Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. november 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 221 - 18. november 2004 Nr. 221 - 18. november 2004 7 Fríkirkjan Oasan: Byggir fyri 9 miljónir í Hoyvík Komandi summar flytir virksemið, sum Fríkirkjan Oasan hev- ur Uppi á Brekku 3 í Hoyvík, í nýtt og snotuligt samkomu- hús við fótin á Løg- mansbreyt. Samkom- an, sum hevur sín uppruna í karismat- isku vekingini, er í holt við at byggja nýggjan bygning, sum liðugur fer at kosta út við 9 miljónir krónur SAMKOMUHÚS Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri boðaði tann millum manna so kenda Meinig- heitin í Hoyvík frá, at sam- koman hevur fingið nýtt navn og kallast nú Frí- kirkjan Oasan. Orsøkin til navnabroytingina er, at í Hoyvík eru eisini aðrar meinigheitir, og tí varð hildið vera rættast at broyta navnið. Hetta er eisini av praktiskum orsøkum. Har- aftrat kemur, at eingin eigur "patent" upp á at vera meiningheitin í Hoyvík, nú fleiri meinigheitir eru. Men navnabroytingin verður ikki einasta broyting- in hjá Fríkirkjuni Oasuni. Síðan virksemið hjá sam- komuni byrjaði fyrst í áttatiárunum, hevur verið húsast ymsastaðni, og sein- astu árini hevur samkoman átt bygningin Uppi á Brekku 3 í Hoyvík. Bygningurin er seldur Balslev, men samkoman fer at halda til har, til nýggju og snotuligu hølini, sum nú verða bygd við fótin á Løg- mansbreyt, eru liðug móti sumri. Vítt til veggja Jóni Johannesen, fyristøðu- maður, sum saman við Hendriki Olsen og Alfredi við Skipá, manna elstaráðið hjá Fríkirkjuni Oasuni, sig- ur, at samkoman hevur valt at byggja heldur enn at vera verandi Uppi á Brekku. – Tað var soleiðis, at trý grundøkir lógu uppat hvørjum øðrum, har sam- komuhúsið nú verður bygt. Vit áttu tað eina av hesum, men hildu tað vera ov lítið við atliti til ætlaðu bygg- ingina og parkeringsviður- skifti. Tí seldu vit grundøkið og keyptu bygn- ingin á Uppi á Brekku. Seinni vórðu so nevndu trý økir løgd út til tvey í staðin, og vit fingu høvi at keypa slakar 2/3 av hesum. Síðan hava vit selt bygningin Uppi á Brekku og eru farin undir at byggja nýggja samkomuhúsið. Jóni sigur, at høvuðs- bygningurin verður umleið 36x16 fermetrar og kjallar- in, sum er í eystara parti av bygninginum, verður um- leið 16x16 fermetrar. – Stoypt verður eisini fyri einum tilbygningi, sum verður einar 10,5x15 fer- metrar stórur, men hesin verður helst ikki gjørdur liðugur í fyrsta umfari. Fyristøðumaðurin sigur, at uppi í arbeiðinum er eisini ein millumbygningur, har inngongd og wc verða, og hesin parturin verður eisini gjørdur liðugur. - Innilokingararbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at bygningurin er tættur. Tekj- an er ikki løgd á, og vind- eygu og hurðar eru ikki íkomin. Bygningurin verð- ur taktur, tá ið líkindi verða til tess, og timburmenninir fara at seta vindeygu og hurðar í tíðliga í desember. Innan eru teir eisini byrjaðir at seta revlar upp. Stórt tak Fyristøðumaðurin sigur, at gongst sum ætlað, stendur høvuðsbygningurin klárur at taka í nýtslu komandi summar, men hann væntar ikki, at alt, sum ætlanin er at gera, verður gjørt liðugt í senn. – Komandi summar verð- ur í fyrstu syfti høvuðs- bygningurin liðugur – við sali, kantinu, inngongd og wc’um. Somuleiðis verður køkurin rættaður av, men tað er ikki vist, hann verður liðugur beinanvegin. Kjall- arin verður í fyrsta lagi eitt stórt rúm, sum vit eitt nú ætla at nýta til ungdómin. Jóni sigur, at samlaða íløgan helst fer at tátta í einar 9 miljónir krónur, tá ið alt er liðugt, og neyðuga innbúgvið er keypt. Hann væntar, at tann parturin, sum verður gjørd- ur liðugur fram til komandi summar, fer at liggja um einar 8 miljónir krónur – við stólum og anleggi. – Jú, hetta er eitt stórt tak. Tað almenna rindar einki av hesum. Vit hava søkt um stuðul ymsastaðni, men hava ongan stuðul fingið. Fyristøðumaðurin sigur, at alt arbeiðið verður fíggj- að við lántøku, peningi, sum samkoman eigur og við gávum. – Vit áttu umleið 2,5 miljónir krónur, tá ið vit keyptu grundøkið, sum vit fingu fyri 1,6 miljónir krónur; tá var tað planerað. Jóni Johannesen sigur, at Articon hava gjørt jørð-og betongarbeiði, og Kristin Johansen og Bjarni Poulsen standa fyri timburarbeiðin- um. El-og Tele gera el-ar- beiðið, og Reno-Vent tekur sær hita-og saniteti. – Vit eru eini 80-100 fólk, sum eru meira og minni aktiv í Fríkirkjuni Oasuni, sigur fyristøðu- maðurin at enda. Teir tríggir, sum sita í elstaráðnum hjá Fríkirkjuni Oasuni, eru: Alfred við Skipá, Jóni Johannesen og Hendrik Olsen Mynd: Jens Kr. Vang Tann karismatiska vekingin byrjaði sum ein rørsla í 1961 í USA og bleiv til eina heimsumfatandi rørslu, ið eisini kom til Norðurlond, har Noreg var tað fyrsta landið. Í Føroyum fingu vit at kenna nakað til hesa rørslu fyrst í sjeytiárunum. Út- lendskir prædikumenn (serliga norðmenn) komu til Føroya. Røringur kom í fólkið, sum streymaði til og vísti seg at vera sera op- ið fyri boðskapinum, sum hevði sterka ávirkan. Nak- að – fyri mong – ókent og nýtt var mátin, sum orðið varð praktiserað uppá. Eis- ini fóru fleiri føroyingar, eitt nú Jákup Magnussen, prestur og Maja Dalsgarð, niður til Danmarkar á páskum í 1975 til eina kar- ismatiska ráðstevnu í Roskilde, har so kendir menn sum Aril Edvardsen, Michael Harry, Svend Bojsen, Håkon Bojsen og Lars Messerschmitt vóru høvuðstalarar. Mong vóru opin fyri hesi veking og vildu tey tí fegin koma saman í felagsskapi og eisini – sum leikmans- rørsla – at vera við til at vekja Føroya fólk andaliga. Ein av teimum mongu, sum her heima gingu á odda í vekingini, var Tummas Juul Askham. Fríkirkjan Oasan er ein sjálvstøðug kirkja. Elsta- ráðið hevur evstu ábyrgd í boðan og læru. Elstaráðið er ikki undir eftirliti av øðr- um kirkjuligum myndug- leika. Heldur ikki er Frí- kirkjan partur av nøkrum kirkjusamfelag, men ynskir at virka saman við øðrum kirkjum, ið byggja á somu meginreglur sum fríkirkjan. – Vit ynskja at bera Guðs ljós út í okkara myrka heim, og vit ynskja at styrkja familjubondini á kristnum grundstøði og leggja í hesum sambandi alstóran dent á barnaarbeiði, ung- dómsarbeiði og vaksna- mannaarbeiði, sigur Frí- kirkjan Oasan. Fríkirkjan Oasan og karismatiska vekingin Síðuspring í Sørvági Tá borgarstjórin í Sørvági skuldi veljast á fundi týskvøldið, hendi tað sama, sum hendi í Havn. Nevni- liga at ein Bygdar- ráðslimur fór í val- bólk við øðrum lista enn tí, hann var vald- ur á. Hinir limirnir í samgonguni, sum skipað var, siga seg ikki vita av, at fleiri avtalur vóru gjørdar um borgarstjóraval BORGARSTJÓRAVAL Edvard Joensen Sørvági: Borgarstjórin í Sørvági fer komandi fýra árini at eita Jákup Suni Lauritsen. Hann varð valdur á fundi týs- kvøldið. Til varaborgar- stjóra vað valdur Erik Dav- idsen. Tað var kortini ikki heilt uttan dramatikk, at borgar- stjóravalið fór fram í Sør- vági týskvøldið. Jákup Suni Lauritsen skifti hest beint áðrenn valt varð, siga hans- ara listafelagar frá komunu- valinum í seinastu viku. Til komunuvalið stillaði Jákup Suni Lauritsen upp á lista D í Sørvági, sum fekk tríggjar limir valdar í nýggja bygdarráðið. Um- framt Jákup Suna Lauritsen vórðu eisini Jógvan Páll Joensen og Suni Jacobsen valdir á tí listanum. Bygdarráðið í Sørvági telur sjey limir, og tískil væntaði teimum ein stuðul til at fáa ein meiriluta í bygdarráðnum. Tann stuð- ulin fingu teir frá tí nývalda liminum á lista A, sum varð einsamallur valdur á tí listanum. Eftir vóru so teir tríggir limirnir, sum valdir vórðu áLista C. Arbeitt varð við einum samgonguskjali, sum setti greitt upp, hvat farast skuldi undir í komandi skeiði. Eisini varð sett í tað skjalið, at Suni Jacobsen, sum er valdur á lista D, skuldi vera borgarstjóri í Sørvági komandi valskeið. Men fyri at fáa so breitt samstarv, sum til bar, varð sett í skjalið, at Erik David- sen á C listanum skuldi vera varaborgarstjóri. Eis- ini nevndarsessir skuldu so býtast út á alt bygdarráðið. Slignir á nevið Hetta gekk alt gott og væl, til fundurin varð settur, og borgarstjóri skuldi veljast, sigur Suni Jacobsen, bygd- arráðslimur í Sørvági. Tá hendi tað, at uppskot kom frá lista C um at velja Jákup Suna Lauritsen av lista D til borgarstjóra, og Erik Dav- idsen av lista C til vara- borgarstjóra. Tó var eisini uppskot lagt fyri fundin um at velja Suna Jacobsen til borgarstjóra og Erik David- sen til varaborgarstjóra, sum avtalað var í sam- gonguskjalinum. Úrslitið av valinum gjørdist, at listi C saman við Jákupi Suna Lauritsen av lista D valdi Jákup Suna Lauritsen til borgarstjóra og Erik Davidsen til vara- borgarstjóra. Eftir sótu hinir tríggir bygdarráðslim- irnir, sum fóru á fund vit- andi um, at teir høvdu eina avtalu um, at borgarstjórin skuldi veljast av lista D og samstarv skuldi vera mill- um allar bygdarráðslimir- nar við millum annað at velja varaborgarstjóran av lista C, sigur Suni Jacob- sen, Bygdarráðslimur. Teir kendu seg heldur enn ikki reyvrendar. Tað skilst á teimum, at teir einki høvdu fingið at vita um, a samráðingar vóru aðrastaðni, sum partur av tí samgongu, teir hildu seg hava, eisini var við í. Kundi ikki góðtaka skjalið Jákup Suni Lauritsen, ný- valdur borgarstjóri, váttar, at hann kendi til sam- gonguskjalið, sum hansara listafelagar saman við lista A hildu skuldi gerast grundarlag undir førda pol- itikkinum í Sørvági kom- andi fýra árini. – Men eg fekk ikki at vita um innihaldið fyrr enn sunnukvøldið, og eg hevði aldeilis ikki givið tilmæli til tað skjalið. Tvørtur í móti vóru fleiri ting í tí skjalin- um, sum eg als ikki kundi taka undir við. Eitt nú at farast skuldi undir fyrireik- ing av mentanarhúsið. Tí tað hevur kommunan ikki ráð til í løtuni, sigur hann. Jákup Suni Lauritsen sigur, at samgonguskjalið, sum ætlanin var at nýta sum grundarlag, varð gjørt heilt uttan hansara vitan. Ikki fyrr enn tað var liðugt, fekk hann kunnleika um tað. Suni Jacobsen, sum sam- bært Jákupi Suna Lauritsen var upphavsmaður til sam- gonguskjalið saman við bygdarráðsliminum, sum valdur var á lista A, sigur, at hann vil ikki gera viðmerk- ingar til hendan pástandin í løtuni. – Vit hildu okkum hava eina avtalu, men eg skilji, at har var altso gjørd ein onnur avtala eisini, sum varð hildin loynilig fyri okkum, sigur hann. Jákup Suni Lauritsen vísir aftur, at hann hevur gjørt fleiri avtalur. – Hendan avtalan um, at eg skuldi veljast til Borgar- stjóra, var ikki gjørd fyrr enn beint fyri fundin, sigur hann. Hann heldur ikki, at Sørvágur nú hevur fingið eitt Heðin Mortensen syn- drom at dragast við. Heldur væntar hann gott samstarv komandi valskeið. Tað var í hvussu er fatanin, hann hevði eftir fundin, sigur ný- valdi borgarstjórin í Sør- vágs Kommunu. ..........hóast listafelagar hansara hildu seg hava eina avtalu við hann um at velja Suna Jacobsen til borgarstjóra Sálmar í nýggjum hami Hósdagin kemur út nýggj fløga við heitinum, Mær halda Harrans hendur FLØGUÚTGÁVA Jákup Mørk Tað er vestmenningurin, Johannes Ólavsson, sum stendur aftan fyri út- gávuni, og er tað 3’arin í SMS, sum gevur út. Talan er um sálmar sum vit kenna teir frá sálmabókum ið brúktar verða í kirkjum og samkomum í Føroyum. Men tað kann tó sigast at teir eru latnir í ein heldur nýggjari tónlist- arligan búna. Á fløguni eru 11 sálmar, summir kendir, adrir minni kendir, og eru tað nakrir av okkara bestu tónleikarum og sangarum sum spæla og syngja á hesi fløgu. Fløgan er miksað av normanninum Gulleiv Wee, sum eisini er kendur sum produsari hjá Sigvart Dagsland og hevur spælt bass hjá Sissel Kyrkjebø, Morten Abel og øðrum. Nýggja fløgan verður at fáa kring landið hósdagin Jákup Suni Lauritsen varð týskvøldið valdur til borgarstjóra í Sørvági............ Mynd : Edvard Joensen C M Y K 7 6