mær, og tað var tí, eg hevði brúk fyri tí. Tað var ikki bara fyri at gera tað, sum eg onkuntíð havi gjørt fyrr, sigur Leo Lávík. Hevur ongantíð verið feminimur Hann hevur altíð vitað, at hann er ein drongur. Tá hann var fýra ár noktaði hann at fara í kjóla. Hann hevur ongantíð sæð seg sum femininan uppá nakran máta og gekk sum barn í dreingjaklæðum, fiskaði og gjørdi ting, sum dreingir gjørdu. - Eg minnist, at hini børnini ynsktu sær at verða prinsessa, astron­autur og onnur ting. Tað ein­ asta, eg ynskti mær, var at at fáa ein pissiling og verða ein drongur. Eg visti væl, at hetta ikki var eitt so van­ligt ynski, men eg góðtók tað og var bara eg, greðir Leo Lávík frá. Hann fortelur, at foreldrini hjá hon­um altíð hava verið skiljandi og hava stuðlað honum. Hann royn­ ir altíð at vera opin um sín tvør­ kynd­leika, og tí kennir hann lítið og einki til keðiligar viðmerkingar frá fólki. Hann leggur annars einki í, hvat onnur fólk halda um seg. - Um eg var einsamallur á jørðini, hevði eg enn viljað broytt mín kropp. Eg vil gjarna føla meg væl í mínum kroppi, soleiðis sum eg sjálvur síggi mín kropp, sigur hann. Krógvaði sín egna kropp fyri sær sjálvum - Tá eg kom í pubertetin byrjaði tað av álvara at blíva klaustrofobiskt at vera í mínum egna kroppi. Eg fór í stórar jakkar fyri at krógva mín kropp, og eg hugdi ikki meg sjálvan í speglið í brúsuni. Tá hann fylti 18 ár, hevði hann enn somu kenslu, tá hann vaknaði um morgunin, sum hann altíð hevði havt. Hann tímdi ikki at bíða meira, og vildi nú taka eitt stig fyri at fáa tað betur við sær sjálvum og byrjaði at hugsa um kynsskifti. - Um eg skal liva á hesari jørðini, kann eg so ikki líka so gott vera glað­ur í mær sjálvum? Hann samanber kensluna við, tá dreingir av lívfrøðiligum dreingja­ kyni koma seint í pubertetin. Hjá summum tekur tað longri tíð at fáa djúpa rødd og hárvøkstur, og teir kunnu fáa eina ørkymlandi kenslu av vónsviki. Leo Lávík følir nú, at hann endiliga er byrjaður at koma í pubertetin, og at hann verður møttur við tí rætta kroppinum. Vil ikki verða sæddur sum “tvørkyndi Leo” Havnardrongurin greiðir frá, at tað eru so nógvir gerandistrupulleikar, sum mann sum tvørkyndur skal taka støðu til. Hann skal ígjøgnum somu rutinuna hvørja ferð, hann er í støðum, har navn hansara skal upplýsast. Tá hann t.d. byrjaði í Studentaskúlanum, fór hann bein­ leiðis í kontórið og fortaldi teimum har um sína støðu. LØGFRØÐILIGT KYNSSKIFTI Leo Lávík er í ferð við kynsskifti