hósdagur 18. november 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 221 - 18. november 2004
Nr. 221 - 18. november 2004
13
Týsdagin 16. novemb-
er var móttøka hjá
nýggju fyritøkuni,
Smyrjibreyðsbúðin, í
Bøgøtu 14 í Havn. Tað
eru tær báðar Jensia
Niclasen og Hansina
Laksá, sum eiga og
reka fyritøkuna
MÓTTØKA
Myndir: Jens Kristian Vang
Umleið 150 fólk stukku inn
á gólvið og fingu sær ein
góðan bita í tjaldinum, ið
var sett upp uttan fyri
S my r j i b r ey ð s b ú ð i n a .
Nógvir av gestunum komu
við blómum og gávum til
móttøkuna.
Har var kalt borð við
nógvum góðum mati har
m.a.
sjónvarpskokkarnir
hjálptu til.
Jensia Niclasen og Han-
sina Laksá hava báðar út-
búgving sum smyribreyðs-
jomfrýr. Jensia hevur ar-
beitt á Hotel Hafnia sein-
astu 13 árini, og Hansina
hevur staðið í læru við
Jensiu sum lærumeistara.
Tær hava leingi sæð tørv-
in á einum handli, sum
spesialiserar seg í smyrji-
breyði. Nú er so dreymurin
gingin út, og Smyrji-
breyðsbúðin
er
vorðin
veruleiki.
Umframt sjálvan handil-
in, sum er opin frá mána-
degi til og við leygardag frá
kl. 8-20, skipa tær eisini
fyri móttøkum, brunch,
buffet og køldum borði,
eisini í vikuskiftunum.
Góðskan er á høgum
støði og prísirnir kapping-
arførir, siga tær báðar
Jensia og Hansina, sum
vænta at fólk taka væl undir
við tí, sum tær hava at
bjóða.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Smyrjibreyðsbúðin, Bøgøta:
Dreymurin gjørdist veruleiki
Hansina Laksá og Jensia Niclasen eiga og reka Smyrjibreyðsbúðina
Móttøkan var í tjaldinum, ið var sett upp uttan fyri
Smyrjibreyðsbúðina
Leif Erik Niclasen, gullsmiður, og MC Restorff, fyrrverandi
arbeiðsgevari hjá eigarunum av Smyrjibreyðsbúðini
Kalt borð við nógvum góðum mati
Sjónvarpskokkarnir stákaðust og hjálptu til undir móttøkuni
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
75 ára føðingardagur
21. november verður Jukim Olsen 75 ár.
Móttøka verður á Hotel Hafnia leygarmorgunin
20. nov. frá kl. 9.00-12.00.
Prógv
Tann 9. november fekk Sunrid Thomasen av
Tvøroyri, búsitandi í Odense, prógv sum Sosial-
ráðgevi - Proffessions Bachelor frá Den Sociale
Højskole Odense.
22. oktober tók Allan Dalsgarð prógv sum cand.
mag. í fjølmiðlavísindi við eykagrein í vinnubúskapi
við lærda háskúlan í Århus.
Dagurin
18. november. Hesychius, deyður umleið ár 300.
Heryvirmaður í Antiokia, tá ið keisarin Diocletianus
ráddi. Hann varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
Í dag, hin 18. november 2004 fyllir
Gorm, húsavørður á Landssjúkra-
húsinum seinastu 33 árini, 67 ár og
fer sama dag úr starvinum við
eftirløn.
Gorm er sonur Hansinu úr Kald-
bak við ættarbondum sunnan úr
Vági og (Líðar) Palla, ættaður av
Skipanesi, við ættarbondum til m.a.
kendan bátasmið og onnur fróðar-
fólk úr Nólsoy.
Gorm og tey vóru 8 systkin,
harav 7 eru á lívi enn. Tey vuksu
upp í "Rabarbukvarterinum" í
Havn. Sum ungur var Gorm uppi í
ymiskum verkamannaarbeiði, harí-
millum í handverki, men lærdi
síðani til skipstelegrafist í Klaks-
vík. Har fann hann sær konuna
Petru, elstu systir Amariel lista-
mann. Petra starvast í yvir 30 ár
sum bókbindirska hjá Helga
Justinussen og í dag starvast hon á
Hestprent. Hon hevði 9 systkin og
foreldur teirra vóru Johan David
Matras, útróðrarmann, sonur sjó-
garpin Jóannes undir Heygnum og
Nannu Olsen úr Kollafirði.
Gorm sigldi síðani eitt skifti sum
fjarritari við trolara, tó stutt, síðani
Petra eyðvitað helst vildi hava hann
at vera heima hjá sær og teirra.
8. november 1971 kl. 8 byrjaði
Gorm sum húsavørður á Lands-
sjúkrahúsinum, har hann hevur ver-
ið óslitið, samvitskufullur og trúgv-
ur í tænastuni til denna dag.
Gorm og Petra bygdu sær eitt
væla heim uppi undir Krákugjógv
og fingu tey 3 døtur og higartil 9
barnabørn.
Gorm hevur ikki verið hvør sum
helst í gerandislívinum á Lands-
sjúkrahúsinum. At vera húsavørður
og røkil á landsins størsta og mest
fjølbroytta
arbeiðsplássi,
sum
fevnir um arbeiðs- og bústaðarhøli
til so fjølbroyttan starvsfólkahóp,
hevur kravt myndugleika aftur við
smidligheit. Alt tað eg veit um,
hevur yvirhøvur bara staðið respekt
um persónin Gorm, tann máta hann
hevur útint sín fjølbroytta arbeiðs-
setning yvir fyri høgum so væl sum
lágum tvørtur um arbeiðsmørk og
allar vegir upp og niður og tvørt-
urum í tí margtáttaða putlispæli,
sum Landssjúkrahúsið nú einaferð
er.
Gorm hevur við sínum vinnandi
verimáta, trúskapi móti yvirvøld og
arbeiðssetningi sýnt, at tað bar til at
samantvinna egnan autoritet og
virðing, aftur við reiðiligheit,
hjálpsemi og fólkaligheit, so at tað
hevur gingið upp í eina hægri,
virðiliga eind.
Havi í myndatalu ofta líknað
sjúkrahúsverkið við eitt fjøltáttað
maskinarí, har alt má snara hvørt
um annað til felags besta og í tí
høpi hevur Gorm mangan verið
tikin fram sum ein týðandi og
virkin partur. So er og hevur verið.
"Spyr Gorm." ella "Vita hjá
Gormi", hevur ikki so sjáldan verið
havt fyri munni og haðani er ein
sjáldan farin óhjálpin.
Saman við øðrum góðum fólkum
sótu vit báðir í veitslunevndini í
meira enn eina fjórðingsøld og
hóast tað mangan kendist vera
strævið og ótakksamt arbeiði, so
var Gorm tann krumtappur, sum vit
øll snaraðu um. Tað kendist sum
ein fragd og afturvendandi góð
uppliving heldur enn nøkur byrða.
Gorm var tann, sum mest av
øllum hugnaði um okkum, greiddi
tey ofta truplu málini á sín
praktiska hátt, elvdi okkum øðrum
til og helt ein góðan floksdisciplin.
Minnist aftur á, hvussu vakið eyga
hann hevði við øllum, bæði undan,
undir og aftaná veitslurnar og at
hann javnan saman við Helga á
Fløtti tók sær eitt talv aftan á
upprudding út á næsta fyrrapart
áðrenn farið varð heim at sova.
Eitt nevna tey starvsfólkarøkt.
Har dugdi Gorm saman við konuni
Petru so frágera væl og sum eina
sjálvfylgju aftaná veitslustrev at
savna okkum til eitt væl uppiborið
kokkagildi. Javnan í teirra egna
heimi og har manglaði einki, tað
skal eg lova fyri.
Góði Gorm, nú tú fyllir 67 og
leggur frá tær í arbeiðshøpi, so
byrjar hjá tær og partvís hjá Petru
við eitt nýtt tíðarskeið við tær sum
heimagangandi pensionisti. Tað
kann í byrjanini vera trupult, skal
eg heilsa av egnum royndum, men
tú ert so góður telvari, dámar urta-
garðsarbeiði og at røkja tykkara
heim. Áður á yngri árum vart tú
raskur at svimja og arbeiddi eisini
eitt skifti sum lívbjargari í svimji-
hyli. Tú róði um kapp sum ungur
og seinastu 30 árini og til henda
dag hevur tú sparkað bólt tíðliga,
nærum hvønn leygarmorgun. Vón-
andi og væntandi finnur tú saman
við tínum tykkara hóskiliga stev til
eitt eydnusamt og væl uppiborið
otium, har tú eisini kann líta aftur á
eitt virkið og eydnusamt lívsstarv á
Landssjúkrahúsinum,
har
vit
mongu komu at kenna teg sum ein
vin fyri lívið.
EyJo
Gorm Justinussen 67 ár
og fer samstundis úr starvi á Landssjúkrahúsinum
Okkara kæra systir, mostir og fastir
Ella Hansen
fødd Rubeksen
andaðist á Landssjúkrahúsinum tann 13. november,
89 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
mikudagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
hósdagin 18. november kl. 13.00.
Mia, Janet, Ben John og Alan
Tórbjørg, Hendrik og Finnur
Fríggjakvøldið 19.
november verður
fyrilestur um TFT
viðgerðahættir í B36
húsinum
FYRILESTUR
Fríggjakvøldið fer danin
Lars Mygind at halda fyril-
estur um viðgerðaháttin
TFT. Fyrilesturin verður í
B36 húsinum.
Talan er um terapeut-
iskan viðgeðrarhátt, sum
kann hjálpa fólki í móti
nógvum ymiskum ræðslum
og eitt nú at sleppa undan
pínum.
Fyrireikararnir í Føroy-
um siga frá, at tað í dag eru
14 fólk í Føroyum, sum eru
undir útbúgving at gerast
TFT viðgerðarar. Tað er
Lars Mygind, sum stendur
fyri hesi útbúgvingini í
Føroyum.
Nøkur av teimum ting-
um,
hendan
viðgerðin
hjálpir fyri, siga fyrireikar-
arnir, er eitt nú ræslan fyri
smáum rúmum (klaustro-
fobi), ræðslan fyri eitur-
koppum (araknofobi), vatn-
skrekk, ræðsla fyri flúgving
og sigling umframt fleiri
øðrum slíkum ræðslum.
Eisini hevur viðgerðin
hjálpt onkrum orðblindum,
verður sagt í tíðindaskriv-
inum.
Tey 14 folkini, um taka
útbúgvingina í Føroyum,
hava flest øll úrslit at vísa á,
siga fyrirekararnir av til-
takinum. Bæði viðvíkjandi
ótta fyri hæddum, flúgving,
tannlækna og øðrum.
Tey sum vilja vita meira
um hesa viðgerðina, kunnu
koma í B36 húsið fríggja-
kvøldið ella hyggja á
heimasíðuna
www.tftdanmark.dk.
Tað stendur einki í tíðinda-
skrivinum um, nær fríggja-
kvøldið tiltakið í B36
húsinum verður.
ej
Fyrilestur um terapi í B36 húsinum
C
M
Y
K
13
12