Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 14 TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR T að er 27 ár síðani, at HB og B36 hava spælt móti hvørjum øðrum í eini steypafinaluni. Í 1991 vann B36 1-0 á HB við máli, sum Bergur Magnussen skoraði í oysandi regni á Ovara vølli í Gunda­dali. Hetta bara tíggju dagar eftir, at HB hevði vunnið 8-2 móti júst B36 í landskappingini. Í leikskránni hjá Fótbólts­sam­ bandi­num undan steypafinaluni var ein tiltikin mynd, har Tummas Eli Hansen og Kaj Leo H. Johannesen taka sjómanstak. Mynd­in er nú endað sum savns­ mynd, men í somu løtu B36 og HB vunnu seg í steypafinaluna í ár, so bleiv myndin aftur aktuell. Í vikuni upp til steypafinaluna, hevur ÍtróttarSosialurin boðið teim­um báðum fyrrverandi og nú­verandi liðskiparunum til eina mynda­tøku, og eitt prát á Tórsvølli. Annar minnist – tað ger hin ikki Steypafinalan og kappingarárið 1991 er serligt á nógvar mátar. B36 er leingi á veg at vinna FM, men snáv­ar í seinasta dystinum móti júst HB, sum vinnur fyrra dystin millum grannafeløgini 8-2. Hetta er bara tíggju dagar undan sjálvari steypa­finaluni. B36 vinnur sjálva steypafinaluni í oysandi regni á Ovara vølli í Gunda­ dali. Á forsíðuni á Sosialinum stend­ur bara “Endiliga!”. Myndin er av Tummasi Eli Hansen, sum lyftur steypið upp. -Eg minnist ikki løtuna, tá eg taki móti steypinum. Eg minnist heldur ikki, at tað er Atli Dam, sum handar steypið, sigur Tummas Eli Han­sen. Bæði hann og Kaj Leo H. Johanne­sen eru væl fyri, nú 27 ár eft­ir tiltiknu steypafinaluna og mynd­ina við sjómanstakinum. Gamaní er Tummas Eli Hansen blivin nakað meiri berskøltur, men skálka­brosini hjá liðskiparunum í 1991 eru tey somu í dag. -Eg bleiv uppringdur av onkr­ um, sum spurdi um eg minnist tá Berg­ur Magnusson skoraði móti mær í 1991. Tað geri eg ikki, men eg havi nógv góð minnir frá teimum 12 steypa­finalum eg havi spælt, sigur Kaj Leo H. Johannesen við einum brosi. Hann er í dag formaður í Havnar Bóltfelagi. Tað er mamma Tummas Eli Han­ sen, sum hevur næstan eitt heilt savn við øllum, ið er skrivað um Tummas Eli Hansen og beiggjan, Jens Kristian Hansen. -Tað er mamma mín, sum hevur goymt alt, ið eg og beiggi mín Jens Kristian Hansen, hava gjørt. Har er eitt fjall av bókum, har hon hevur samlað alt, sum er skrivað um okkum. Faktist haldi eg ,at bløðini skrivaðu meiri tá, enn tey gera í dag, sigur Tummas Eli Hansen. Tummas Eli vann sjómanstakið Tað er liðskiparin hjá B36, sum vinn­ur sjómanstakið í 1991, men tað er við snildum og einum brosi, at Tummas Eli Hansen fortelur søgu­na. - Søgan er, at vit sita í B36- húsi­num. Tá myndamaðurin sigur, at nú er liðugt við myndatøkuni, so skundi eg mær at gera smekka hond­ina hjá Kaj Leo niður, áðrenn hann var klárur, sigur Tummas Eli Han­sen. Steypasigurin er tann fyrsti hjá B36 síðani 1965, og sum Tummas Eli Han­sen tekur til, hann er føddur í 1964. -Vit liggja á odda í lands­kapp­ ing­ini, men tapa so 8-2 fyri HB. Tað er tíggju dagar undan steypa­ finaluna, men har í millum vinna vit á GÍ í Gøtu, meðan HB tapur fyri TB. So vit høvdu ein sigur, meðan teir høvdu eitt tap við til finaluna. Sjálvs­álitið var í ordan, men eg minnist hvussu tað regnaði, greiðir Tummas Eli Hansen spentur frá, sjálvt um minnið svíkur við onkrum av tí, sum hendi. -Eg minnist væl, at vit taptu 8-2 og blivu argaðir, so vit vóru upp­ settir. Eg minnist ikki ordiliga, at tað er Atli Dam, sum kemur við steypi­num, men eg minnist tað ikki, sigur Tummas Eli Hansen, meðan Kaj Leo H. Johannesen ikki letur við seg koma. - Sum málmaður havi eg tann egin­leikan, at eg ikki minnast alt sum gongur mær ímóti. Eg minnist ikki allar 12 steypafinalurnar, men tað hevur heilt sikkurt verið keði­ligt at tapa móti grannunum í Gundadali, sigur Kaj Leo H. Johanne­sen og flennur, men hann minnist væl at myndin verður tikin. -Eg minnist akkurát hasa mynd­ ina og eg minnist væl 1991. Hesa myndina seti eg í samband við gleði og spenning, men stutt seinni hendi eisini ein vanlukka, sum rakti Løgmanssteypið 2018: JÓGVAN RÓI DAVIDSEN UM ODMAR FÆRØ: -Tá eg hugsi um hann sum spælara, so hugsi eg um ein øgiliga góðan miðverja. Hann hevur alt, sum ein miðverji skal hava. Hann er stórur, sterkur, skjótur og góður í luftini. So kanst tú ikki forlanga meiri av einum miðverja. Í 1991 vóru tað Tummas Eli Hansen úr B36 og Kaj Leo H. Johannesen úr HB, sum tóku sjómnastak undan steypafinaluni. Nú eru teir aftur, men tað er bara fyri at leggja nýggju liðskiparunum, Odmari Færø úr B36 og Jógvan Róa Davidsen úr HB, lag á FÓTBÓLTUR NÝTT SJÓMANS­ TAK OG NÝGGIR LIÐSKIPARAR TUMMAS ELI HANSEN UM LIÐSKIPARAN HJÁ B36, ODMAR FÆRØ: Hann er krútsterkur, skjótur, teknist væl fyri og klókur spælari. Hann hevur allan pakkan.