hósdagur 23. august 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018
SOSIALURIN 94
20
FÓTBÓLTUR
TRÓNDUR ARGE – HAVNAR FYSIOTERAPI
Í
hesum døgum munnu tað
verða fleiri arbeiðspláss,
har stemningurin er meiri
spentur enn vanligt, nú B36
og HB eru í steypafinaluni fyri
fyrstu ferð síðani 1991. Høvðusstað
urin verður nú deildur upp í tvey – í
eina tíð í hvørtfall.
Beinta Bendix Laursen er fysio
terapeut hjá B36, og tað hevur
hon verið í nøkur ár, meðan hetta
er triðja árið, har Jóan Magnus
Lamhauge Dalbø er partur av HB-
toyminum, men fyrsta árið, har
hann er við til dystirnar eisini.
ÍtróttarSosialurin hevur verið
og vitjan tey í hølunum hjá Havnar
Fysioterapi, sum eru stutt frá Tórs
vølli, har steypafinalan verður
spæld.
-Hetta er øgiliga spennandi og
stuttligt, nú tað nærkast til steypa
finaluna. Eg geri hetta, tí tað er
stuttligt og tú ert ein partur av
hópinum, sigur Beinta B. Laursen,
meðan hon ger kaffi.
-Hetta er øðrvísi enn ein van
ligu dystur. Eg havi ikki tosað
við Beintu í skjótt eina viku. Hon
má einki fáa at vita um støðuna
hjá okkum, sigur Jóan Magnus í
skemti. Beinta svarar aftur, at tey
hava havt deildar arbeiðstíðir, so
tey ikki skulu síggja hvønn annan.
Hóast tey hoyra til hvør sítt lið,
so hava tey nógv til felags.Tey ætla
bæði at vinna dystin leygarkvøldið,
tey elska at verða fysioterapeutar
og tvey eru bæði fyrrverandi
ítróttarfólk, sum síðani hava fingið
áhuga fyri at arbeiða við kroppi
num.
Aðrir reglar
galdandi í ítrótti
Tey siga bæði tvey, at tað er spenn
andi at arbeiða við ítróttarfólki,
men ásanna eisini at treytirnar og
umstøðurnar eru øðrvísi.
- Tað er stórur munur á um ein
40 ára gamal maður, sum arbeiðir
á einum kontóri, fær eina fibur
til ein innanduratíma, ella um ein
toppspælari í føroyskum fótbólti
fær eina fibur, greiðir Jóan Magnus
Dalbø frá, og leggur afturat.
-Tann 40 ára gamli maðurin
kann væl bíða nakrar innandura
tímar og blíva klárur aftur, men
fótbóltsspælarar og ítróttarfólk
eru øðrvísi. Tey eru kappingar
menniskju og vilja sleppa aftur á
vøllin sum skjótast, meðan liðið
eisini hevur brúk fyri teimum,
sigur Jóan Magnus. Beinta tekur
undir við honum.
-Vit hava havt onkran, sum bleiv
lappur saman til seinastu dystirnar
í einum kappingarári, tí vit lógu
til at vinna FM. Ítróttarfólk vilja
spæla, og tað rinagasta tú kanst
siga við teir er, at teir ikki sleppa á
vøllin. Komandi dysturin er eisini
altíð tann týdningarmesti. Teir liva
fyri at spæla, og alt gongur upp í
fótbólt. Tað er ringt at taka tað frá
teimum, sigur Beinta Laursen.
Tey vísa eisini á nøkur dømi.
Eitt nú var Beinta Laursen við U21-
landsliðnum í hondbólti til søgu
liga túrin í Algeria til HM-enda
spælið, har ein føroyskur spælari
bleiv lappaður saman. Hann spældi
við nógvari pínu, og ein partur av
lappingini var nokk ikki heilt lóglig.
-Tað var ikki tann besta avgerðin
eg havi tikið. Hann kom undir
skurð, tá hann koma aftur, men vit
vóru til eitt HM-endaspæl og hann
vildi spæla, fortelur Beinta.
Jóan Magnus Dalbø nevnir nú
fyrrverandi HB-spælaran, Alek
sandar Stankov, sum legði ov nógv
fyri at blíva klárur til ein dyst móti
B36 fyrr í ár. Tað endaði við, at
skaðin bleiv verri av tí saman.
-Hann hevði sett sær fyri, at
blíva klárur til dystin móti B36. Har
var einki at gera og skaðin bleiv
verri, sigur Jóan Magnus.
Liðini væl fyrireikaði
Bæði Beinta og Jóan Magnus eru í
holt við seinastu fyrireikingarnar
til steypafinaluna. Tey hava bæði
givið ávísum spælarum boð um at
taka sær av løttum, meðan aðrir
fáa viðgerð. Hjá HB sær ikki út til
at verða nøkur broyting, meðan
Beinta í B36 arbeiðir hart, fyri at
fáa Róald Jakobsen so mikið tøkan,
at hann kann spæla ein leiklut.
Beinta og Jóan Magnus eru ikki
farin til hendurs – enn. Men teirra
hendur eina sín leiklut í finaluni.
Nú fáa vit so at síggja hvør av teim
um hevur munin mánadagin, tá tey
skulu aftur til arbeiðis.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Tað er ein spentur stemningur í Havnar Fysioterapi, har
fysioterapeutarnir hjá B36 og HB mæla um beinini á
hvørjum øðrum. Beinta B. Laursen er fysioterapeut hjá
B36, meðan Jóan Magnus Dalbø er fysioterapeut hjá HB
Beinta og Jóan Magnus:
TIL HENDURS
Á ARBEIÐS
PLÁSSINUM