Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. november 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 221 - 18. november 2004 Nr. 221 - 18. november 2004 9 Stórt Dj-show og karao- kee verður í TB-húsinum leygarkvøldið 20. no- vember. Tað er ikki fyrstu ferð, at suðuroyingar fáa vitjan av Dj-show'inum, og tað plagar at vera sera stór undirtøka. Dansurin er góður og lívligur, og fyrireikarar- nir siga, at suðuroyingar duga framúr væl at hugna sær saman. Jákup Jacobsen verður frásøgumaður, og hann plagar altíð at byrja karaoke við at syngja nakrar sangir sjálvur. Tá verður altíð sungið sera hart við. Men suðuroyingarnir sjálvir smæðast heldur ikki mikrofonina. Teir eru grammir at halda seg framat, tá syngjast skal, og áskoðarafjøldin hjálp- ir væl til og stemmar í til hvørt lag. Bussur koyrur. Pláss kunnu bíleggjast á tlfnr 226566 –eys Í næstum verður farið undir at kanna før- oyska hand- og hand- verkslist. Kanningin verður landsumfat- andi og Menta-mála- ráðið og Mentanar- grunnur landsins eru høvuðsstuðlar. Enda- málið er at fáa vitan um handverk í Før- oyum og um tey fólkini, ið fáast við hetta KANNING Eydna Skaale Eynda@sosialurin.fo Aldargamla handverks- mentanin hjá okkum før- oyingum, kemur nú undir sjóneykuna. Føroya Heima- virkisfelag hevur nevniliga sett sær fyri at kanna hvat verður evnað kring oyggj- arnar, – og hvørji tey eru, sum halda handverkslistina á lívi. Jónhild Johannesen og Randi S. Vang hava fingið ábyrgdina av at standa fyri verkætlanini. Høvuðsendamálið við kanningini er at fáa til vega vitan um handverk og lista- handverk í Føroyum, og vitan um tey fólkini, sum fáast við hesa grein av mentanararvi okkara. Vandi fyri at tað ferst Í fleiri øldir hevur vitan um handverk, førleiki og skap- anarevni verið ald fram í føroyingum. Skal byggjast á ta vitan, sum farnu ættar- lið hava lagt eftir seg, er neyðugt at bera skjótt at. Annars er vandi fyri, at vit sita eftir við einum stórum holi, sum vit ikki fáa bygt víðari á. Eitt endamál við kann- ingini er tí eisini at tryggja, at vitanin verður varðveitt, og at hon kann gerast ein náttúrligur partur av virk- seminum hjá yngru ættar- liðunum. Tá kanningin er gjørd fæst betur at vita, hvar tørvur er at stuðla, at vekja áhuga og at varveita. Fara út at leita Kanningin gongur fyri seg á tann hátt, at Jónhild Jó- hannesen og Randi S. Vang fara at ferðast kring landið við spurnarbløðum. Sú- sanna á Brúsoyri, sum ný- liga andaðist, hevur gjørt spurnarbløðini. Hon hevur eisini gjørt undankanningar fyri at tryggja, at spurning- arnir verða settir soleiðis, at tey øki verða greið, ið ætl- anin er at lýsa. Tað er sjálvboðið at út- fylla spurnarbløðini. Tey, ið vilja luttaka fáa fulla vissu um, at spurnarbløðini og aðrir upplýsningar verða viðgjørdir í trúnaði. Komandi hósdag, 18 no- vember verður byrjað at leita. Tær báðar verða tá í Ósáskúlanum í Klaksvík, kl 19.30. Á skránni verður nærri frágreiðing um kanningina, vegleiðing viðvíkjandi spurnarbløðum, prát og drekkamunnur. Fólk kunnu eisini seta seg í samband við Jónhild Johannesen á tlf 318088 ella 218087. Telduposturin er jonhild@post.olivant.fo ella Randi S. Vang á tlf 314265 ella 514265. Teldu- postur hennara er ransiva@post.olivant.fo Stór kanning um føroyska handverkslist Hvussu kann kanningin nýtast, og hvør fær gagn av henni Kanningin fer ivaleyst at vísa á fleiri møguleikar at koma fram á leið við menningini av hand- og listhandvekinum. Nevnast kunnu nøkur dømi: • Grundarlag fyri at samskipa allar handverksgreinar í landinum • Stovnan av áhugabólkum innan tær ymisku handverksgreinarnar • Møguleiki at samskipa og samstarva um undirvísingina í fólkaskúlum, kvøldskúlum og skeiðvirksemi • Letur upp møguleikar fyri teim eldru at koma inn á skúlarnar at siga frá og læra frá sær innan ávísar greinar • Møguleiki hjá Mentamálaráðnum at nýta kanningina tá mentanarpolitikkur verður orðaður • Dagføring av táttinum, ið snýr seg um føroyskt hand- og listhandverk á ymsu skúlunum • Møguligan áhuga og týdning fyri lærara- og pedagogútbúgvingina innan hetta øki • Listaskúli er í umbúna. Kanningin kundi verið partur av grundarlagi undir orðing av frálæruætlan.T.d. hvat slag av handverkslist hevði verið týdningarmikið at lagt dent á • Møguleiki at menna ein talgildan upplýsingardepil um handverk, til gangs fyri øll áhugað • Føroya Heimavirkisfelag fær eitt nýtt stýringsamboð. Kanningin varpar ljós á, har tørvur er á at stuðla - at vekja áhuga - og at varðveita, so tað munar Jónhild Jóhannesen og Randi S. Vang, ið eisini stóðu fyri handlisttiltakinum Gluggaglæma, hava nú fingið til uppgávu at gera umfatandi kanning um handverk og handverkslist í Føroyum. Tær fara at ferðast kring landið við spurnaðarbløðum og vóna, at fólk fara at møta fjølment til fundirnar. Savnsmynd Sunnudagin 21. november kl. 16 verður umboðs- mannatingið hjá Kórsam- bandi Føroya í musikkskúl- anum á Frúutrøð í Havn. Kórsambandið er felagið hjá øllum Føroya kórum. Flestu kórini eru limir, men onkur hava enn ikki skrivað seg inn í felagsskapin. Málið má vera, at øll Føroya kór gerast limir og harvið gera sína ávirkan galdandi til frama fyri føroyskan kórsang. Møgu- leiki er at koma við á fundin sunnudagin og har tekna seg sum lim. Øll kór, sum áðrenn fundin hava goldið limagjald - kr. 1000 pr. kór - eru fullgildir limir við øllum rættindum. Kórsamband Føroya hevur tey nógvu árini skip- að fyri kórstevnum av ymsum slagi ymsa staðni í Føroyum. Kórsambandið skipar eisini fyri sanginum ólav- søkudag, kórsanginum undir tinghúsinum, tá skrúðgongan kemur úr kirkju og fyri felagssang- inum á midnátt. Seinasta kórstevnan var á Læraraskúlanum í fjør- vetur. Mogens Dahl, dansk- ur kórleiðari, stóð tá fyri kórleiðsluni. Kórsambandið hevur eis- ini vegna Føroyar samskifti við kórsambond uttanlands og tá mest í Norðurlondum. Nevndin í kórsambandin- um hevur seinastu árini eisini virkað fyri og eggjað til savnan og útgávu av føroyskum kórtilfari. Eitt úrslit av hesum er Føroysk Kórbók - satsir eftir Karl Clausen. Á skránni eru aðrar útgávur, onkur væl ávegis komin, meðan aðrar enn eru á "tekniborðinum". Í løtuni sær nevndin soleiðis út: Ólavur Hátún, Bøur, formaður, Hans Jørgensen, Miðvágur, skrivari, Astrid Jacobsen, Vestmanna, kassameistari. Fyri vali hesaferð standa Ólavur Hátún og Hans Jørgensen. Tíðindabræv frá Kórsambandi Føroya Dj-show í TB-húsinum Savnsmynd Heðin hevði samband Heðin Mortensen heldur fast um, at hann undir sam- ráðingunum við Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin náttina eftir kommunuvalið, tosaði við for- mannin í Sam- bandsflokkinum SAMBAND Eyðun Klakstein Heðin Mortensen skrivar í eini viðmerking í blaðnum í dag, at hann undir samráðing-unum við Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin náttina eftir kommunuvalið, hevði samband við for- mann-in í Sambands- flokkinum, Kaj Leo Johannesen. – Tá formaður Sam- bandsfloksins roynir at tváa sínar hendur og siga, at hann »ongantíð hevur verið partur av samráðingunum«, er tað ikki meira enn partvíst rætt, skrivar Heðin Mortensen. Kaj Leo Johannesen hevur í viðmerking av- sannað, at hann visti nakað um, at Heðin Mor- tensen skrivaði undir avtalu við Javnaðar- flokkin og Tjóðveldis- flokkin, eftir at Sam- bandsflokkurin longu hevði gjørt avtalu við Fólkaflokkin um sam- starv. – Formaðurin vil við hesum afturvísa pástand- inum um at hava vitað av, at Heðin Mortensen undirskrivaði fleiri avtalur, meðan øll hini lógu og svóvu, skrivaði Kaj Leo Johannesen. Heðin Mortensen sig- ur, at hann um hálvgum fimm tíðina tosaði í eitt korter við formannin í Sambandsflokkinum. – Og tað kann ein og hvør siga sær sjálvum, at fyrstvaldi býráðslimur floksins og floks- formaðurin fara ikki mitt um náttina eftir eitt val at tosa saman í telefon, tí teir vilja skifta um bindi- uppskriftir, skrivar Heð- in Mortensen í síni við- merking. – So Kaj Leo Johanne- sen kann ikki siga seg hava verið óvitandi um tað, ið hendi hasa nátt- ina. Tað er veruliga burt- ur úr vón og viti, um nakað er tað! Viðmerkingin hjá Heðin Mortensen kann lesast aðrastaðni í blaðn- um í dag. Komandi minnilutin í Klaksvík heitir á meirilutan um at skipa eina breiða samgongu við øllum flokkum, men flokk- arnir í meirilutanum eru avvísandi. Teir halda seg til eina gjørda avtalu POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Klaksvík: Komandi minni- lutin í Klaksvíkar býráði ger nú enn eina roynd at sleppa upp í part í leiðsluni av kommununi. Týsdagin sendi Eyðgunn Samuelsen, sum umboðar Javnaðarflokkin, vegna sín flokk, Sjálvstýrisflokkin og Sambandsflokkin, bræv til Fólkaflokkin og Tjóð- veldisflokkin, sum hava skipað meiriluta. Í brævin- um mælir hon til at skipa eina breiða samgongu mill- um allar flokkarnar. Men tað er ikki líkt til, at flokkarnir í júst skipaða meirilutanum eru sinnaðir fyri hesum møguleika. Nýggjur meiriluti Eftir kommunuvalið í síðstu viku fór meirilutin seinastu fýra árini undir at samráðast um framhald- andi samstarv, men tey samdust ikki. Eftir hesa roynd funnu Tjóðveldis- flokkurin og Fólkaflokk- urin saman, og flokkarnir eru samdir um at skipa meiriluta næstu fýra árini. Steinbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum skal halda fram sum borgar- stjóri, meðan Jákup Mikk- elsen úr Fólkaflokkinum verður nýggjur varaborgar- stjóri. Nýggja samstarvið merk- ir, at Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum hava verið inni í hitanum seinastu fýra árini, enda í minnilutan, og tað sama ger Sambandsflokkurin. Royna at sleppa uppí Men tað hóvar ikki teimum trimum flokkunum í kom- andi minnilutanum. Fyrst heittu flokkarnir á Fólkaflokkin um at sam- ráðast við teir um eina sam- gongu heldur enn við Tjóðveldsiflokkin, men Fólkaflokkurin svaraði, at flokkurin helt seg til avtal- una við Tjóðveldisflokkin. Nú heita minnilutaflokk- arnir á hinar báðar flokk- arnar um at skipa eina breiða samgongu, men tað verður neyvan veruleiki. Avvísa møguleikan Bæði Steinbjørn Jacobsen og Jákup Mikkelsen siga, at teir hava gjørt eina avtalu um samgongu, sum teir ætla at halda. – Vit hava longu svarað Javnaðarflokkinum eina- ferð, at vit halda avtaluna við Tjóðveldisflokkin, og tey fáa sama svar til nýggju áheitanina, sigur Jákup Mikkelsen. Borgarstjórin Steinbjørn Jacobsen heldur seg eisini til avtaluna, sum hann longu hevur gjørt. – Eg ælti mær á ongan hátt at bróta avtaluna við Fólkaflokkin, og tí verður hetta breiða samstarvið neyvan veruleiki hesaferð, sigur hann. Minnilutin í Klaksvík roynir til fánýtis Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ætla at halda seg til gjørdu avtaluna, hóast flokkarnir í minnilutanum nú mæla til nýtt og breitt samstarv Útoyggjafelagið ásannar, at er trupult at fáa veruliga gongd á arbeiðið í felagnum og at skipa fyri átøk- um, sum síggjast aftur á útoyggj ÚTOYGGJAR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Skulu vit gera eitt muna- gott arbeiði, noyðast vit at hava fólk burturav at taka sær av tí, og tað krevur fíggjarliga orku. Hesa orkuna hevur felagið ikki, og enn tykist tað ikki, sum politiski myndugleikin hev- ur áhuga í at hjálpa. Soleiðis stendur á lesa á heimasíðuni hjá Útoyggja- felagnum, sum ásannar, at tað megnar ikki at skipa fyri átøkum, sum síggjast aftur í øktum virksemi og trivnaði á útoyggjum. Blað og fundir Felagið hevur tó klárað at givið ein serligt blað og annað virksemið er eisini í felagnum. – So leingi vit fáa Glóð- ina útgivna og kunnu halda nakrar fundir um árið, har evni verða tikin upp til kjak, so er gongd í felag- num, og vit flyta okkum spakuliga fram eftir. Men okkum tørvar fíggjarliga orku til at taka størri stig og skumpa undir tiltøk, sum síggjast aftur í gerandis- degnum, heldur Útoyggja- felagið. Fundur við landsstýrið Útoyggjafelagið hevur heitt á Innlendismálaráðið um ein fund, har framtíðin hjá felagnum sum eitt menn- ingartiltak skal takast upp. Men onnur mál, sum eisini eru á skránni á hesum fundinum, er enn eina ferð samferðsluspurningurin og orkumál. – Innan samferðslu eru nógv átrokandi mál, men tað sum er mest átrokandi beint nú, er at fáa tyrluna at flúgva tveir túrar til Dím- unar eina ferð um vikuna. Dímun er einasta oyggj í dag sum ikki fær hesa tæn- astu, skrivar Útoyggjafe- lagið á heimasíðu sínari. Umframt hetta roynir Út- oyggjafelagið at fáa mynd- ugleikarnar at játta pening, soleiðis tyrlan kann flúgva ein dag afturat um vikuna – tað skal vera mánadag. Útoyggjafelagið orkar illa C M Y K 9 8