Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-23, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2018síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018 SOSIALURIN 97 29 Komandi partur Í komandi parti verður Peter Jacob funnin aftur og fær samband við ættarfólk. deyður eitt ár frammanundan, og eingin er at senda brævið víðari til. Brævið ljóðar soleiðis: 458 Adelaide Road Wellington New Zealand 26.2 34 Kære Svoger, Det er nu meget siden jeg hørte fra Dem. Haaber De har det godt. Jeg har skrevet til dem før, men har ingen answer faaet, saa jeg tror Brevene maa være tabte paa Vejen. Hvordan staar det til deroppe? Sidste gang De skrev, sagde De, at der var flere Motor Cars i Thorshavn, og at det var van­skeligt for ældre Folk paa Gad­erne. Det tror jeg vel ogsaa, for der er jo ingen stor Gade i Thors­ havn. De kan jo også gå over hele Thorshavn i 10 Minutter i en Mot­ or Car. Thorshavn maa have for­ andret sig meget, siden jeg rejste hjemme­fra. Det er nu næsten 23 Aar siden. Jeg har været 17 Aar i NZ og Australia. Det staar meget daar­ligt til her med Arbeide. Der er hen­ved 100.000 Arbejdsløse, og det ser ikke ud til at blive bedre for en lang Tid endnu. Byrd Syd Expeditionen ankom til Wellington. Den har ombord 150 Hunde og 3 Køer m.m. Forleden var et dansk Skib her. 3de Styrmanden var fra Andefjord, men jeg hørte ikke om det før Skibet var sejlet. Jacob Ellendersen fra Hvalbø, som bor her i Wellington, fortalte mig, at han fik nogle færøske Aviser, Dimma og Tinga(krossur), fra ham. Well. Kære svoger. Nu vil jeg slutte for denne gang og ønske dem et godt Nytår med en hjertelig hilsen fra Deres Svoger Peter Jacob Hansen Min kone og Søn beder hilse Dem. ............. Peter Jacob hevur ikki havt nakra aðra adressu í Føroyum at skriva til. Tískil helt alt samband við Før­ oyar upp at í eini 30 ár. Tann um­ røddi Byrd var ein am­erik­ansk­ur pólgranskari, sum bæði kom til Suð­urpólin og Norðpólin. Tað kundi verið áhugavert um onkur veit, hvørjir umrøddu oynd­ firð­ingur og Jacob Ellendersen eru. Um Niels Holm Her skal verða greitt eitt sindur frá søgn­uni um Niels Lassen Holm. Hann var abbasonur tann kenda prest­in í Kvívík við sama navni. Hann var føddur 02.09.1855. Hann var hjá pápanum í 1860. Tað sigst, at foreldrini ikki vóru saman, og at hann búði hjá pápanum á Sela­trað. Í 1880 er Niels í Havn. Tá býr hann hjá systrini Onnu Elisabeth, kallað Betti, gift við Djóna í Geil. Niels giftist í Havnar kirkju í 1883 við 20 ára gomlu Ellen Cathrine Nicolajsen. Tey fingu einki barn. Hon doyr í 1909, 56 ára gomul. Men Niels giftist nakað skjótt upp aftur við Christine Juline Han­sen, f. 26.12.1880, og var hon tískil 25 ár yngri enn hann. Hon var dóttur Glyvrasnikkarin og tískil systir tann yngra Peter Jacob. Gjørdist pápi 59 ára gamal Niels og Christina fáa 30. mai 1915 eina dóttir, sum verður kallað Anna Cathrina. Seinna navnið er helst eftir fyrru konuni. Tá er Niels 59 ár gamal. Men ikki vardi lukk­an leingi. Í 1917 doyði Christ­ ina á barsilssong saman við einum deyð­føddum barni. Tey verða jarðað í somu grøv 11. februar. Longu tann 22. mai 1922 doyr dóttir Niels, Anna Cathrine, knapt 7 ára gomul. Niels doyði í 1933, 77 ára gamal. Noktaði at smíða dópskarið, hann seinni sjálvur fór í Niels Holm kom at spæla ein týð­andi leiklut í Brøðra­sam­kom­ uni. Ein systir Djóna, svágin hjá hon­um, var Elspa, sum giftist við gamla Sloan. Niels, ið var timburmaður, hev­ ur helst kent Gamla Sloan frá tíð síni á Selatrað, har Sloan vitjaði. Hann varð einaferð av Sloan biðin um at “lave en stor trækasse” til sín. Niels hevði smíðað eitt og annað fyri Sloan fyrr, men nú hann grunaði, hvat kassin skuldi nýt­ast til, spurdi hann: “Tað er væl ikki til at doypa í?” Jú. tað var ætl­anin. “Nei,” segði Niels, “bið meg um alt annað, men hetta kann eg ikki gera fyri tygum.” Niels var jú abba­sonur og bróðursonur tveir prestar! Lítið grunaði Niels Holm tá, at hann fá ár eftir hetta sjálvur skuldi fara í karið! Hann gjørdist eisini sunnudagsskúlalærari í nýggja Ebenezeser, sum varð bygt í 1905. Hann var virkin í Ebenezer til tað seinasta. Fekk Victor at fara til Fuglafjarðar Niels dugnaði samkomu­arbeið­ in­um hjá Brøðrasamkomuni sera væl. Í 1932 varð Ebenezer útbygt. Sagt varð tá, at tað var Niels, sum dugn­aði hesa útbygging við eini stór­ari upphædd. Í 1917 var Niels Holm ein teirra, sum tóku stig til at byggja fyrsta Bet­esda í Klaksvík saman við teir “lokalu” Jens Klæmint Isaksen og Jóan Jakku Jacobsen. Í 1928 var hann við at hjálpa Siloa, salinum í Fuglafirði, frá at verða stongdur. Hjúnini Oluffa og Petur Bærentsen høvdu umleið 1924 bygt húsini, sum hýstu gamla Siloa í Fuglafirði. Tey vóru nýtt sum sethús og til at halda møti í. Oluffa var úr Fuglafirði, meðan Petur var suðuroyingur, og førdi hann skip har suðuri. Í 1928 fluttu Oluffa og Petur Bærentsen suð­ur á Tvøroyri at búgva, og tey seldu húsini í Fuglafirði. Tá keypti Niels Lassen Holm gamla Siloa og spurdi Victor Danielsen, um hann ikki vildi flyta til Fugla­ fjarð­ar at búgva og føra arbeiðið í Siloa víðari. Victor flutti tá úr Søldarfirði til Fuglafjarðar. Vict­or og kona hansara Henrikka bú­sett­ ust har í 1928 við fýra teimum elstu børn­unum í gamla Siloa í Fugla­ firði, har trý tey næstu børn teirra seinni vórðu fødd. Í 1933 bygdi Vict­or nýggj sethús í Fuglafirði, har tvey tey yngstu børn teirra vórðu fødd. Niels Holm hevur verið maður við hugsjónum, sum rukku langt út um Havnina. Niels Holm átti ongar arvingar. Tað er sannlíkt, at Ebenezer arv­ aði hann. Húsini hjá honum í Tvør­gøtu vórðu seld á uppboði. Tað tykist, sum at teir sum stóðu fyri skiftinum vóru Adrew Sloan og Jens av Reyni, báðir leiðandi lim­ir í Ebenezer. Var handilsmaður Niels Holm var sum sagt timbur­ mað­ur, men hann fekk sær í 1880 handil, sum í fyrsta umfari seldi mál­ing, tapet og papp. Seinni selur hann eisini glas og hann rammaði inn fyri fólk. Sum tað skilst gekk hand­ilin væl. Hann hevur tískil havt góða inntøku. Tá ið eingin var at arva, kundi hann eins væl lata vinn­ingin til góð endamál. Í 1916 lat hann handilin til Jógv­ an Jensen, beiggja Jens av Reyni, sum førdi hann víðari undir heit­ in­um Joen Jensen Niels Holms Eft. Peter Jacob funnin aftur av tilvild Tað eru nógvar sjáldsamar søgur, um hvussu fólk hava funnið hvønn annan av tilvild. Men søgan um, hvussu Peter Jacob aftur kom í sam­band við sína ætt í Føroyum er næst­an ótrúlig. Her eru gravirnir hjá Niels Holm og dóttir hansara Anna Cathrine í gamla kirkjugarði í Havn. Teksturin á steininum hjá Niels er ikki lesandi, men tann hjá dóttrini er: HER HVILER STØVET AF ANNA CATHRINE HOLM F. 30. MAI 1915 D. 22. MAI 1922 Peter Jacob hjá Glyvrasnikkaranum saman við stjúksoninum Donald, vinstrumegin, og soninum Bernhard. Handilin hjá Niels Holm.