hósdagur 23. august 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018
SOSIALURIN 97
9
- Verið ómenniskja
gjørd tá fólk
síggja passið
- Tá fólk síggja meg uttan pass, so síggja tey eina
kvinnu. Men so skjótt tey síggja passið, so verði
eg ómenniskjagjørd, sigur Annika Samuelsen,
sum varð fødd lívfrøðiliga sum ein drongur.
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
Annika Samuelsen fór fyri tveim
um árum síðani undir tilgongdina
at broyta kyn. Hon hevur altíð følt
seg sum eina gentu, og tí hevur hon
eisini altíð vitað, at hon hevur verið
í skeivum kroppi.
Hon er glað fyri, at trupulleik
arnir hjá teimum tvørkyndu nú
verða tiknir upp í almenna rúm
inum.
- Eg eri ræðuliga glað fyri, at tað
verður varpað ljós á løgfrøðiligt
kynsskifti í løgtinginum. Ein
lógarbroyting hevði kunnað
hjálp mær nógv m.a. viðvíkjandi
arbeiði og ferðing, sigur Annika
Samuelsen.
Annika Samuelsen hevur eins
og hini tvørkyndu upplivað ymsar
óhepnar støður, síðan hon byrjaði
at klæða seg sum ein kvinna. Hetta
eru trupulleikar, sum eitt løgfrøði
ligt kynsskifti lættliga hevði loyst,
og hon kemur við einum dømi frá
flogvøllinum.
- Eg bleiv einaferð dragsað inn
í tollin, og har bað tollarin meg
vísa sær mítt pass. Tá eg vísti
honum tað, spurdi hann meg, um
eg tvætlaði, tí eg var í konufólka
klæðum, greiðir hon frá.
- Tá fólk síggja meg uttan pass,
so síggja tey eina kvinnu. Men so
skjótt tey síggja passið, so verði eg
ómenniskjagjørd. Hetta ynski eg
ikki fyri nakran, tí tann kenslan
er ræðulig.
Annika Samuelsen stúrir fyri,
at tað kann fáa álvarsligar avleið
ingar, um ein lógarbroyting ikki
kemur skjótt. Hon vísir á, at tað er
ein sannroynd, at nógv tvørkynd
stríðast við tunglyndi, sjálvshatur
og sjálvmorðstankar.
Tað, at fokus verður sett á tvør
kyndleika nú, sendir eitt vónríkt
og positivt signal til ung tvørkynd
í Føroyum.
- Við hesum uppskotinum
kunnu vit byrja at skapa nakrar
karmar fyri ung tvørkynd fólk.
Óansæð um mann stuðlar upp
skotinum ella ikki, so sendir hetta
eitt signal um, at tað er í lagi at vera
tvørkyndur í Føroyum. Tað kann
taka ein stóran part av sálarligu
hjáárinunum av at vera tvørkynd
ur.
Annika Samuelsen hevur ikki
verið undir nakrari viðgerð enn,
men tað er ætlanin í framtíðini. Hon
væntar annars ikki, at uppskotið
um løgfrøðiligt kynsskifti kemur
ígjøgnum í fyrsta syfti.
- Eg vænti ikki, at tað kemur
í gjøgnum. Eg verði nokk liðug
í mínari kynsskiftistilgongd, tá
hatta er komið ígjøgnum. Hjúna
bandslógin tók eisini langa tíð, og
eg rokni við, at hendan lógarbroyt
ingin fer at vera í nevnd leingi.
- Hey, eg eiti Leo, og eg eri tvør
kyndur. Eg identificeri meg sjálv
an sum eitt mannfólk, og sjálvt um
eg ikki síggi út sum eitt mannfólk,
kundi eg gott hugsað mær, at tað
bleiv sagt “hann” um meg í skúl
anum, segði hann við skrivstovu
fólkini.
Eisini spurdi hann inn til,
hvussu hann skuldi fyrihalda seg
til ítróttartímarnar, tí óhepnar og
ópraktiskar støður kundu stinga
seg upp bæði í dreingja- og gentu
skiftirúminum.
- Eg verði altíð noyddur at for
telja øllum, at eg eri tvørkyndi Leo.
Eg má tí ofta forklára alla mína
støðu til fremmand fólk, sigur
hann og vísir á, at tað kann vera
strævið og krevur mót.
- Kalla meg Leo Lávík
Leo Lávík brúkti fimm ár at koma
ígjøgnum studentaskúlan, m.a.
orsakað av trupulleikum, ið stóð
ust av tvørkyndleikanum. Hann
minnist aftur á tíðina, tá hann
langt um leingi fekk húgvuna á
høvdið.
- Eg veit ikki, hvussu ofta eg
var inni í kontórinum fyri at
sikra mær, at skúlastjórin fór at
rópa “Leo Lávík” upp og ikki mítt
kvinnuliga navn, sum stendur í
passinum. Eg havi ongantíð verið
so nervøsur, sum tá eg stóð og
bíðaði eftir at fáa prógvið. Uppá
ein máta var tað tann mest fantast
iska kenslan at fáa prógvið aftaná
fimm ár, men á hinari síðuni var
tankin um møguliga at skula rætta
skúlastjóran forferdiligur.
Tað eru sovorðnar misskiljingar,
sum hetta lógaruppskotið kann
syrgja fyri, at ikki hendir, tí so
sleppur hann at eita Leo á pappír
unum eisini.
Leo Lávik vónar at uppskotið
kemur ígjøgnum fyrr ella seinni,
men hann stúrir fyri, at tað fer at
taka longri tíð enn hesar tríggjar
viðgerðirnar. Sæð burtur frá tí er
hann glaður fyri, at tað nú er sett
hol á kjakið um tvørkyndleika í
Føroyum.
Annika Samuelsen fegnast
um nýggja uppskotið