Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018 SOSIALURIN 97 10 KONGALIG VITJAN Krúnprinsaparið og børn teirra á ferð í Havn H ósdagin vitjaðu Fríð­ rikk­ur, krún­prinsur, Mary, krúnprinsessa og børn teirra í Havn. Tey byrjaðu dagin á Dannebrog, og løg­maður og onnur tóku ímóti teim­um á keiðini, har løgmaður eisini flutti fram røðu og rópti níggju­falt hurra fyri familjuni. Síð­ani fóru tey kongaligu og fylgi teirra í Tinganes og aðrastaðni við, áðr­enn tey løgdu leiðina í Vágs­ botn, har Annika Olsen, borgar­ stjóri, flutti fram røðu. Finsen, Glasir og Skúlin á Argja­ hamri vóru í millum støðini, har tey kongaligu vitjaðu. Tey vóru øll í føroyskum klæðum og í sambandi við royalu vitjanina fingu børnini hjá krúnprinsahjúnunum øll før­ oysku klæði. Christian prins­ur, elsti sonurin hjá krún­prinsa­par­in­ um, greiddi á Argjahamri frá, at tey før­oysku klæði vóru góð at vera í, tí tey hildu hann heitan í illfýsna veðr­inum. Sí her myndirnar av fyrsta royala degnum á hesum sinni, sum Álv­ur Haraldsen hevur tikið. Mikudagur 20. september 2017 Nr. 109 91. árg. kr. 20,00 í leysasølu Vísindavøka s4 LANDSROYNDIR: KØVA ÁHUGA HJÁ BØRNUM Eyðun hevur Parkin SJÚK ...OG SUM ALTÍÐ QUIZZIN 5 SKJÓTIR UMMÆLI VIKAN IÐ FÓR TORKIL VEYHE DRØNAR AVSTAÐ: -EG TOSI VIÐ TRÝ LIÐ Í LØTUNI SEBASTIAN PINGEL: TAÐ VAR IKKI BROTSSPARK LES UM TORKIL VEYHE Á SÍÐU 14-15 LES UM HB-VÍKING Á SÍÐU 18-19 TAÐ BLEIV RÆTTILIGT ROK Í GUNDADALI, TÁ MENN TÓKTUST AT FARA TIL HENDURS Í SAMBAND VIÐ EITT INNKAST. TRÓNDUR VATNHAMAR BLEIV BURTURVÍSTUR OG ATLI GREGERSEN KOM Í MÓTVIND. Í BLAÐNUM Í DAG FORTELJA TEIR HVAT HENDI LES UM ROKIÐ Á SÍÐU 23 AK N