hósdagur 18. november 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 221 - 18. november 2004
Nr. 221 - 18. november 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Frágreiðing loynilig
Í Fraklandi hevur Michel Barnier, uttanríkisráðharri,
gjørt av, at almenningurin fær ikki at vita, hví palest-
inski leiðarin, Yasser Arafat, doyði. Sambært ráðharr-
anum hava næstu skyldfólkini hjá Arafat fingið at vita,
hvat Arafat bagdi, og skal frágreiðingin almannakunn-
gerast, er tað bara einkjan, Suha, sum kann gera tað.
Arafat varð fluttur á eitt hernaðarsjúkrahús í París
tann 29. oktober, og longu tá fóru fólk at gita, um ísra-
elsmenn mundu hava eitrað hann. Ísraelsku myndug-
leikarnir hava víst gitingunum aftur, men avgerðin at
halda orsøkina til deyða hansara loyniliga ger, at mong
framvegis hava illgruna um eitran.
Fronsku læknarnir, sum viðgjørdu Arafat, hava sagt,
at hann hevði nógv hvít blóðlikam, at hann hevði ikki
blóðkrabba, og at tað var trupult at viðgera hann. Men
teir hava sýtt fyri at upplýsa sjálva deyðaorsøkina, og
tað sleppa teir ikki at gera aftan á avgerðina hjá uttan-
ríkisráðnum.
Broyting á veg?
Diplomatar í Norðurkorea siga, at í seinastuni hava
myndugleikarnir tikið fleiri myndir av landsins leiðara,
Kim Jong-il, niður. Talan er serliga um myndir, sum hava
hingið á almennum støðum í høvuðsstaðnum Pyon-
gyang.
Diplomatarnir halda ikki, at Kim Jong-il er á veg úr
norðurkoreonsku leiðsluni, men at talan heldur er um
eina roynd hjá myndugleikunum at fáa fólk at gera
minni burtur úr leiðaranum og á tann hátt at rudda slóð
fyri búskaparligum nýskipanum. Kim Jong-il tók við
sum leiðari í Norðurkorea í 1994, og tað sigst, at hann
fleiri ferðir hevur sagt seg vera ímóti teimum nógvu
myndunum av sær.
Ein útlendskur diplomatur í Pyongyang sigur við
fronsku tíðindastovuna AFP, at ein ávísur spenningur
hevur verið í býnum seinastu dagarnar. Hann heldur
hetta vera eina ábending um, at eitt ella annað er í um-
búna, og at okkurt fer at henda á tí politiska økinum um
stutta tíð.
Vilja hava vald
Indiánarnir í Brasil eru av álvara farnir at blanda seg
upp í politikk. Á kommunuvalinum herfyri fingu
flokkar hjá indiánunum umboð í meiri enn 100 av
teimum 5600 kommunustýrunum, og tað er nógv meiri
enn á valinum fyri fýra árum síðani.
Agnaldo Xukuru, sum er valdur í eitt kommunustýri
í landnyrðingspartinum av Brasil, sigur við Aften-
posten, at higartil hava indiánarnir í Amazonas-økinum
dúvað upp á hjálp og stuðul frá útlendskum vælgerðar-
felagsskapum. Nú er tíðin komin til, at indiánarnir taka
sær av sínum áhugamálum, sigur hann og leggur aftur-
at, at í fyrsta umfari fer hann at virka fyri betri skúla-
og heilsuviðursiftum í teimum indiánsku økjunum.
Tá portugisar komu til Brasil fyri 500 árum síðani,
búðu umleið seks milliónir indiánar har, men í dag eru
teir bara 740.000 í tali. Teir eru býttir sundur í 250
ættarbólkar, og teir tosa 170 ymisk mál.
Fátæk víkja fyri handlum
Fyrramorgunin fóru myndugleikarnir í kinesiska
høvuðsstaðnum Beijing undir at ríva fleiri fátækrahús í
býnum niður fyri at gera pláss fyri nýggjum handlum.
Fjølmiðlarnir skriva, at sløkkiliðsmenn og løgreglu-
menn hjálptu arbeiðsmonnunum, sum brutu fátækra-
húsini niður. Tey, sum ikki vildu fara úr húsunum,
vórðu tikin og koyrd út. Myndugleikarnir siga, at fá-
tækrabýlingurin, sum er har eysturi í Beijing, skal
rívast niður, og at handlar skulu byggjast ístaðin fyri.
Tey, sum eiga fátækrahúsini, rokna við at fáa einar
4.000 krónur fyri fermeturin í endurgjaldi, men tað er
ikki nóg mikið til eina nýggja íbúð í høvuðsstaðnum,
siga tey. Kanska røkka pengarnir til eina lítla íbúð
onkunstaðni uttan fyri sjálvan býin, siga tey.
– Tey ríku flyta inn í býin, og vit fátæku noyðast at
flyta út býnum, sigur ein kvinna við Aftenposten.
Gongst sum ætlað
verður tað bæði
skjótari og og bíligari
at ferðast í framtíðini
FLÚGVING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Eitt royndarflogfar hjá am-
erikonsku rúmdarumsiting-
ini NASA hevur sett nýtt
met.
Fyrst varð tað ómannaða
flogfarið, sum eitur X-43A,
set upp á eitt hernaðarflog-
far av slagnum B52. Tá tað
var komið upp í ta ætlaðu
hæddina, varð ein rakett í
ómannaða flogfarinum sett
í gongd, og við henni eydn-
aðist tað at fáa flogfarið at
flúgva 11.000 kilometrar
um tíman ella tíggju ferðir
skjótari, enn ljóðið ferðast.
Tað er nýtt met.
Royndin, sum bleiv gjørd
í Kalifornia, er tann triðja
og seinasta. NASA sigur, at
tøknin í X-43A, sum ein
ein samanseting av einum
flogfari og einari rakett,
kann nýtast í vanligari
flogferðslu, og at hon fer at
gera tað skjótari, bíligari og
tryggari at flúgva.
Við at fáa sær Con-
doleezzu Rice til utt-
anríkisráðharra hev-
ur George W. Bush,
forseti, gjørt greitt, at
tann ágangandi utt-
anríkispolitikkurin
fer at halda fram
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Hon hugsar og tosar sum
Bush.
Tað er myndin av Con-
doleezzu Rice, sum nú er
tilnevnd amerikanskur utt-
anríkisráðharri. Ikki síðani
Richard Nixon var forseti
og Henry Kissinger uttan-
ríkisráðharri hevur so tætt
samband verið ímillum for-
setan og uttanríkisráðharr-
an. Rice og Bush arbeiða
saman, biðja saman og
hugna sær framman fyri
sjónvarpinum um kvøldar-
nar. Er Bush í Camp David,
er Rice eisini har, og fer
Bush til Texas, fer Rice við.
Sum uttanríkisráðharri
hevur Colin Powell verið
talsmaður fyri, at USA skal
samstarva við onnur lond
um at loysa heimsins trup-
ulleikar. Soleiðis hugsar
Condolleeza Rice ikki. Hon
hevur alla tíðina tikið undir
við Bush um at breiða
demokratiið út til allar
partar av heiminum, og at
USA eigur at gera tað,
sama um onnur lond taka
undir við tí ella ei.
Kortini hevur hon av og á
verið í parti við Powell. Eitt
nú tók hon undir við av-
gerðini hjá Powell at lata
Bretland,
Frakland
og
Týskland loysa kreppuna
við Iran, og hon tók eisini
undir við honum, tá hann
skjeyt upp, at grannalond-
ini hjá Norðurkorea áttu at
koma upp í samráðingarnar
um ta norðurkoreansku
kjarnorkuverkætlanina.
Nógvar uppgávur
Amerikanskir
fjølmiðlar
spyrja nú, um Condoleezza
Rice verður før fyri at temja
teir báðar heykarnar í
stjórnini, Dick Cheney,
varaforseta
og
Donald
Rumsfeld, verjumálaráð-
harra, tá teir av álvara
spenna seg út. Higartil hev-
ur hon kunnað styðjað seg
til Powell i slíkum løtum,
men tá hon tekur við, er
hann ikki har longur, skriva
amerikonsku bløðini.
Tey seinastu fýra árini
hevur Condoleezza Rice
verið trygdarráðgevi hjá
Bush. Hetta starvið hevur
gjørt, at hon hevur verið
aftan fyri tjaldið tað mesta
av tíðini, men sum uttanrík-
isráðharri skal hon fram á
pallin. Og hon fær nóg
mikið at takast við. Irak er
framvegis ein kreppa, og
Miðeystur er ein onnur.
USA vil hava fleiri lond at
hjálpa sær í Irak, men sum
er gongur tað tann øvugta
vegin, tí eitt fyri og annað
eftir hava lond boðað frá, at
tey fara at taka sínar her-
menn
úr
Irak.
Hesari
gongdini skal Rice royna at
venda.
Góðtekur Senatið hana
sum
uttanríkisráðharra,
verður Condoleezza Rice
tann fyrsta svarta kvinnan,
sum umsitur amerikanska
uttanríkispolitikkin
og
onnur kvinnan í hesum
embætinum. Tann fyrra var
Madelaine Albright, sum
var uttanríkisráðharri hjá
Bill Clinton.
Heimsins skjótasta flogfar
Eingin friðardúgva
Við at tilnevna Condoleezzu Rice hevur Bush tryggjað sær, at uttanríkisráðharrin sigur ikki annað enn tað, sum forsetin hugsar
Landsstýrismaðurin
við mentamálum er
ikki sinnaður at flyta
nýggja loftmiðla-
stovnin úr høvuðs-
staðnum
LOFTMIÐLAR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Eg haldi ikki, tað er rætt
júst nú at fara at kanna,
hvørt
samanlagdi
loft-
miðlastovnurin skal leggj-
ast uttan fyri Havnina.
Tað segði Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismaður
við mentamálum, tá ið
hann svaraði einum fyri-
spurningi frá Kára P. Høj-
gaard í løgtinginum týs-
dagin.
Sjálvstýrismaðurin hevði
spurt landsstýrismaðurin,
um hann tók undir við
møguleikanum at kanna,
um tann samanlagdi loft-
miðlastovnurin
kundi
leggjast uttan fyri Havnina.
Men tað ger Jógvan á
Lakjuni ikki.
– Útvarp Føroya og
Sjónvarp Føroya hava ikki
av tilvild havt bústað frá
byrjan í høvuðsstaðnum, og
tað haldi eg, at stovnarnir,
tá ið teir eru samanlagdir,
framvegis eiga at hava,
segði Jógvan á Lakjuni.
Kanningar
verða
nú
gjørdar, um ein nýggjur
sjónvarpsbygningur kann
byggjast saman við Út-
varpshúsinum í Sortudíki,
upplýsti Jógvan á Lakjuni í
sínum svari.
ÚF og SvF hoyra
heima í Havn
Orsakað av vantandi játtan
til Landsverk á landsins
fíggjarlóg fyri 2005, hevur
tað verið neyðugt at siga
trimum fólkum úr starvi.
Umframt hetta, fer eisini
eitt fólk niður í hálva tíð.
Støðan er tann, at fíggjar-
lógaruppskotið fyri næsta
ár vísir eina minking uppá
eina hálva millión krónur.
Harnæst fara sáttmála-
bundnar lønarhækkingar at
kosta stovninum umleið
hálva aðru millión eyka.
Úrslitið er, at Landsverk
á komandi fíggjarlóg kem-
ur at vanta pening til
lógarbundnar lønarútreiðsl-
ur svarandi til seks ársverk
í mun til lønarkarmin í ár.
Avleiðingarnar av hesum
skerjingum eru, at neyðugt
hevur verið at siga hesum
fólkum úr starvi.
Leiðslan á Landsverk
harmast um støðuna, men
vísir samstundis á, at or-
søkirnar til, at tað slepst
undan at siga enn fleiri
fólkum úr starvi fyri ein
part eru tær rationaliser-
ingar, ið eru framdar á
stovninum fyrr í ár og fyri
ein part ein ávís náttúrlig
frágongd millum starvs-
fólkið.
–eys
Trý fólk uppsøgd
hjá Landsverki
C
M
Y
K
3
2