Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018 SOSIALURIN 97 25 fyri, at eg má vera trúgvur yvirfyri mín­um grundsjónarmiðum, sigur Páll á Reynatúgvu. Danskt vald Í øllum rokanum, ið avgerðin hev­ ur elvt til, er tað eitt, ið undrar løg­ tings­formannin. Í londunum kring okk­um verður mangan tosa um, at veljarar troyttast av politikarum, ið skifta hugsan og støðutakan alt eft­ir hvønn veg rákið gongur. Tí skil­ur hann ikki, at man í Føroyum øs­ir seg um tað øvugta. - Her haldi eg fast í mínari støðu, tí eg trúgvi, at tað eru nøkur mørk og virðir, ið man ikki skal ganga upp á kompromi við. Tað er tað, ið hevur elvt til øsing, sigur løg­tings­ for­maðurin. Hann vísir kortini á, at hann í stóran mun hevur gingið upp á kom­promi við sína grundleggjandi hugs­an, tá hann aðrar tíðir hevur verið vertur til kongalig høvi. - Tá eg havi verið vertur fyri tey kongaligu í míni tíð sum borg­ arstjóri á Sandi, nevnd­ar­for­mað­ur í SEV og ikki minst sum løg­tings­ for­maður, havi eg gjørt ómetalig stór kompromi í mun til tað, ið er mín persónliga støða. Tí eg eri ein lýð­veldis­maður. Eg haldi lýðveldið er ein modernaður stýrisskipan. Dan­ir, bretar og onnur kunna velja at hava síni kongshús, men tað er einki dulsmál, at eg haldi tað vera ein sindur ævintýrkend verð í mun til ný­mótans lýðveldir, har man vel­ur ein forseta og eitt parlament, sig­ur tingformaðurin. Við støði í politisku sann­før­ ing­ini metir Páll á Reynatúgvu, at danska kongshúsið gjøgnum árini hevur virkað sum eitt amboð fyri danska valdið í Føroyum og sær vitjanirnar í tí ljósinum. - Hyggur man eftir leiklutinum hjá kongshúsinum í mun til sjálv­ stýris­strembanini hjá føroyingum, so verður kompromiið hjá mær upp­aftur størri. Lesur man svørtu bók og alla søguna aftanfyri ridd­ ara­kross­arnar í Føroyum, so er tað ikki lesnaður fyri veikar sálir. Leik­lut­urin hjá kongshúsinum sum am­boð hjá danska valdinum í Før­oyum er stórur. Tað kann man ikki síggja burtur frá, sigur ting­for­ mað­urin. Bilsin av mótstøðuni Fleiri hava nýtt høvi at funn­ist at avgerðini hjá løgtings­for­mann­ inum seinastu dagarnar og í stór­an mun tykist, at tey, ið taka orðið al­ ment, eru samd um, at tað er skeivt at løg­tingsformanninum ikki tekur við inn­bjóðingini. Mótstøðan hevur eisini tikið hann á bóli, tí hann hevði ikki væntað, at tað vóru so nógv fólk, ið brúktu høvi at finnast at honum, tá tal­an er um eitt tvey ára gamalt mál. - Hetta er sama mál sum fyri tveim­um árum síðan. Tí kemur tað eitt sindur óvart á meg, at tað er bliv­in ein miðlaódn. Tað eri eg eitt sindur keddur av, at tað er enda við. Tí eina ella aðrastaðni hevði eg vónað, at tað ikki fór at fáa so stóran týdning, sigur Páll á Reyna­túgvu. Hann ger tó púra greitt, at tað hevði als ikki komið upp á tal, at hann broytti støðu og tók móti inn­ bjóð­ingini frá krúnprinsinum. - Eg dugi ikki at síggja, hvussu eg hevði kunna tikið eina aðra støðu í hes­um førinum. Eg kann ikki hava eina støðutakan til drotningina og eina aðra til krúnprinsin. Tað hevði slett ikki borið til, sigur løg­tings­ for­maðurin. Óvæntaðan stuðul Sum greinin byrjaði við, so eru tað ikki einans atfinningar, ið hava heglað oman yvir kroppin hjá løgtingsformanninum, men fekk hann óvæntaðan stuðul, tá Margretha drotning á tíðindafundi fyri tveimum árum síðan vardi rætt­in hjá løgtingsformanninum at gera sum hann ynskti. Tað kom óvart á tingformannin. - Í veruleikanum kom tað eitt sind­ur óvart á. Men hinvegin haldi eg, at tað svarar væl til tey virð­ir, ið hon onkursvegna hevur sett fyri sær sjálvari og danska kongs­ húsinum. Tí sjálvt um eg haldi at kongs­húsið er gamaldags, so skulu tey hava rós fyri, at tey eru rætti­ liga opin og demokratiskt hugs­ andi, sigur tingformaðurin. Júst tað, at drotningin gav eitt slíkt svar, metir tingformaðurin, var or­søkin til, at øsingin legði seg tá. Sam­stundis megnaði hon eisini, at vísa tað, ið løgtingsformaðurin metir vera eina heldur keðiliga síðu av før­oy­ingum. - At hon tók tað so mikið róligt sum hon gjørdi, hjálpti at leggja tann stormin. Eg prátaði eisini við hana fleiri ferðir tá. Eg var bæði vert­ur fyri hana í tinginum og sat til borðs við henni eitt heilt kvøld, tá løg­maður var vertur. Hennara við­merking vísti hennara stórsinni og onkursvegna peikaði tað á ta før­oyska undirbrotligheitina, ið vit mangan leggja fyri dagin. Hetta var ikki tað stórmál hjá drotn­ingini, ið nøkur royndu at gera tað til, men virdi hon, at eg hevði mín demo­ krat­iska rætt sum fólka­vald­ur politikari, sigur løgtings­for­mað­ urin. Kritikkur frá sínum egnu Neyvan tekur tað nakran av bóli, at sambandsfólk eru millum tey, ið hava nýtt høvi at leggjast eft­ir løgtingsformanninum, men held­ ur óvæntað var tað, at Javn­að­ ar­flokkurin, ið er í samgongu við Tjóðveldi, fyri tveimum árum síð­ an nýtti høvi at alment finnast at løg­tings­for­mann­inum. Spurdur um kritikkin frá sam­ starvs­felaganum í samgonguni, sig­ur Páll á Reynatúgvu, at hann neyv­an hevði gjørt tað sama, um leik­lutirnir vóru øvugtir, men at hann virðir, at tey hava ein rætt til at finnast at honum. - Eg eri ikki hundrað prosent nøgd­ur við alt, ið løgmaður ger ella Javnaðarflokkurin ger, men tað er altíð ein góður siður í einum sam­ starvi, at man roynir at taka teir dyst­irnar innanhýsis. Eg hevði ynskt, at Javnaðarflokkurin gjørdi tað í hesum føri. Hinvegin má eg eis­ini virða tað, at tey kanska síggja øðr­vísi upp á hesi viðurskifti enn eg geri. Tá er tað teirra rættur at gera vart við teirra støðu, sigur løg­ tings­formaðurin. Meðan Javnaðarflokkurin hóast alt er ein annar flokkur, ið hevur sín­ar egnar veljarar at hugsa um, so er støðan øðrvísi við Tórbjørn Jacob­sen, borgarstjóri í Runavíkar komm­unu, ið er partamaður hjá Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldinum. Á Face­book gjørdi borgarstjórin í Runavík fyrr í vikuni greitt, at hann skilti ikki støðutakanina hjá ting­for­manninum. Men heldur ikki álopið frá partamanninum tek­ur Páll á Reynatúgvu so tungt. - Hann hevur rætt at hava sína áskoð­an. Hann hevur kanska eisini onn­ur sjónarmið at verja, og hevur hann eisini sagt, at tað er sum borg­ ar­stjóri, at hann hevur úttalað seg. Eg ætli mær ikki í stríð við mín góða vinmann um tað. Hevur hann hug at fara umborð á Dannebrog og sita til borðs sum gestur í egnum landi, so er tað hansara søk. Tað broyt­ir ikki upp á míni viðurskifti við Tór­bjørn Jacobsen, sigur Páll á Reyna­túgvu. Eg dugi ikki at síggja, hvussu eg hevði kunna tikið eina aðra støðu í hesum førinum. Eg kann ikki hava eina støðutakan til drotningina og eina aðra til krúnprinsin.