hósdagur 23. august 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018
SOSIALURIN 97
24
at vit gera í ríkiligan mát. Eg geri
persónliga nógv burturúr tí leik
lutinum, men tað eru eisini nøkur
mørk. Markið hjá mær er, at í Før
oyum eru tað føroyingar, ið eru
vertir, slær tingformaðurin fast.
Støðutakanin um, at í Føroyum
eru tað føroyingar, ið eru vertir,
minnir nógv um slagorðið hjá full
veldisrørsluni um, at í Føroyum
skulu føroyingar ráða. Tað er held
ur einki at ivast í, at tað er djúpa
sannføringin um, at Føroyar eiga
at vera frælsar, ið liggja til grund
fyri støðutakanina hjá løgtingsfor
manninum.
- Nógv hava spurt meg, hví eg
ikki bara spæli við í glantrileikinum,
so eg sleppi undan stríðnum.
Tankin hevur streifað meg, at tað
er nógvur sjónleikur í hesum og
kanska skal man bara taka hendan
aftrat. Men tað hevur so stóran
symbolskan týdning fyri meg at
siga, at hetta er okkara land, og tað
eru vit, ið eru vertir í Føroyum, sig
ur løgtingsformaðurin.
Gestablídni
So djúp er tjóðskaparliga sannfør
ingin, at tað er púra óhugsandi fyri
løgtingsformannin, at hann hevði
tikið við innbjóðingini. Tað stríðir
grundleggjandi móti tí, ið hann
metir er føroyskur siður.
- Eg haldi tað er ónatúrligt sum
ein av landsins leiðarum, at skula
vera gestur hjá nøkrum í egnum
landi móti mínum vilja. Um mín
hugur stóð til tað, so var støðan ein
onnur. Men tá tað er móti mínum
egnum vilja, so er tað ófólkaligt
av gestunum. Tað er hvørt fall
ein manglandi vitan um føroyskt
gestablídni, sigur Páll á Reyna
túgvu, áðrenn hann lýsir hvat
hann leggur í hugtakið føroyskt
gestablídni.
- Føroyskt gestablídni byggir á
tað, at tú sum vertur, fær møgu
leikan at bjóða teg fram á allan hátt
við tí mentan, ið man umboðar. Eg
haldi tað kann tulkast, at man ikki
setur seg inn í tí mentan, ið man
kemur at vitja, tá man uppførir seg
sum vertur, í eini støðu har tú ert
gestur, sigur tingformaðurin.
Gestur í Danmark
Fyri summi kann tað tykjast sum
ein andsøgn, at Páll á Reynatúgvu
sýtir fyri at fara umborð á Danne
brog, men er til onnur høvi saman
við teimum kongaligu. Eitt er, at
hann sjálvur hevur verið vertur
fyri teimum í løgtinginum og siti
til borðs við teimum, tá Løgmans
skrivstovan hevur skipað fyri
borðhaldi, men tað undrar mong, at
hann í mai mánað var við til stás
døgurðan í samband við føðingar
dagin hjá krúnprinsinum.
Fyri løgtingsformannin er eing
in andsøgn í hesum, men undir
strikar tað í staðin, at hansara
støðutakan ikki er eitt persónligt
val, men at talan er um eina grund
reglu.
- Tá eg var í Danmark, var eg
gestur á sama hátt, ið eg meti, eg
skal vera vertur í Føroyum. Um eg
segði nei til alt, so var tað mín per
sónliga støða, ið kom til sjóndar.
Hetta er eitt kompromi, ið eg geri
í embætinum, at eg havi ikki tí
støðu, at eg ikki vil sita til borðs
við teimum. Hjá mær handlar tað
einans um, at í Føroyum eru tað
vit, ið eru vertir, og aðrastaðni eru
tað tey, ið eru vertir, sigur Páll á
Reynatúgvu.
Kann ikki umboða øll
Ein stórur partur av kritikkinum
móti Páll á Reynatúgvu hevur
verið, at hann í sínum embæti
sum løgtingsformaður er eitt um
boð fyri alt Føroya fólk og ikki bara
sínum egnum sjónarmiðum. Mill
um annað Tórbjørn Jacobsen, borg
arstjóri í Runavíkar kommunu, og
Edmund Joensen, tingmaður fyri
Sambandsflokkin og partur av
formansskapinum í løgtinginum,
hava víst á tað á hesum sinni, með
an Javnaðarflokkurin og Bárður
Nielsen, formaður í Sambands
flokkinum, vístu á líknandi sjónar
mið fyri tveimum árum síðan.
Løgtingsformaðurin hevur tó
torført við at skilja kritikkin, ið
sambært honum byggir á skeivar
fortreytir, tí tað ber als ikki til hjá
nøkrum føroyskum politikara at
umboða allar føroyingar.
- At man skal umboða øll er gykl.
Hinir tríggir í formansskapinum,
ið gera tað øvugta av tí, ið eg geri,
umboða hvørki meg ella tey tjóð
veldisfólk, ið høvdu takkað nei
til slíka innbjóðing, sigur Páll á
Reynatúgvu.
Páll á Reynatúgvu vísir á ríkis
rættarligu støðuna millum Føroyar
og Danmark, tá ið hann skal greiða
frá, hví tað er ómøguligt hjá einum
einstakum føroyingi at umboða øll.
- So leingi vit ikki eru eitt sjálv
støðugt land, er tað vónleyst hjá
einum sambandsmanni at umboða
meg umborð á Dannebrog. Somu
leiðis er tað vónleyst hjá mær, at
umboða ein sambandsmann um
borð á Dannebrog. Tann dagin vit
hava loyst, tann dagin vit eru blivin
eitt sjálvstøðugt land, fáa vit eisini
eitt vanligari samband til danska
kongshúsið. Tá verður søgan ein
heilt onnur, sigur Páll á Reyna
túgvu.
Sjálvur góðtekur hann, at onnur
ikki hava somu hugsan sum hann
um málið, men hann saknar, at
onnur virða hansara sjónarmið.
- Vit kunna ikki síggja burtur
frá tí, at donsk ávirkan gjøgnum
føroyska søguna ávirkar gerandis
politikkin. Eg má bara góðtaka, at
tað eru summi, ið fara glaðbeint
umborð á Dannebrog, men eg hevði
vónað, at fólk eisini vístu virðing
So leingi vit
ikki eru eitt
sjálvstøðugt
land, er tað
vónleyst
hjá einum
sambandsmanni
at umboða
meg umborð
á Dannebrog.
Somuleiðis er
tað vónleyst
hjá mær, at
umboða ein
sambandsmann
umborð á
Dannebrog.
Eg má bara
góðtaka, at tað
eru summi, ið
fara glaðbeint
umborð á
Dannebrog, men
eg hevði vónað,
at fólk eisini
vístu virðing
fyri, at eg má
vera trúgvur
yvirfyri mínum
grundsjónar
miðum