Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018 SOSIALURIN 97 23 - At man skal umboða øll er gykl. Hinir tríggir í formansskapinum, ið gera tað øvugta av tí, ið eg geri, umboða hvørki meg ella tey tjóðveldisfólk, ið høvdu takkað nei til slíka innbjóðing. Tað sigur Páll á Reynatúgvu, sum seinastu dagarnar hevur miðdepil í einum politiskum ódnarveðri, tí hann sum løgtingsformaður hevur takkað nei til eina innbjóðing frá krúnprinsinum, ið vitjar Føroyar í hesum døgum. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN T að er eitt frælst samfelag og Páll á Reynatúgvu kann gera sum hann vil. Svarið var stutt og greitt, tá Margretha drotning 16. juni 2016 bleiv spurd av føroyskum fjøl­miðlum, um hvat hon metti um avgerðina hjá Páll á Reynatúgvu, løg­tingsformanni, um hvørki at taka ímóti einum riddarakrossi ella at vera gestur hennara til mót­tøkuna umborð á Dannebrog kvøldið fyri. Men hóast svarið var stutt, so legði tað lok á eitt hart kjak, ið var kyknað nakrar vikur undan vitj­ anina, tá løgtingsformaðurin hevði gjørt greitt, at hann hevði ikki í hyggju at fara umborð á konga­ skipið til móttøkuna. Tvey ár eru liðin síðan drotn­ing­ in setti eitt punktum fyri kjakið, men nýtt lív bleiv blást í tað í farnu viku, tá Vágaportalurin spurdi Páll á Reynatúgvu, um hann ætlaði sær at taka av innbjóðingini hjá Fríðriki krúnprinsi, nú hann og fam­iljan eru á vitjan í Føroyum. Svarið var tað sama sum fyri tveim­um árum síðan. Tað ætlar hann sær ikki. Orðini vóru ikki meira enn løgd út á Vágaportalin, áðr­enn atfinningarsomu røddirnar aftur trivu í fordømingina av løgtingsformanninum, ið varð lagd­ur undir ikki at røkja skyld­ur­ nar, ið fylgja við hansara embæti. Markið Ákoyringarnar tykjast tó ikki at rína við politikaran av Sandi, sum við tjúgu ára roynd­um sum lands­stýrismaður, løgtings­mað­ ur, borgarstjóri og nú løgtings­ for­maður hevur lagt rygg til nógv ókvæmis­orð gjøgnum ár og dag. Hjá honum er talan um eina grund­ leggj­andi sannføring, ið hann ikki kann ganga móti. - Eg haldi ikki tað er rætt, at før­ oysk­ir myndugleikar, móti sínum vilja, eru gestir í egnum landi. Tá vit eru í vertsleiklutinum, eru vit eis­ini vertir. Tað skulu vit gera væl og vísa góðan føroyskan fólka­sið og gestablídni. Tað haldi eg eis­ini, Eg haldi tað er ónatúrligt sum ein av landsins leiðarum, at skula vera gestur hjá nøkrum í egnum landi móti mínum vilja. VIL IKKI VERA GESTUR Í EGNUM LANDI