Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. AUGUST 2018 SOSIALURIN 94 21 FÓTBÓLTUR Beinta um at blíva fysioterapeut: Eg havi gjørt ítrótt fyrr, og tá fært tú áhuga fyri kroppinum. Tað er tó eisini ein sannleiki, at eg tímdi ikki at taka eina alt ov langa útbúgving. At sita á skúla­bonki í sjey ár tímdi eg ikki. Av teimum miðallongu út­búgv­ing­unum tiltalaði fysioperapi meg mest. Jóan Magnus um at blíva fysioterapeut: Eg var sjálvur fótbóltsspælari sum yngri, og bleiv skaddur. Eg gekk til endurvenjing her í Havnar Fysioterapi og helt tað var spenanndi. Tá eg so skuldi velja ein lívsleið, so var tað nærliggjandi at velja fysio­terapi. Eg bleiv útlærdur í 2015. Beinta um at verða fysioterapeut hjá B36: Tað eru mest kvøldini og so dystar­dagurin, har tíðin verður brúkt upp á B36. Eg geri hetta, tí eg haldi tað er stuttligt. Hetta er ein partur av okkara arbeið, og vit fáa nógv ítróttarfólk her. Tí er tað er eisini stuttligt at sleppa at vera við, tá tey skulu gera ítrótt. Men hetta krevur at tú ert on. Tú blívur eisini ein partur av liðnum, og eg fegnist nokk eins nógv og spælararnir tá vit vinna. Jóan Magnus um at verða fysioterapeut hjá HB: Eg eri í HB-húsinum tveir dag­ar um vikuna í áleiði tveir tímar á gangin. Nú eri eg eisini við til dyst, sum kann blíva til nakrar tímar hvønn sunnudag. Mær dámar væl at hyggja eftir fót­ bólti, so tað er ikki so galið. Tað hevur eisini verið stuttligt í ár, tí tað hevur gingið so væl. Beinta um steypafinaluna: Vit ætla okkum at vinna. Vit viska steypafinaluna í fjør vekk (B36 tapti 1-0 fyri NSÍ). Ein finala er ein finala og tá kann alt henda. Tað er eisini ein granna­upp­gerð. Vit hava ein góðan stríðs­vilja og arbeiða hart. Hetta gongur eisini út upp á at tora at vinna. HB er nokk favorittur, men eg tippi 2-1 til okk­um. Um vit vinna, so gevi eg Jóan Magnus eitt stórt klemm eftir dystin, men um vit tapa, so fari eg beint heim. Jóan Magnus um steypafinaluna: Eg havi hug at siga 2-1 til HB. Vit eru í betri form, og hava spælt væl í ár. Vit liggja væl fyri í FM-stríðnum og hava nakr­ ar spælarar, sum eru í formi og málformi. Millum ann­að Ari M. Olsen, sum er farin at skora og tekur trýstið av Adrian Justinussen. Símin Samuel­sen hevur funnið sín annan ungdóm, meðan Teitur M. Gestsson er besti málverjin í landi­num. Um vit vinna, so fari eg at hanga gullheiðursmerkið á hurð­ina til arbeiðis, so Beinta sær hana hvørja ferð hon gong­ur framvið. Beinta um at renna inn á vøllin til fánýtis: Tú kanst mangan avlesa, um spæl­arin er skaddur ella ikki. Ein spælari, sum tveitur seg runt sjey ferðir, hevur ikki ilt. Fært tú ilt, so liggur tú stillur. Onkun­ tíð fært tú eisini bara at vita frá spælarunum, at hann skal líka hava luft, og tað er tað. Jóan Magnus Dalbø um at renna inn á vøllin til fánýtis: Tað er ein partur av spælinum, men eg haldi ikki altíð , at tað er so smart. Tí ein spælari, sum fær hjálp, skal av vøllinum. So eru teir í undiurtal í tí løtuni. Beinta og Jóan Magnus hava orðið: