Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. november 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 221 - 18. november 2004 Nr. 221 - 18. november 2004 11 2. útbjóðing til leiting eftir kolvetni á landgrunninum lat aftur í gjár á middegi. Óvist er í skrivandi løtu, hvussu stór undirtøkan er, men eftir tí sum Sosialurin veit og kann meta um, eru eini 8-9 oljufeløg við. Hetta er nakað minni enn til 1. útbjóðing fyri fýra árum síðani. Kortini er eingin orsøk til at fella í fátt, tí eftir øllum at døma eru mong stór og meðalstór oljufeløg við í útbjóðingini, og tað merkir, at áhugi er fyri økinum, og at oljufeløg hava álit á, at her finst bæði olja og gass. Millum feløgini eru helst Statoil, ChervronTexaco, Shell, Dong, OMV, Føroya Kolvetni, Geysir og Atlants Kol- vetni. Ein orsøk til, at fleiri av feløgunum frá 1. útbjóðing, ikki eru við nú, eitt nú BP, Hess, BG og ENI, er tann, at fleiri teirra eru enn ikki liðug við sítt arbeiði og sínar skyldur frá 1. rundu. Undantakið er so Statoil, sum nú tykist gerast lokomotivið á landgrunninum. Tvs. at hesi feløg standa til at skula bora fleiri brunnar, áðrenn árið 2006 er úti. Tey hava bundið seg til at bora brunnarnar í sokallaða Gullhorninum, sum kortini ikki tykist so gullrandað longur. Hóast kolvetni er staðfest har í, er tað eisini meira ella minni staðfest, at her er helst ikki so nógv at fara eftir, sum upprunaliga hildið. Oljufeløg sum t.d. BP, sum eigur tveir av teimum fýra brunnunum, sum eru eftir at bora frá 1. rundu, hevur alment úttalað, at har er einki at fara eftir. Vit kunnu tí rokna við, at BP og møguliga eisini hini oljufeløgini frá 1. rundu, fara at biðja um samráðingar við Oljumyndugleikarnar um møguliga at kunna flyta teir brunnarnar í øki uttan fyri »Gullhornið«. Hugsandi er tí, nú fleiri av hesum feløgunum ikki eru við í 2. útbjóðing, eftir at loyvini eru latin í 2. útbjóðing, antin vilja royna at »farma« inn í nýggju loyvini longur norðuri á landgrunninum ella tey fara at heita á myndugleikarnar um at fáa tillutað onkur nýggj øki at bora írestandi brunnarnar frá 1. Rundu í. Hetta er so nakað, sum Oljufyrisitingin bestemmar, men vert er at hava ein góðan dialog við feløgini, fyri at fáa tað besta burturúr. Tað er greitt, hvat úrslitið enn verður av 2. útbjóðing, at tað har neyvan verður talan um at bora í fyrstu atlløgu. Feløgini vilja fyrst sleppa at gera kanningar . Hetta merkir, at tað neyvan verður nøkur boring á landgrunninum fyrr enn á sumri 2006. Tá skulu teir fýra brunnarir frá 1. útbjóðing borast. Spurningurin er so, nær vit kunnu vænta brunnar aftrat í sambandi við 2. útbjóðing. Alt hetta er sjálvandi ikki nøkur góð støða fyri føroyska vinnu og myndugleikar, sum hava vónað, at okkurt fór at henda í næsta ár. So vit eru noydd at bíða til 2006, sum afturfyri kann gerast eitt rimmar boriár. Áhugaverdi spurningurin er tá bert, hvar teir írestandi brunnarnir skulu borast. Tað kann virka eitt sindur bakvent, um brunnarnir, sum skulu borast í 2006, skulu vera í tí lítið áhugaverda Gullhorninum, nú tá alt bendir á, at mest áhugaverdu økini eru longur fyri norðan, í teigunum, sum helst fleiri hava søkt um í 2. útbjóðing. Vón- andi megna okkara myndugleikar saman við oljufeløgunum at skipa so fyri, at virksemi verður so skjótt til ber og at tað verður í økjum, har mest sannlíkt er at gera fund. At vit fáa ein brunn á basaltinum er helst nakað, sum øll sóknast eftir. DAGSINS MEINING Sosialurin 2. útkall á land- grunninum VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Helena Samuelsen í Hoyvík 12.11.04 Kommunuval hevur verið. Færri kommunur eru, nú valið er av, men nógvar nýggjar staðbundnar nevndir. Tað er ivaleyst bæði rætt og rímiligt at leggja komm- unur saman í størri eindir. Fyri tann skuld skulu bygd- irnar ikki hvørva av føroya- kortinum, men heldur varð- veita síni eyðkenni, staða- nøvn og alt annað, ið hoyrir bygdini til. Ein staðbundin nevnd skuldi kunnað vart bygdina í so máta, og verið góð í ráðum hjá kommun- ala myndugleikanum. Síggi í bløðunum, at bygdirnar í Tórshavnar kommunu á valinum 9. nov. hava valt sínar nevndir. Men vit í Hoyvík, størstu bygdini í kommununi, hava ongantíð fingið tann møgu- leikan. Og søgan er henda: Fyri fjórðingsøld síðan tóku markatalsbygdin Hoy- vík og niðursetubygdin Hvítanes seg burtur úr Tórshavnar uttanbíggja kommunu og løgdu saman við Tórshavnar kommunu. Ikki øll vóru so fegin um tað tá, tí vit vistu, hvat vit høvdu, og ikki hvat vit fingu. Við samanleggingini var avtalað ein Hvítanesnevnd fyri Hvítanes og ein ráð- leggingarnevnd fyri Hoy- vík. At tey, sum samráddust um samanleggingina, gjørdu mannamun á grannabygdunum báðum, tyktist beinanvegin so løg- ið. Í okkara ráðleggingar- nevnd vóru vald fólk, sum kendu Hoyvíkina og hoy- víkshagan, áðrenn nøkur húsagrund var í haganum, og at kalla øll, ið hava sitið í hesi nevnd, eru fødd og uppvaksin í Hoyvík ella í Hoydølum. Ráðleggingarnevndin í Hoyvík fekk kort úr Havn- ini yvir allar útstykkingar í Hoyvíkshaganum fyrstu árini og gjørdi so uppskot til gøtunøvn og royndi at varðveita tey fáu staða- nøvn, sum vóru í haganum. Síðan var farið í søguna, fyrst í bygdarsøguna og síðan í føroyasøguna. Men gøtunavnanevndin í Tórs- havnar kommunu góðtók ikki altíð uppskot frá stað- bundnu nevndini og verri enn so. Og tað var nevndin í Havn, sum hevði síðsta orðið at siga, áðrenn bý- ráðið setti nøvn á. Í dag man vera lítið lurt- að eftir, hvat staðbundna nevndin í Hoyvík sigur, tí gøtunøvnini í seinastu út- stykkingunum í Hoyvíks- haganum eru ein hurlivasi, sum ikki fylgir teimum ætl- anum, sum hoyvíkingar høvdu. Tað síggja øll, sum hava fylgt eitt sindur við, og sum kenna føroyasøg- una og leistin, ráðlegging- arnevndin alla tíðina hevur arbeitt eftir. Soleiðis er skilið í Hoy- vík. Hetta er eitt sindur løg- ið, tí tveir teir seinastu borgarstjórarnir í Tórs- havnar kommunu hava bygt sær hús í hoyvíkshaganum og aðrir býráðslimir við. Teir áttu at fylgt við, hvussu arbeitt verður í hes- um parti av kommununi. Um tað nú verður gøtu- navnanevndin í Havn, sum fer at seta gøtunøvn á gøtur í Nólsoy, Hesti, Kirkjubø og á Velbastað, fer tíðin at vísa. Men nú er ein lóg, sum sigur, at nøvn skulu setast á hvørja gøtu í hvørj- ari bygd. Og gøtunavna- nevndin í Havn eigur nú í hvussu so er seinasta orðið í hesum bygdum. Mær er sagt, at í Kollafirði er ein Kollafjarðarnevnd og eisini ein gøtunavnanevnd, sum er ráðgevandi hjá gøtu- navnanevndini í Havn. Um okkara lokala ráð- leggingarnevnd í Hoyvík so er ein gøtunavnanevnd, sum skal leiðbeina gøtu- navnanevndina í Havn, so skuldu vit í hvussu so er eisini havt eina Hoyvíks- nevnd so sum kommunu- stýrislógin heimilar, og sum so verður vald á val- staðnum, tá kommunuval er, eins og tað verður gjørt aðrastaðni í kommununi. Men í Hoyvík og eisini á Argjum átti at verið nóg mikið við gøtunavnanevnd, sum vóru javnstillaðar við gøtunavnanevndina í Havn, tí Hoyvík og Argir eru mestsum partar av stór- eindini. Hinar bygdirnar eru hóast alt longri burtur frá miðjuni og hava tí eisini onnur áhugamál at røkja. Eri púra samd við tí, Sámal Matras Kristiansen skrivar í Skáanum í dag 12. nov. um staðbundnu nevndirnar. Tað hevur alt at siga, hvussu politikarar og serliga starvsfólkið hjá kommun- uni vilja samarbeiða við tey, sum bara eru ráðgev- andi. – – – Og eitt aftrat. Tað er ikki sjáldan at hoyra fólk, sum búgva í Hoyvík, Hoydølum ella á Argjum, siga, at tey búgva í Havn. Tað bæði argar og ørkymlar. Tá so Havnin verður skrivað á brøv við gøtunavni í Hoy- vík, so kann ein postmaður fara at ivast í, hvat postøki eigur brævið. Her má vend koma í. Staðbundnar nevndir…og hvat so? Sjúrður Hansen í Paradís í Gøtu (við samstarvi, sjálvræði og kanska samanlegging) Føroyar, ein sambýur. Øll fara til Havnar, men 18.000 ráða (og gjalda). Býráðið í løgtingið og bygdirnar sum Paradis. NB. Hvussu Tórshavnar Býráð og hinir ‘stóru’ býirnir skulu vera fyri øll, má bara framtíðin vísa. Til Havnar Høgni Mikkelsen, býráðslimur, Sambandsflokkurin Tey, sum hava verið vitni til glantrileikin um skipan av nýggjari samgongu í Tórs- havnar Býráð bæði undrast og øtast. Allur moralur og sømu- ligheit eru blakað fyri borð til frama fyri kyniskt makt- spæl og reindyrkaða opp- ortunismu. Óreiðiligheit og loka- brøgd slóa nú vegin til hægsta álitissessin í størstu kommunu í landinum. Lønin hjá Heðin Morten- sen fyri at stinga egnar floksfelagar í ryggin og leypa frá gjørdum avtalum er, at Heðin Mortensen nú er kosin borgarstjóri í nýggju samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveld- isflokkin og Heðin Morten- sen í nýggjum hami sum javnaðarmaður. Tað stendur rimmarfast og er ein óreingiligur veru- leiki, at Heðin Mortensen tann 10. november 2004 umleið kl. 01.30 uttan fyri- varni skrivar undir eina bindandi samgonguavtalu millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um sam- starv í Tórshavnar Býráð fyri komandi fýra árini, har borgarstjórin var valdur og allir nevndarformanssess- inir mannaðir. Samgongan var fingin undir land og allir partar halda nú standa væl til. Samgongufelagarnir fegn- ast um nýggju avtaluna og fara sum natúrligt er heim at hvíla seg eftir eitt drúgt og stríggið valkvøld. Men hvat ger svíkurin Heðin Mortensen? Hann fer beinleiðis av fundinum og uttan at boða sínum floksfeløgum frá fer hann á nýggjan fund við Tjóðveld- isflokkin og Javnaðar- flokkin um skipan av einari aðrari samgongu. Sjálvsagt er Heðin sjálv- ur borgarstjórakandidatur, tí einki minni enn hægsti sessur í býráðnum, sum hann hevur tráa so leingi eftir, kann metta hansara markleysu maktgirnd. Enn einaferð ger Heðin eina avtalu við tveir aðrar flokkar um samgongu uttan nøkur fyrivarni, har nevnd- arsessirnir eisini verða býttir millum flokkarnar. Nevndarsessir verða eisini tillutaðir sambandsflokkin- um, uttan at hansara floks- felagar eru so frægt sum kunnaðir um nakað sum helst av tí, sum fer fram. Ongin kann vera í iva um, at Heðin Mortensen hevur gjørt seg sekan í ein- um sera álvarsligum álitis- og lyftisbroti, sum ongantíð verður rættað uppaftur. Persónurin Heðin Mor- tensen er rætt og slætt og ikki til at líta á og er tað tí uppá sítt pláss, at skýra komandi býráðsformannin við sínum rætta heiti, sum er »orðloysingur«! Tá vandi var fyri, at borg- arstjórasessurin var í vanda skifti Heðin bara enn eina- ferð hest. Maðurin er jú ein politiskur vingluskøltur utt- an støðufesti ella skruplir. Heðin útnevnir seg frá degi til dags frá at vera sambandsmann til at verða javnaðarmann og meldar seg galant inn í javnaðar- flokkin, sum tekur ímóti við opnum ørmum. Javnaðarflokkurin saman við tjóðveldisflokkinum gera so ikki mætari enn at tilnevna Heðin til borgar- stjóra enn einaferð, og hesaferð við tí sannførandi grundgeving, at Heðin var vorðin ein hollur og álít- andi javnaðarmaður. Skommin er teirra og lat javnaðarflokkin og tjóð- veldisflokkin eiga hana. Niðurstøðan av øllum hesum sirkusi má vera, at Heðin Mortensen kann ikki takast fyri fult. Hansara undirskrift er hvørki bind- andi ella álítandi og ongin kann taka mannin í álvara eftir hetta. Um Heðin framvegis heldur seg vera álitismann og ikki orðloysing, so eigur hann at krevja uppreisn. Ger hann ikki tað hevur hann sjálvur viðurkent henda dóm, sum allar tíðir fer at standa sum ein skammblettur bæði fyri hann og hansara samstarvs- felagar, javnaðarflokkin og tjóðveldisflokkin og ikki minst Tórshavnar komm- unu. Orðloysingurin Heðin Mortensen! VIÐMERKINGAR Heðin Mortensen Dúgliga hevur verið tosað og skrivað um »glantrileik« síðani kommunuvalið síðsta týsdag. At nógv hevði betur verið ósagt, er helst tað einasta, allir partar munnu vera samdir um. Men tá formaður Sam- bandsfloksins roynir at tváa sínar hendur og siga, at hann »ongantíð hevur verið partur av samráðingunum«, er tað ikki meira enn part- víst rætt. Víst var Kaj Leo Johann- esen ongantíð fysiskt til staðar undir hesum samráð- ingum, men umvegis tele- fonina varð nógv tosað við hann valnáttina. Sjálvur vildi eg ikki fara undir nakrar tingingar við valdu býráðslimirnar hjá Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum, fyrr enn eg hevði fingið »grønt ljós« frá floksformannin- um. Hetta kunnu onnur eisini vátta, tí tað var ikki bara eg, sum umvegis telefonina vendi mær til Kaj Leo Johannesen hasa náttina. Um hálvgumfimmtíðina tosaði eg við hann í eitt korter, og tað kann ein og hvør siga sær sjálvum, at fyrstvaldi býráðslimur floksins og floksformaður- in fara ikki mitt um náttina eftir eitt val at tosa saman í telefon, tí teir vilja skifta um bindiuppskriftir! So Kaj Leo Johannesen kann ikki siga seg hava verið óvitandi um tað, ið hendi hasa náttina. Tað er veruliga burtur úr vón og viti, um nakað er tað! Tá vit so aftur tosaðu saman í telefonini um átta- tíðina, samdust vit um, at býráðslimir floksins og for- maðurin sjálvur skuldu hittast til fund á Farex, og hann lovaði at geva Beate L. Samuelsen og Høgna Mikkelsen fundarboð. Á tí fundinum legði eg fram tað, eg hevði vunnið Sambandsflokkinum um náttina, so flokkurin kundi fáa størstu ávirkan á leiðsl- una í landsins størstu kommunu komandi fýra árini. Tað, ið varð lagt á borðið, var snøgt sagt besti møgu- leikin hjá Sambandsflokk- inum í Tórshavnar komm- unu síðani 1996, tá flokkur- in forsvav seg og vaknaði aftur í andstøðu. Hetta í sjálvum sær átti at verið ivaleysa gott grundar- lag fyri einari annulering av fyribils avtaluni við Fólka- flokkin, ið als ikki var so »klokkuklár«, sum Jan Christiansen hevur rópt um, men bert var ein fyri- bils avtala, ið legði upp til at hittast aftur til víðari tingingar. Í »klokkukláru avtaluni« varð enntá lagt upp til at fáa ein triðja flokk uppí. Og tað dugir ein og hvør at siga sær sjálvum, at við enn fleiri pørtum uppií hevði Sambandsflokkurin neyvan vunnið, men bara mist. Kortini hendi á fundinum á Farex tað løgna, at Sam- bandsflokkurin skoytti ikki um at fáa ta stóru ávirkan, honum stóð í boði! Tað, sum síðani er hent, kenna øll. Fyri mín part eri eg fegin um ta góðu mót- tøku, eg havi fingið í Javn- aðarflokkinum, eftir at eg frá Sambandsflokkinum fekk valið millum »at vera skotin ella hongdur«. Glantrileikur ella ikki Jan Christiansen, borgarstjóri Fyrrverandi bæði ting- og landsstýrismaður og for- maður í tjóveldisflokkinum Finnbogi Ìsakson hevur í bløðunum eina viðmerking til býráðsvalið og tað rum- bul, ið hevur verið við at fáa skipað eina samgongu í Tórshavnar Kommunu. Finnbogi skrivar: »Tað er ein harrans lætti, at høv- uðsstaðurin nú fær eina nýggja býráðsamgongu og ein nýggjan borgarstjóra«. Víðari sigur hann: »Sam- gongan sum hevur rátt tey seinastu fýra árini, mann hava verið tann vánaligsta í eini 40 ár«. Men Finnbogi leggur aft- urat, at nýggi borgarstjórin Heðin Mortensen, er eitt fund fyri komandi býráð. Høvuðsgrundgevingin yvir harða dómin av sitandi samgongu, eru tær ótelj- andi byggigølurnar, sum hava verið. Tað tykir mær eitt sindur løgi, at Harra Ísakson kann koma til ta niðurstøðuna. Heldur átti Finnbogi at nevt hvørjar hesar mongu byggigølur eru, og somuleiðis veit Finnbogi, at sjálvur Heðin Mortensen, hevur sitið sum formaður í nevndini - ja, á hægstu rók - tá tað umræð- ur bygging í býnum. So niðurstøðan hjá Finnboga má skiljast soleiðis: at Heð- in, sum høvuðsmaður aftanfyri byggigølurnar, er sera væl skikkaður sum borgarstjóri í høvuðsstaðn- um. Sjálvsagt kann fyrrver- andi løgtingsformaðurin hava eina meining um, hvussu kommunan hevur verið rikin, men tað tykir mær, at Finnbogi við síni avgjørdu meining í allstór- an mun, bert hugsar um seg sjálvan. • Tað at vit loystu barna- ansingartørvin, sýnist Ísak- son ikki at vekta nógv, iva- leyst, tí hann sjálvur ikki hevur tørv á hesi tænastu. • At vit av øllum alvi hava roynt at gera tað møguligt hjá fólki at fáa egnan bústað, hevur helur ikki hansara áhuga. Ísakson hevur jú stór og góð hús við útsýni yvir allan býin. • Tað at ferðsla og parker- ing í býnum hevur verið sett frammaliga, fær somu virðing frá fyrrverandi løg- tingsformanninum, allar- helst tí hann hevur ikki koyrikort. • Finnbogi er ikki gamal maður, og vónandi er heils- an góð, tí heim til minnis- veik og gomul eru ikki sett frammaliga í hansara huga. Finnbogi Ísakson skrivar eisini: »Tí hvør skuldi kent seg bundnan av einari av- talu við so komiskum inni- haldi sum henni millum Fólkaflokkin og Sam- bandsflokkin? Í hvussu so er ongin royndur politikari við respekt fyri sær sjálv- um«. Haldi, at Finnbogi við at rósa Heðini Mortensen, tá hesin leypur frá skrivligum avtalum, sigur ikki so lítið um seg sjálvan, og kanska tjóveldisflokkin. Øll kenna vit rumblið, ið er í Tjóð- veldisflokkinum, har ting- limur ikki virðir sína egnu undirskrift. Men hví skal hann tað? Fyrrverandi floksformaðurin Finnbogi Ísakson sigur jú beinleiðis, at ein royndur politikari við respekt fyri sær sjálvum, heldur ikki avtalur. Vónandi hevur Høgni Hoydal hægri moral enn undanmaður hansara. Finnbogi Ísakson og Heðin Mortensen C M Y K 11 10