Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 17 Nú tær sjey steypafinalurnar í fótbólti eru á skránni, kunnu vit fegnast um, at havnarfeløg eru við í teimum øllum, harav tvær burturav eru havnaruppgerðir – mansfinalan og finalan hjá U18-gentunum, har B36 og HB hittast í báðum førum. Annars er B36 við í fimm finalum og HB í fýra, so Havnin hevur møguleika at fara avstað við øllum, um úrslitini ganga eftir vild. Í mansfinaluni er tað fyri fyrstu ferð í 27 ár, at B36 og HB møtast í eini reinari havnarfinalu. Í 1991 vann B36 1-0, so spennandi verður at síggja, um tað endurtekur seg ella HB tekur sigurin hesaferð. Søguliga er HB við yvirlutan, tí HB hevur vunnið steypa- kappingina 26 ferðir og B36 fimm ferðir, men í eini steypa- finalu er alt púra opið. B36 hevur ikki vunnið síðani 2006 og HB ikki síðani 2004, so vit gleða okkum til endiliga aftur at eiga steypavinnaran í Havn! Hjá kvinnunum er HB í steypafinaluni fyri fjórðu ferð í fimm ár, og eins og í fjør er mótstøðuliðið EB/Streymur/- Skála. HB hevur vunnið kvinnusteypið fimm ferðir, men ikki síðani 2001. Eg skal bjóða øllum vælkomin til Havnar og vælkomin á Tórsvøll at njóta steypafinalurnar 2018! Annika Olsen borgarstjóri Havnin í øllum finalum