hósdagur 23. august 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018
SOSIALURIN 97
26
T
að var í 1994, at norður
lendsk framsýning var í
Malmø við verkum eftir
Leonardo da Vinci. Børn
míni búðu í Keypmannahavn tá, so
tað var lagamanni at bjóða teimum
útferð til Malmø. Hetta var í mars
mánaði og rættiliga kalt. Minni eg
tey á hesa útferð, so nevna tey,
at slíka bíðirøð sum henda dagin
í Malmø, hava tey aldri upplivað.
Vit stóðu í meira enn ein tíma
og bíðaðu eftir at sleppa inn, og
bíðirøðin var í kilometrum. Har
var ordan í, uttan at nakar var at
halda skil á. Tíverri fór eisini at
regna, og tá stóð á hjá onkrum. Var
framsýningin ein karm
verd?
Astrid Andreasen í
Müllers Pakkhúsi
Hendingin kom mær til
hugs henda dagin, framsýn
ingin av verkum hjá Astrid
Andreasen læt upp í Müllers
Pakkhúsi (4.-19. august). Vit
stóðu heilt út á Skálatrøð í
bíðirøð, áðrenn tað læt upp
og lukkutíð í fínasta veðri.
Útvarpið hjá kring
varpinum hevði framm
anundan havt áhuga
verda samrøðu við
listakvinnuna. Mong
heftu seg við, at hon
púra spontant m.a.
segði, "Eg veit ikki,
hvat inspiratión
er. Eg fari bara til
arbeiðis hvønn
dag." Bæði lands
stýriskonan
í
mentamálum,
Rigmor Dam, og
varaborgarstjórin
í Havn, Gunnvør
Balle, høvdu loftað hes
um orðum Astridar, og tóku til tey
í røðu síni við ferniseringina.
Rodin´sa Testamenti
Hjá mær vakti hetta eisini serlig
minni. Hevði fingið lítlan bókling
til gávus seint í sekstiárunum.
Tað var testamentið hjá
kenda franska mynda
høggaranum, Auguste
Rodin. Nei, tað vóru ikki
ognir, men tankar og
hugskot hann vildi
leggja eftir seg til
komandi ættarlið av
listafólkum. Har sigur
hann m.a., at tann, ið
bíðar eftir íblástri,
fær onki á skaftið.
Hann livdi frá
1840-1917. Hann
er m.a. kendur
fyri listaverkið
djúphugsarin,
ið finst í ym
iskum orig
inalum kring
um í Europa.
Vildi fegin
sitera ymiskt
úr hesum testa
menti, men eri
nú varug við, at í
innganginum stend
ur: hesin bóklingur skal ikki selj
ast í bókabúðum, og eftirprent
- eisini í brotum er bannað. Skalda
rættindini eigur franska forlagið.
Hætti mær kortini at sitera
hetta brot:
"Havið tol! Bíði ikki eftir íblástri
(inspiratión). Hann finst ikki.
Einastu eginleikar listafólksins eru
gløgskygni, eftiransni, reinlyndi
og vilji. Gerið tykkara arbeiði sum
reiðiligir arbeiðarar."
Áhugavert var tí eisini at hoyra
myndahøggaran Hans Paula Olsen
í viðtalu við útvarpið í sambandi
við serliga skeiðið í list, nevna, at
myndlistafólk mugu og noyðast
at vera í gongd alla tíðina. Hann
kundi sjálvandi ikki hava síni verk
hjá sær alla tíðina og arbeiða við
teimum, men hann kundi hava
papír og blýant hjá tær og tekna
nær- og hvar sum helst á sama hátt
sum musikarar, ið støðugt noyðast
at venja alla tíðina.
Signaða tilvild
Í samrøðuni við útvarpið var Astrid
Andreasen sera lítillátin. Hon
hevði ikki hug sum ung at ganga
í skúla og var ikki málrættað við
víkjandi útbúgving, og tað var bara
MYNDAHØGGA
LISTAHANDVER
Jóan Pauli Poulsen og Jórunn
Dánialsdóttir Poulsen - stigtakarar
UMMÆLI