hósdagur 23. august 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018
SOSIALURIN 94
15
m e g
hart.
Tí
hevur hendan myndin eisini sett
seg, sigur formaðurin í HB.
Samdir um eina
góða finalu
Hóast Tummas Eli Hansen og
Kaj Leo H. Johannesen
stuðla hvør sínum liðið til
steypafinaluna, so eru teir
samdir um, at hetta kann blíva
ein góð finalan.
- B36 hevur nakað at prógva, tí
teir hava ikki havt hegnið í lands
kappingini. Eg trúgvi upp á, at B36
vinnur 2-1. Eg vænti, at tað verður
ein ótrúliga góður dystur, og vóni
at áskoðararnir verða við, sigur
Tummas Eli Hansen.
Formaðurin í HB er meiri trekur
at fáa at tippa, men hann er ikki í
iva um, at tað verður dagsformurin,
sum kemur at verða avgerandi.
-Eg havi tippað eina ferð fyrr
og tað eri eg ongantíð aftur. Eg
trúgvi upp á, at tað verður ein
spennandi dystur, men eg vil
einki siga um úrslitið áðrenn. Tað
verður dagsformurin, sum verður
avgerandi. Tað er líka mikið hvør
hevur gjørt hvat áðrenn. Tað av
gerandi er hvør vekur við upp
gávuni á degnum, sigur Kaj Leo H.
Johannesen.
Myndin er dagførd
Nú er tiltikna myndin frá 1991
dagførd. Táverandi liðskipararnir
hava latið stafettina víðari til
nýggju liðskipararnar. Nú er tað
upp til Odmar Færø og Jógvan
Róa Davidsen at skapa sína søgu.
Um hendan myndin verður eins
tiltikin, kemur tíðin at vísa. Lið
skipararnir, spælararnir, venjarar
nir og umstøðurnar eru broyttar,
men kappingarandin millum feløg
ini er tann sami.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
ODMAR FÆRØ UM JÓGVAN RÓA DAVIDSEN:
Mær dámar væl Jógvan Róa Davidsen sum spælara. Hann
minnur um tað, sum eg trái eftir at verða sum spælari. Harður,
kontantur, men altíð fair og geva seg 100 prosent. Hann er
drønar allar 90 minuttirnar fram og aftur. Eg kann ímynda
mær, at tað er hart at verður kantur og spæla móti honum.
B
æði Odmar Færø og
Jógvan Rói Davidsen
hava ilt við minnast
finaluna í 1991. Lið
skiparin hjá HB var ikki føddur,
meðan Odmar Færø hevur rokn
að seg fram til, at hann var um
tvey ár og búði á Toftum.
Ímyndin av báðum liðskipar
unum er, at teir eru arbeiðs
menn. Stríðast altíð væl og
motivatiónin er altíð í topp.
Odmar Færø, sum er úr fótbólts
familju, er miðverji og hevur
millum annað eisini spælt
fleiri góðar landsdystir. Hann
er tiltikin sterkur og skjótur.
Hann verður eisini liðskipari
leygarkvøldið á Tórsvølli.
- Tú sleppur ikki undan
tankanum um, at lyfta steypið.
Fyrimyndir sum Tummas Eli
Hansen, Klæmint Matras og
Jákup á Borg hava longu klárað
tað. So tað hevði verið stuttligt,
sigur Odmar Færø, meðan hann
hyggur yvir Tórsvøll. Yvir av
honum stendur Jógvan Rói
Davidsen, liðskipari hjá HB.
Hann hevur vunnið seg fram
í HB við hørðum arbeiði á høgra
bakki. Hann rennur hvønn
tann einasta túr á vøllinum
við fullari ferð, og tað er blivið
til eitt ótal av innleggum og
góðum verjustøðum, tí hann
megnar næstan altíð at koma
vegin fram.
-Tað hevði verið fantastiskt
at lyft steypið. Eg giti, at tað er
tað allir liðskiparar droyma um,
men tað hevði eisini verið deiligt
hjá felagnum at vinna aftur,
sigur Jógvan Rói Davidsen.
Langt millum steypa
sigrararnar í Havn
HB hevur ikki vunnið steypa
kappingina síðani 2004, meðan
B36 ikki hevur vunnið steypa
kappingina síðani 2006, men
bæði liðini hava tapt síðani. HB
móti Víkingi og B36 móti NSÍ.
-Tað rakti bæði spælarar og
viðhaldsfólk hart, at vit taptu
steypafinaluna í 2014. Tað er
virkiliga hart at tapa ein finalu,
sigur liðskiparin hjá HB.
Fyri Odmar Færø liggur sein
asta steypafinalutapið bara eitt
ár afturi í tíðini. B36 tapti í fjør
1-0 fyri NSÍ.
-Vit hava okkurt at rætta frá
í fjør, men tað at tað er móti HB
ger, at hetta er eyka stórt. Eg
vænti at øll í Havn gleða seg til
finaluna, sigur Odmar Færø.
Báðir vilja vinna
Tað kemur ikki óvart á, at báðir
parta vilja vinna dystin. Teir
eru spakir, tá tað kemur til at
tippa, men teir tora at siga so
mikið sum, at teir vilja vinna.
Jógavn Rói Davidsen hevur
hug at flenna, tá hann fær
spurningin um havt hann vænt
ar leygarkvøldið.
-Eg vænti ikki, at venjarin
nýtist at siga so nógv fyri at fáa
okkum uppsettar, tí tað hendir
av sær sjálvum. Eg haldi ikki, at
eg fari at siga so nógv um upp
leggið hjá okkum. Eg kann tó
siga, at eg ætli mær at vinna,
men eg haldi tað er so mikið
sum eg sigi. Restini bíða vit
við til leygarkvøldið, sigur lið
skiparin hjá HB við einum brosi.
Odmar Færø heldur eisini
kortunum tætt at kroppinum.
-Eg haldi, at vit hava tvey lið,
sum tá tey raka dagin so vin
na tey. Vit koma at hugsa um
okkum, og eg giti at teir gera
tað sama. Eg sigi sum Jógvan
Rói, vit ætla eisini at vinna, men
eg haldi ikki at eg fari at tippa,
sigur Odmar Færø.
Legendurnar í
bakgrundina
Tá myndatøkan byrjar, siga
Tummas Eli Hansen og Kaj
Leo H. Johannesen báðir, at
tað mugu verða núverandi lið
skipararnir, sum skulu verða
fremst í myndini. Nú snýr tað
seg um Odmar Færø og Jógvan
Róa Davidsen.
Nú kunnu teir taka sítt egna
sjómanstak, men hvør vann
verður ikki avdúkað her. Hvør
vinnur á vøllinum sæst aftur
á hvør stendur við løgmans
steypinum leygarkvøldið.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Odmar og Jógvan Rói:
Dreymurin er
at lyfta steypið
FÓTBÓLTUR
KAJ LEO H.
JOHANNESEN UM
LIÐSKIPARAN HJÁ
HB, JÓGVAN RÓA
DAVIDSEN:
Vit tosa um at arbeiða
hart. Hann er ímyndin av tí
Hann arbeiðir óalmindiliga
hart og rennikapasiteturin
er øgilgur.