Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. november 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 221 - 18. november 2004 Nr. 221 - 18. november 2004 5 KT-felagið heldur, at Føroyar eru í vanda fyri at verða afturút- sigldar av øðrum framkomnum lond- um, tí ov fáir føroy- ingar hava breiðband. Ein loysn kann vera, at tað almenna stuðlar útbreiðsluni av breiðbandi í Før- oyum. Stjórin á Før- oya Tele heldur, at pengar frá einskiljing kunnu brúkast til at gera eitt rættiligt lop rætta vegin BREIÐBAND Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Gott internetsamband er líka týdningarmikið fyri samfelagið sum streymveit- ing, vegir og vatnleiðingar. Tí má skundast undir út- breiðsluna av breiðbandi, so føroyingar ikki verða afturútsigldir á kt-økinum. Tað heldur formaðurin í KT-felagnum, Ólavur Ellef- sen, sum eisini er stjóri fyri kt-fyritøkuna Simprentis. Hóast telefeløgini í hes- um døgum fáa nógvar bí- leggingar upp á breiðband internetsamband, so hevur vøksturin í breiðbandinum ikki mát við gongdina í nógvum av okkara granna- londum. – Við ársbyrjan høvdu eini trý prosent av føroy- ingum breiðband, og hóast vøksturin í ár hevur verið stórur, er langt upp til onn- ur framkomin lond, sigur Ólavur Ellefsen. – Breiðbandið er ein partur av okkara infrastruk- turi og hevur avgerandi týdning fyri vitanarsamfe- lagið. Vilja vit vitanarsam- felagið, so mugu vit eisini hava breiðband. Onkur má skunda undir útbreiðsluna, tí tað gongur ov seint. Í løt- uni fáa nógv sær breiðband, men vandin er, at hetta er ein stuttur, stórur vøkstur, sum fer at steðga, tá ið 15 ella 20 prosent av føroy- ingum hava fingið sær breiðband. Tað er langt frá nøktandi fyri samfelagið, sigur hann. Ov dýrt Ein orsøk til, at føroyingar ikki hava fingið sær breið- band í sama mát, sum onn- ur fólkasløg hava, kann vera, at breiðbandið er væl dýrari í Føroyum enn í øðr- um londum. Í nógvum londum verður sonevnd flat-rate avrokning nýtt, og tað merkir, at prís- urin er tann sami, líkamikið hvussu nógv og hvussu leingi tú brúkar internet- sambandið. Í Føroyum verður partvís goldið eitt fast gjald, men eisini fyri nýtsluna, um nýtslan er størri enn ásett, og tað skapar avmarkingar. Formaðurin í KT-felag- num heldur eisini, at prís- urin á breiðbandi kann forða fyri skjótu útbreiðsl- uni. – Gera vit einki fyri at skunda undir útbreiðsluna av breiðbandi, so kunnu tað ganga eini 15 ella 20 ár, áðrenn øll hava fingið breiðband. Tað ber als ikki til, skulu vit samanbera okkum við onnur framkom- in samfeløg, sigur Ólavur Ellefsen, formaður í KT- felagnum. Prísurin skal niður Stjórin á Føroya Tele á- sannar, at breiðbandið er avgerandi týdningi fyri samfelagið, og hann fegn- ast um, at føroyingar nú rættiliga taka skjóta inter- netsambandið til sín. – Vit hava brúkt nógv longri tíð enn onnur lond at fáa gongd á útbreiðsluna á breiðbandi, men nú eru vit við at koma í gongd. Eini 2000 húsarhald hava nú breiðband, og vit eru farin at nærkast okkum einum europeiskum miðaltali, sigur Andras Róin. Prísirnir í Føroyum eru tó ikki í nánd av einum euro- peiskum miðaltali, tí føroy- ingar gjalda lutvíst meira fyri skjóta internetsam- bandið enn onnur lond. – Um tú samanber prísir- nar hjá okkum og í eitt nú Danmark, har tey hava nógv góð tilboð, so eru okkara prísir umleið tvífalt so høgir. Vit vildu gjarna havt ein lægri prís, men Fjarskiftiseftirlitið noktaði okkum tað, tí teir vildu hava, at aðrir veitarar skuldu hava ein kjans í kappingini, sigur Andras Róin. – Prísurin fyri nýtsluna av breiðbandi má niður, og vit vita eisini, at tað er eitt stórt ynski um at fáa flat- rate. Tað vísir seg bara, at hava vit einki loft á nýtsl- uni, so verður internetið misbrúkt av lutvíst fáum fólkum, sum seta seg á all- an kapasitetin við at down- loada eitt nú dvd-filmar, sigur Andras Róin. Stjórin á Føroya Tele heldur, at ein møguleiki er at hava eitt væl hægri loft á nýtsluni. Hendan variatión av flatrate verður brúkt í onkrum londum, og tað er kanska ein loysn, sum før- oyingar kunnu brúka, heldur hann. Tað almenna kann vera við Tá ið nýggi FAR-ICE kað- alin varð tikin í nýtslu, kundu føroyingar fáa veru- ligt breiðband. Kapasi-tet- urin á nýggja kaðalinum til útlandið er sera stórur, og Føroya Tele keypti seg inn á kaðalin. Tað kostaði eina stóra millióna upphædd, men tað skal nógv til afturat. Út- byggingar skulu eisini ger- ast í Føroyum, og har er nógv eftir enn, tí í løtuni umfatar breiðbandið bara 80 prosent av landinum. – Vit gera íløgur á hvørj- um ári fyri einar 50 ella 60 milliónir krónur, og ein part av tí kunnu vit brúka til breiðband. Tí fer tað at taka tíð at byggja út, og skulu vit náa øllum landinum eftir stuttari tíð, so má okkurt annað gerast, tí tað fer at kosta einar 100 milliónir, sigur Andras Róin. Formaðurin í KT-felag- num heldur, at eitt átak at skunda undir útbreiðsluna av breiðbandi, kundi verið, at tað almenna – eins og ís- lendska stjórnin – fíggjar ein part av uttanlandssam- bandinum, og harvið stuðl- ar útbreiðsluni av breið- bandi í Føroyum. – Fólk í vinnuni eru ikki á einum máli um leiklutin hjá tí almenna, og heldur ikki í KT-felagnum er full semja um tað, men mín meining er, at breiðbandið verður líka týdningarmikið fyri føroyska samfelagið sum annar infrastrukturur, og tí kundi tað almenna verið við í at menna sam- felagið á hesum øki, sigur Ólavur Ellefsen. Ov nógv ófriður Stjórin í Føroya Tele er ikki heitur fyri, at tað almenna kemur upp í, tí hann stúrir fyri, at politisk áhugamál verða drigin upp í, og at útbygginginar skulu við- gerast í løgtinginum, áðr- enn tær verða gjørdar. – Eg haldi, at vit skulu lata tey fólkini, sum hava skili fyri hesum, avgera tað, sigur Andras Róin. Men um útbreiðslan av breiðbandi í Føroyum ikki gongur nóg skjótt, og tað almenna ikki skal verða við til at skunda undir hetta, hvør onnur loysn kann so koma upp á tal. – Ein møguleiki hevði verið at einskilt ein part av einum samlaðum Føroya Tele, lagt ein part av peng- unum í landskassan, men síðani brúkt einar 100 milliónir ella meira til at gjørt eitt rættiligt lop við útbreiðsluni av breiðbandi, sigur Andras Róin. Hann sigur tó, at Føroya Tele hevur trupult við gera langtíðarætlanir í løtuni og fara undir stórar íløgur, tí framtíðin hjá felagnum er so óviss. Andras Róin vísir á, at spurningurin um tað digitala sendinetið er ein partur av sama máli, og her vilja summi hava netið tikið frá Føroya Tele og latið nýggja loftmiðlastovnin- um. Harafturat halda summi, at Føroya Tele skuldi verið býtt sundir í fleiri feløg, tí tað er blivið ov stórt. – Alt hetta ger tað trupult hjá okkum at arbeiða, og vit høvdu ynskt okkum eina avkláring og frið, so vit kunu lagt ætlanir fram í tíðina, sigur Andras Róin. KT-vinna ber til Tá ið talan er um eina menning av føroyska sam- felagnum, eru stjórin á Føroya Tele og formaðurin í KT-felagnum á einum máli um, at tøkniliga menn- ingin – harímillum breið- bandið - er ein avgerandi fortreyt. – Føroyar eru ikki ov lítl- ar til at hava eina kt-vinnu, vit kunnu saktans verða við, men tað krevst, at vit gera tær neyðugt tøknilig útbyggingarnar. Vit mugu hava ein heimamarknað, áðrenn vit kunnu fara út í heim við kt-loysnum, sigur Ólavur Ellefsen. Stjórin á Føroya Tele heldur, at nógvir møguleik- ar eru við eini kt-vinnu. – Onnur lond satsa nógv upp á kt-vinnu í løtuni, og tað hevði verið upplagt, at vit eisini royndu at vera við, sigur Andras Róin. Breiðbandið breiðir seg ov seint Breiðband er skjótt internetsamband, sum byggir á ADSL-tøknina. Hendan tøknin brúkar verandi telefon- linjur til skjótt digitalt samband. ADSL-tøknin ger tað møguligt at sleppa út í heim umvegis telduna í heiminum. Eitt serligt modem verður brúkt, og breiðbandið órógvar ikki telefonsambandið, tí tað brúkar ein annan frekvens enn vanliga telefonin. Breiðbandið skapar nýggjar møguleikar við internetin- um, tí sambandið er nógv skjótari enn uppringda sam- bandið. Breiðbandið er meira ómakaleyst – tað er altíð opið, ferðin er munandi skjótari, møguleikarnir at flyta tónleik, myndir, ljóð og annað umvegis netið verða størri, og tænasturnar, tú kanst brúka, verða alt fleiri. Í Føroyum bjóða fleiri veitarar breiðband. BREIÐBAND – Gera vit einki fyri at skunda undir útbreiðsluna av breiðbandi, so kunnu tað ganga eini 15 ella 20 ár, áðrenn øll hava fingið breiðband. Tað ber als ikki til, skulu vit samanbera okkum við onnur framkomin samfeløg, sigur Ólavur Ellefsen, formaður í KT-felagnum Mynd: Jens Kristian Vang Arbeiða hart fyri at fáa Suðuroy í eina kommunu Beinanvegin eftir nýggjár verða stig tikin til at savna alla Suðuroy í eina komm- unu. Helst koma kommunan í Sumba og á Tvøroyri við einum felags útspæli um samanlegging KOMMUNUSAMAN- LEGGING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Uppundir kommunuvalið var nógv frammi um at leggja kommunurnar í Suðuroy saman. Fyrst og fremst vóru tað sumbingar og Tvørafólk, sum ætlaðu at leggja tær báðar komm- unurnar saman, men tað miseydnaðist, tí teir fullu fyri tíðarfreistini uppundir kommunuvalið. Men tað merkir ikki, at spurningurin um komm- unusamanlegging í Suður- oynni er sleptur. Tvørturímóti er vænt- andi, at arbeiðið fyri at savna alla oynna í eina kommunu verður harðari nú enn tað nakrantíð hevur verið. Samstundis sum komm- unuvalið var, skipaðu kommunan á Tvøroyri og kommunan í Sumba eisini fyri fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging, har veljarin slapp at siga sína hugsan um eina komm- unu í Suðuroy. Úrslitið vísti ein heilt greiðan meiriluta í hesum báðum kommununum fyri at at leggja alla kommun- una saman í eina komm- unu. Sostatt hevur borgar- stjórin á Tvøroyri eiha púra greiða undirtøku hjá tvøra- fólki tá ið hann nú sigur, at samanlegging verður eitt av teimum heilt stóru málun- um hjá Tvøroyrar býráði í næsta valskeiði. Sum borgarstjóri seinastu tvey árini hava hann, og alt býráðið á Tvøroyri, verið íðin talsmenn fyri saman- legging. Mánakvøldið varð hann afturvaldur til borgarstjóra tey næstu fýra árini. Og hann sigur, at málið um at leggja alla Suðuroy í eina kommunu verður eitt av teimum heilt stóru mál- unum hjá Tvøroyrar Býráð í hesum valskeiðnum. Hann væntar at Tvøroyr- ar Kommuna og Sumbiar Kommuna fara at koma við einum felags útspæli til allar hinar kommunurnar um samanlegging. Sostatt væntar hann, at Tvøroyrar kommuna og Sumbiar kommuna í felag fara at kalla allar hinar fimm kommnurnar í Suð- uroynni saman til fundar at tosa um samanlegging. Og hann væntar eisini, at tað verður beint eftir nýggjár, at farið verður til verka. Men tað er ikki vist, at hesin stóri knúturin er loystur fyri tað, tí landsstýrismaðurin vil ikki siga um trygg- ingartakararnir eisini fáa ein partaeigara- sáttmála, sum er heilt avgerðandi fyri teir LÍV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er nú greitt, at trygg- ingartakarnir fáa 50% av tryggingarfelagnum, Lív. Tað samtykti landsstýrið týsdagin. Samstundis samtykti landsstýrið at selja hina helvtina av LÍV til hægst- bjóðandi. Hetta er eitt mál, sum ar- beitt hevur verið við í næstan fimm ár. Men tað er als ikki vist, at komið er á mál fyri tað um landsstýrið nú hevur samtykt, hvussu framtíðin hjá LÍV skal vera. Fyri Samtakið, sum røkir áhugamálini hjá trygging- artakarunum, er tað heilt avgerandi, at tryggingar- takararnir eisini fáa ein partaeigarasáttmála, sum tryggjar teimum, at ongar týðandi avgerðir kunnu takast í nevndini í LÍV, utt- an at semja er um tað. Men tað vil Bjarni Djur- holm als ikki gera við- merkingar til. Hann sigur, at fyribils vil hann ikki fara í smálutir við málinum, tí hann skal hava samband við tryggingartak- ararnar seinni. Men hann sigur, at hann ivast ikki í, at Landsstýrið fær eina avtalu við trygg- ingartakararnar, sum teir verða nøgdir við. Hann sigur, at nú fer um- sitingin at seta samtyktina í landsstýrinum í verk. Men hann sigur eisini, at talan er um eitt stórt og fløkt mál, so tað fer at taka sína tíð, tí tað skulu langar fyrireikingar til, uttan at hann tó nevnir, hvussu leingi hetta fer at taka. Kortini væntar hann ikki at tað fer at eydnast at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið, fyrrenn á Ólav- søku. Nú LÍV skal seljast, ætlar landsstýrið eisini, at trygg- ingartakararnir skulu fáa umboð í nevndina fyri LÍV, kanska við tveimum um- boðum. Hann sigur, at eftir fund við tryggingartakararnar var semja um, at fáa eina endaliga niðurstøðu týs- dagin og at hann skuldi mæla landsstýrinum til at samtykkja, at tryggingar- takararnir fingu 50% og at hini 50% verða seld hægst- bjóðandi og at tryggingar- takararnir skuldu fáa ávirk- an og innlit. Og tað er nú hent!. – Tað, vit leggja størsta dentin á, er, at tryggingar- takararnir fáa innlit og ávirkan, soleiðis sum Løg- tingið hevur samtykt og tí setningi halda vit, at vit røkka við hesi samtyktini í landsstýrinum. Bjarni Djurhom sigur, at landsstýrið hevur sett sær fyri at loysa eftirlønarmálið og í hesum sambandi kann LÍV verða ein krumtappur. Tí hevur tað eisini týdning fyri landsstýrið, at ein loysn verður funnin fyri LÍV, so- leiðis at trygingartakarnin vil kennast við tað og savnast um tað. Tryggingartakararnir hava sett hart uppá at, at tað eru teir, sum eiga LÍV og at landsstýrið hevði ikki ognarrættin yvir tí, tá ið tað varð gjørt til alment parta- felag í 1999. Tí vilja teir hava 51% av partabrøvunum í LÍV, nú tað skal einskiljast. Fáa teir ikki 51%, vilja teir hava mist 50%, men so er treytin tann, at teir samstundis fáa ein partaeigarasáttmála sum tryggjar teimum, at ongin týðandi avgerð kann takast í nevndini,uttan at semja er um tað. Spurningurin er so um samtyktin í landsstýrinum er nóg mikið, serliga tá ið landsstýrismaðurin onki vil siga um partaeigarasáttmál- an. Samtakið fyri tryggingar- takararnir fara nú at tosa saman um málið. Tryggingartakarar fáa 50% av Lívstryggingini Tá ið Tvøroyrar Býráð skip- aði seg mánakvøldið, var eisini Jacob Poulsen, bygda- ráðslimur í Sumba, til staðar. Her stendur hann, høgrumeg- in, saman við borgarstjór- anum á Tvøroyri. Kanska tosa teir um samanlegging Eftir fimm ár hevur Landsstýrið nú tikið eina endaliga avgerð um framtíðina hjá tryggingarfelagnum LÍV. Men tað er ikki vis, at málið er loypst fyri tað C M Y K 5 4