hósdagur 23. august 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018
SOSIALURIN 94
18
FÓTBÓLTUR
SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL
K
ennir tú nakað til før
oyskan kvinnufótbólt,
kennir tú navnið Heidi
Sevdal.
Máttmikla
málmaskinan úr Runavík er blivin
landskend seinastu árini, og spælir
nú við HB. Aftur í ár hevur hon
ført lið sítt í steypafinaluna, og
mótstøðulið leygardagin verður
felagsliðið EB/Streymur/Skála.
Somu lið hittust í steypafinaluni
í fjør, men tá var Heidi partur av
mótstøðuliðnum. Nú er hon aftur
í HB og skal spæla ímóti liðfeløg
unum frá í fjør í steypafinaluni.
Liðformaður á EB/Streyma/
Skála liðnum er Ansy Sevdal
Jakobsen. Lítlasystir Heidi. Hon
hevur í ár skula vant seg við at ikki
hava stórasystrina at leggja upp
til, og eisini at kappast við henni
um bæði føroyameistaraheitið og
steypakappingina.
Í løtuni hevur lítlasystirin Ansy
munin, tí sunnudagin vann EB/
Streymur/Skála á HB og legði seg
á odda í landskappingini.
Ymsar fortreytir
Lagið hjá Heidi Sevdal og HB-hópi
num var tí ikki gott til venjing
mánakvøldið. Iðran og vónbrot
løgdu sín dám á hópin, tí tær allar
vita at tær kunnu avrika væl betur
enn hendan sunnudagin. Hetta er
ikki kenslan, ið tær ætla sær at
hava eftir steypafinaluna.
-Tað eggjar okkum at betra
spælið hjá okkum, og vit skulu
læra av mistøkunum frá seinasta
dystinum, sigur Heidi Sevdal.
Í EB/Streyma/Skála leguni er
lagið av tí besta upp til finaludystin.
Tað er heldur spenningur, ið ger
seg galdandi, meðan venjingin er
miðvís móti at leikararnir skulu
vera rætt fyri til finaluna, greiðir
Ansy Jakobsen frá.
Tveir mánaðar eru liðnir síðani
hálvfinalurnar, so fyrireikingarnar
til steypafinaluna hava verið
drúgvar. Allan summarsteðgin
hava liðini fyrireika seg til avgerandi
landskappingardystin millum liðini
bæði og so sjálvsagt steypafinaluna.
Fortreytirnar broyttist eftir at EB/
Streymur/Skála vann 2-0 móti HB
í landskappingardystin seinasta
sunnudag.
-Nú er neyðugt at fáa tann
dystin úr høvdunum og hugsavna
seg um steypafinaluna, sigur
Heidi Sevdal. Nógv má og skal
gerast betri, men tað er ein
nýggjur dystur og mest um
ráðandi er, at allir leikarar eru til
reiðar til ta uppgávuna, staðfestir
HB áleyparin.
Tað snýr seg um at stríðast
Tað, at tað er ein nýggjur dystur,
ger at tað er ilt at meta um hvat
lið hevur fyrimunin. Í eini finalu
kann alt henda, verður ofta sagt,
og hesin finaludystur er ikki nakað
undantak, halda systrarnar báðar.
Tær vænta ein tættan dyst, ið
kann fara báðar vegir. Bæði liðini
spæla við nógvari kropsligari
styrki, so dysturin kann lættliga
gerast harður við nógvum nær
dystum, ið hóvar báðum liðum.
EB/Streymur/Skála
kann
byggja víðari upp á ta leikætlan,
ið riggaði væl í landskappingini,
meðan HB kanska skal hugsa
nýggjar leiðir. Men leikætlanir og
spælskipanir eru ikki tað einasta,
ið fer at avgera dystin.
- Eg vænti at effektiviteturin
verður avgerandi, sigur Heidi
Sevdal, - og heldur fram:
- Um vit skulu gera okkum vónir
um at vinna steypafinaluna, er
neyðugt at vit nýta okkara leikligu
styrki rætt, at vit standa saman
og at allar arbeiða gróthart fyri
hvørjari aðrari, sigur áleyparin
hjá HB.
Hart arbeiði er eisini lyklaorðið
hjá EB/Streymi/Skála.
- Vit ivast ikki eina løtu í at HB
kemur við øllum, sum tær hava til
taks at vinna dystin. Men Ansy og
liðfelagarnir eru klárar og vita at
hetta verður ikki ein lættur dystur,
so tað er umráðandi at teirra
partur ikki liggur eftir, greiðir Ansy
frá og heldur fram:
- Tað snýr seg um at tora, vísa
stríðsvilja og ikki smæðast burt
ur, samstundis sum tað er um
ráðandi at halda høvdið kalt, at
spæla okkara spæl og trúgva upp
á okkum sjálvar sum lið og sum
einstaklingar, staðfestir Ansy
Jakobsen.
Karmarnir verða serligir
At dysturin verður leiktur á Tórs
vølli í Havn, kann hugsast at vera
ein fyrimunur fyri HB. Hetta mann
tó hava lítið upp á seg, heldur
Heidi. Tað kann kanska geva
nakað av ró, at ikki spæla so langt
frá heimavøllinum á Ovara vølli,
men karmarnir um steypafinaluna
verða púrasta øðrvísi enn hvat
bæði HB ella EB/Streyma/Skála
leikararnir eru vanir við, greiðir
HB-arin, ið gleðir seg at spæla
framman fyri mongu áskoðar
unum, frá.
Liðskiparin hjá EB/Streymi/
Skála, Ansy Jakobsen er samd.
- Tað er spennandi at spæla
á Tórsvølli, og ger hetta steypa
finaluna til nakað serstakt, ið eisini
brýtur frá vanligu kappingini, stað
festir hon.
Systrarnar stríðast
fyri hvør sínum liðið
Millum mongu áskoðararnar og
sjónvarpshyggjarar munnu sita
fleiri í familjuni Sevdal, tí at systrar
nar Ansy og Heidi skulu spæla á hvør
sínum liðið. Tær gjørdust steypa
vinnarar saman í EB/Streymi/Skála
í fjør, men í ár vendi Heidi aftur til
HB, so í ár sleppur bert onnur Sevdal
systirin at lyfta steypið.
Tað skal eingin ivi vera um, at
tær fara báðar at gera alt fyri at
vinna á systir sínari.
- Kenni eg systir mína rætt, so
fara vit báðar at stríðast alt vit eru
mentar fyri okkara lið, sigur Ansy
Jakobsen og greiðir frá at liðið
hjá sær skal ansa sær serliga eftir
Heidi, tí at hon er ein evnaríkur
leikari, ið ofta er ein avgerandi
leikari í uppspælinum eins og hon
altíð veit hvar málið stendur.
Heidi sjálv er ikki eins
diplomatisk:
- Eg kann lova fyri at sum ein
og hvør stórasystir, so finni eg meg
ikki í, at lítla systurin vinnur, so eg
eri eyka motiverað til finaludystin,
sigur stórasysturin Heidi Sevdal
við einum stórum smíli.
Kvinnufinalan:
BERT EIN SEVDAL
SYSTIR KANN SIGRA
Heidi Sevdal t.v. og Ansy Sevdal Jakobsen t.h.