hósdagur 23. august 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018
SOSIALURIN 97
27
av tilvild, at hon tók prógv sum
handarbeiðslærari sum eina byrj
an. Harvið lærdi hon handverkið
og teknikkin, ið góvu henni dirvi og
sjálvsálit til at royna at átaka sær
uppgávur og verkætlanir, ið onnur
litu henni til, umframt alt hon
hevur tikið úr egnum barmi. Síðani
hevur hon tikið fleiri útbúgvingar
m.a. sum vísindaligur illustrator.
Tað var sum at koma inn í annan
heim at uppliva avrikini kreativit
etin og fantasi Astridar. Litavalið
er hugtaktandi og fjálgt. Hugskotið
er ofta skemtiligt, og hon er ófør og
original til at geva bókum, sum hon
myndprýðir, flog. Samstundis hev
ur hon óvanligt samband við tað,
sum rørir seg í tíðini. Tilfarið og
myndevni eru óendalig. Havi altíð
elskað myndina av fýra fiskum,
ið liggja so væl ballaðir í hvítum
songjarklæðum í einum reyðum
dukkuvogni. Tá vit hava fangað
hugskotið, so siga vit: ja, hví ikki
- sjálvandi - genialt! Øllum kemur
hon væl frá: hekling, binding,
seyming, áseyming, akvarel,
tekning við litblýanti og tusjum,
myndveving o.m.a., og so klipping
ikki um at tala. Jólamerkini við
einglum í kjólum við føroysku
troyggjumynstrum syngjandi av
lívsins kreftum eru hugtakandi
og ógloymandi. Myndevni er ser
liga fuglar, fiskar, húsdjór, lomb,
blómur o.a. Hesi hava eisini ofta
verið myndevni til frímerki.
Slík listakona skal sjálvandi eis
ini uppliva Galapagosoyggjarnar
við teimum serligu fuglunum.
Stóra veggteppi frá Galapagos
við fuglum og sjógvi er veldugt.
Bara sjógvurin er eitt kapitul fyri
seg. Haldi, at Astrid sær møguleik
ar allastaðni. Óført er tað, at hon
eisini hevur verið á kenda barna
heiminum í Umanak og arbeitt
saman við børnunum. Ivist ikki í, at
har vóru spírar, ið fara at mennast
í Grønlandi. Arbeiði teirra vóru eis
ini við á framsýningini.
Framsýningin, sum nú er endað,
var ein framúr uppliving. Tað
væntaði stóra mannamúgvan sær
eisini , sum stóð í bíðirøð henda
leygardag á Skálatrøð. Komin
runt, vælnøgd við alt, ið var,
komst tú í tankar um so ógvuliga
nógv annað, Astrid hevur gjørt, og
sum ikki var við á framsýningini,
og sum hugsingur ikki var um at
flyta í Müllers Pakkhús. Fyri mín
part, tá eg skuldi taka mær av út
lendskum gestum fyrr í tíðini, so
var Fiskivinnustovan í Nóatuni
hent - nevniliga at síggja alt liv
andi í havinum og á havsins botni
í seymaðu útgávu Astridar. Tað
hongur í gongini har. Líka so hent
var tað at leita sær niðan á Lágar
garð og síggja árstíðirnar hjá Astrid
við inngongina har.
Vestmanna
Tað ultimativa er tó altartalvan í
Vestmanna Kirkju. Tað kunnu vit
ikki fulltakka J.P.Gregoriussen fyri,
at hann fekk Astrid at sniðgeva og
gera hetta avrik til heimbygdina,
lutvís saman við dóttrini, Katrini.
Tað er ein heilt serlig uppliving
at sita í kirkjuni í Vestmanna og
hoyra sálmasang. Og tað er ikki
av tilvild, at fólkakirkjan hevur
valt hesa altartalvu til brævhøvd
á heimasíðu síni.
Góða Astrid. Takk fyri, at tú
ikki setti teg at bíða eftir íblástri,
men bara fór til arbeiðis sum øll
hini hvønn morgum. Gløgskygni,
eftiransni, reinlyndi og vilji, sum
Rodin skrivar í testamentinum
hevur tú bara stillisliga prógvað.
Tað er nakað serligt við tykkum
vestmenningum og tykkara toli. Eg
ímyndi mær, at pápi tín, Andreas
Andreasen, við sínum lívligu, lit
føgru og skemtiligu yrkingum og
týðingum, støðugt hevur verið ein
stimbrandi inspiratiónskelda. Ella
eisini líkist tú honum bara. Eitt ør
indi hansara í "Nú sprettur á fold
og spírar sigur":
Nú pisur úr koppi kaga,
- Guð signi tey smáu nev -
í lofti , bergi og haga
fæst fuglur við fegið strev.
Eg hoyri hetta ørindi, tá eg síggi
eina av myndum tínum.
Tú skapar við hondum og heila,
tað hann skapar við orðum.
Guð signi hvørt bein í tykkum er!
Tøkk fái Jórun Danjalsdóttir og
aðrar fyri systurligt lógvatak, nú
Astrid fylti 70. Hóast stóri áhugin
og eldhugin fyri framsýningini má
hava verið sera inspirerandi fyri
listakvinnuna, so er tað valla tað
áleina, ið alsamt fær 70 ára gomlu
Astrid Andreasen til arbeiðis
hvønn dag.
Karin Kjølbro
ARIN OG
RKSKVINNAN