Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018 SOSIALURIN 97 31 Gudstænastur 26. august 2018 Argja kirkja kl. 11.00: Familjugudstænasta. Hanus Pál Jógvansson prædikar, Bergur D. Joensen hevur eitt orð til børnini og Jógvan Reynslág kunnar um sunnudagsskúlan. Drekkamuður verður aftaná og okkurt til børnini. Christianskirkjan kl11 Bergtórur Bjarkhamar Dals kirkja kl. 12.00. Havstein Klein. Fríðrikskirkjan. kl. 11.00. Lestur Fuglafjørður, kl 11: Guðstænasta v/altarg. Anne Mette Greve Klemensen Fuglafjørður, kl 14: Klaver- og urgukonsert v/Lidiu Ksiazkiewicz Funingsfjørður, kl 15.30: Guðstænasta v/altarg. Anne Mette Greve Klemensen Gøtu kirkja. kl. 11.00. Barnavinarlig gudstænasta. Ovi Brim Havnar kirkja kl. 11.00 Sonja Klein Hellurnar, kl 14: Guðstænasta v/altarg. Anne Mette Greve Klemensen Hests kirkja kl. 11.00: Heri J. Joensen. Altargongd. Hoyvík kl. 11, Theodor Eli Dam Olsen Hvannasunds kirkja, lestur, kl. 12.00. Kollafjarðar kirkja kl 11:00. Maria Jørðdal Niclasen Leirvík, kl 11: Guðstænasta v/altarg. Anne Mette Greve Klemensen Mikladalur kl.11 Hanus á Gørðum altarg Oyra skúli (Skótahúsið): kl. 11 messa Emil Olsen. Skála kirkja kl. 11: Símun Persson Jacobsen Sumbiar kirkja kl. 12.30, gudstænasta. Dópur. Tvøroyrar kirkja kl. 13.30 barnagudstænasta, Jónsvein Bech. Vágs kirkja kl. 11.00, gudstænasta. Vesturkirkjan kl. 11.00: Derhard Jógvansson. Sunnudagsskúli er undir gudstænastuni. Viðareiðis kirkja, familjugudstænasta, Jóannes Purkhús, kl. 11.00. Undir guðstænastuni verða lættari sálmar og sangir sungnir, og eisini verður ein søga til børnini. Eisini fáa børnini okkurt gott at hava heim við. Øll eru hjartaliga vælkomin! Adventistakirkjan Leygardagin 25. august 2018 Kl. 10 Bíbliugransking: Birgir Johannesen Kl. 11 Sabbatsgudstænasta: Odd Fuglestad Dagtilhaldið Blákollan á Oyri Opið er týsdag og hósdag frá 14-18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vit byrja aftur týsdagin 28. august. Ebenezer Sunnumorgun kl. 11: Minnismáltíð Harrans. Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20: Ungdómsmóti. Hjartaliga vælkomin www.Ebenezer.fo Frelsunarherurin, Tórshavn: Sunnudagur 26.8 kl 15.00 Møti. Samlingssunnudagur. Solfrid Bakken talar, Berit Kjærbo Kristiansen luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin! Frelsunarherurin í Vági Sunnudagin kl 17 Møti v/Magnus Jacobsen og Sámal Midjord Mánadagin kl 19 Bønarmøti Týsdagin kl 09.30 "Orðið á borðið" Fríggjadagin kl 09.30 "Orðið á borðið" Øll eru hjartaliga vælkomin! Hvannasund Møti verður í kirkjuhúsinum sunnudagin kl. 18.00 við Leivur í Buð. Keldan, Skálafirði Sunnudagin kl. 11, Morgunmøti við Búgva Olsen, barnamøti kl. 11 Kvøldmøti kl. 19 við Joel Ramsey o.fl. www.keldan.fo Kfum& K Klaksvík Sunnudag Kl.14.00 Sunnudagsskúli Kl.17.30 Bønarløta Kl.18.00 Møti við Óla Marner Christiansen. Evni. Paulus. Kl.20.30 Ungdómsmøti við Pól Johannessen Vitja okkum eisini á facebook: kfumogkklaksvík KFUK í Havn Øll eru vælkomin. Mánadagin 27. august kl. 15.00: Seinnapartsamkoman við Sólbjørg Símunarson. Hósdagin 30. august kl. 15.00: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. September 2018. Mánadagin 03. september: Seinnapartsamkoman við Marner av Kák Sørvágur. Hósdagin 06. september kl. 15.00: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin kl. 14, Sunnudagsskúli, kl.17.30, Bøn, kl. 18, Møti, Bergur D Joensen talar Missiónshúsið við Landavegin Mikukvøldi møti kl. 20.00 Sunnukvøldi kl 18.00 møti við Tórur Thomsen Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Fríggjagin 24. aug. kl. 21:00 Ungdómsmøti Vit síggja ein film Sunnudagin 26. aug. kl. 17:00 Familjumøti við Rósalind Olsen Nátturði verður aftaná Verið hjartaliga vælkomin www.glyvra.fo Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin 26. aug. Kl. 17.30 bøn-& lovsangur. Kl. 18.00 møti. Innsavnan. Hjartaliga vælkomin. Oasan Sunnumorgunum kl 11. Sofus Joensen Soli Deo Gloria Sunnudagin kl. 17.00 bønarløta Sunnudagin kl. 18.00 møti við Hallgerð og Hendrik Akurstein Reyði Krossur Vitjunartænastan hjá Reyða Kross Føroya virkar nú eisini í hesum økum. Um fólk vilja gerðast vitjunarvinir ella fáa vitjunrvin, kunnu tey ringja til viðkomandi fyrisitarar. Tórshavn Eyrith tlf. 513784 ella Marin tlf. 284333 vitjunartanastan@redcross.fo Sørvágs Kommuna, fyrisitari Anna.S. tlf. 332705/272142 Vága Kommuna, fyrisitari Hansia tlf. 229705 Tvør­oyra Kommuna, fyri­sit­arir Marit tlf. 611087/ 281339 og Eileen tlf. 289563 og Bergljót tlf. 294216. Kommununar í Sandoynni, fyrisitarir Óløf tlf.561348 og Kristbjørg tlf. 281708. Eldraráðið í Norðoyggjum, fyrisitarir Maria Olsen tlf. 228488 og Gerda Absalonsen tlf. 215174 Samkoman Marknagil Fjalsg.2, Tórshavn. Sunnudag: Morgunmøti kl 10.30, sunnudagsskúli kl 12. Sunnukvøld kl. 18 evangeliskt møti. Mánakvøldið kl.20 bønar- og uppbyggingarmøti. Øll hjartaliga vælkomin. Tilhaldið í Tórsgøtu Tórsgøta 21 Er opið mánadag – Hósdag kl. 9.00 – 16-00 Fríggjadag kl. 9.00 – 15.00 Støkk inn á gólvið til eitt kaffiprát Allir pensionistar eru vælkomnir Virkin sum longst Vit møtast hvønn týsdag, frá kl 15 til 18 í Sørvágsskúla. Drekkamunnur og køka er at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin Vestmanna Missiónshús Sunnudagin 27. aug., kl. 18.00, verður møti. Øll eru vælkomin. AMBOÐ LEIGA STILLADS LØTT ALUMINIUM STILLADS BÍLING TIL LEIGU. ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ. GUTTORM MORTENSEN TLF 251160 ARBEIÐI Málara arbeiði vit átaka okkum alt málara arbeiði og arbeiða um alt landi. Ring ella skriva til malarin. fo@hotmail.com og vit geva óbindandi tilboð. 253766 BÁTAR OG BÁTAÚTGERÐ Føroyskt bygt 5 - mannafar. 8 hestar mercury. Lítið og einki brúktur, í sera góðum standi. Áhugaði kunnu ringja eftir kl 18.00 225881. BINGO Bingo í Leirvík sunnudagin 26 aug kl 16 - at vinna m.a. krov í heyst og 1000 kr. Eykaspælið er nú 1000 kr - eisini lúkur at lata upp. BÝLI Í FØROYUM Hús til leigu. Stór hús til leigu í miðbýnum, Tórshavn. 4 kømur, 2 stórar stovur, køkur, baðirúm. Kr. 8.000,00 um mánaðin + ljós og hita. Deposetum kr 24.000,00 Tlf 211591 Íbúð frá 15 sep til 15 marts 2019 Nýggj eittrúms íbúð í Tórshavn Fult møbelera ca 35 m2 til leigu til ein persón í ikki roykir, kr 6500 við hita og el 2 mdr depos. Heim@mail.fo Íbúð søkist 43 árða gamla maður søkir íbúð í havn. 268640 HÚSARHALDSTÓL VASKIMASKINUR OG FLATSKERMAR VASKIMASKINUR, FLATSKERMAR O.A. TIL LEIGU VIÐ KEYPSRÆTTI. EINKI ÚTGJALD, ÓKEYPIS ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ. ÚR 290,-KR PR MÐR. HYGG Á : MEGNA.FO TLF 251160 TILTØK LÝSINGARTORG Ólavur á Heygum Hátún farin Tað kennist svárt og óveru­ligt, tá næstu okkara ikki longur eru okkara millum; men í minningarorðum um trímenningin, Ólav, ber illa til at skriva nakað syrgiligt, annað enn tað, at hann nú er farin handan sýn. Minnist eina náttina, eg, einsamallur í húsi, lá og snork­aði við ringasta krími, tá eg vaknaði við kald­an dreym av kórsangi niðri í miðhæddini. Tá var tað Ólavur, sum seint á kvøldi hevði haft venjing við kórinum, sum var kom­in í tankar um, at okk­ara timburhús mundu helst rigga eins og ein risa violinkassi, og var tí komin niðan at vita, hvussu tað mundi ljóða við kórinum her uppi, og hevði hann sett tað, bæði upp kjallaratrappuna og trapp­una upp á loftið, utt­an at geva sær far um, at klokk­an var farin langt um mid­nátt. So við og við skifti hann røddunum pláss, til alt ljóðaði, sum hann vildi hava tað. Ein av kórkvinnunum bað meg bara leggja meg aftur, tí nú skuldi hon syrgja væl fyri, at tey fingu ein til­trongd­an breyð­bita við einum drekka­munni. Jú, sang­urin ljóm­aði stak væl, og eg gjørdi bara, sum hon segði. Sang­ur gevur, sum kunnugt, bæði lætta og gleði. Jú, Ólav­ur hevði nógv jørn í eld­in­ um, og, stutt sagt, áhuga fyri øllum, har bátasmíð og bátasnið av tí gamla, før­ oyska upp­runa­bát­inum, sum hann royndi at gera uppaftur vakr­ari. Í hesum hevði hann tiltiknað bátasmiðjin, Pól Jó­hann­ es Poulsen úr Svín­oy, dagliga nevnd­ur “Pollarin”, sum eg vil kalla lista­hand­verk­ ara, at smíðja bát fyri seg, tí tá Pollarin, eftir øll­um at døma, skuldi um­hugsa nakað, so sæt hann og tegldi okkurt smá­vegis, sum hann seinni blak­aði frá sær, hvussu vak­urt tað enn var greitt úr hond­um. Spell, at eg ikki savn­aði hesi smápettini sam­an at goyma. Áhuga fyri báta­smíðji hevði Ólavur eft­ ir faðir sín­um, Hjalmari úr Bø, sum nøkur ár var lærari í Svínoy, og har eisini fekk hug at gerast báta­smiðjur. Sein­asta bátin, sum fekk navnið “Skúgvur”, smíðj­aði hann undirritaða. Eg vitjaði Ólav sunnu­dagin fyri, sum hann miðku­dag­in eftir andaðist, tann 25. Juli 2018, og tað var líka­sum, hann lá og tók sam­anum árini, vit høvdu haft saman, líka frá dreingjadøgum í Vest­manna og til ellisár, tá vit, hvør úr sín­um herðas­horni, hittust, men eisini skriv­aðu saman, og tað var ikki smávegis. Nú bóðu vit hvørjum øðr­um farvæl, báðir væl vitandi, hvønn veg tað bar, og tey vóru seinastu orðini okkara mill um. Hesin bróður at kalla hevur nú lagt kórstavin frá sær, og er far­in yvirum, hagar evni hansara iva­leyst eisini høvdu komið væl við. So langt røkkur vitan okkara tíbetur ikki; men eg haldi tað einki gera, um vit í huga­heim­in­um lata okkum víða sveima. Í eftirútbúgving síni sum lærari var Ólavur eisini á ítróttarskeiði í Noregi, og tann tíð, tað var, taldist hann millum frægastu ítróttarfólk her á landi. Minnist einaferð, Grækaris á Fitjunum segði mær frá, at hann, “Eystur’ undir Landi” í hálvmyrkrinum í einum av hol­ un­um, hómaði kóp koma svymjandi móti sær, og gjørdi Grækaris, sum var ein av Føroya bestu heimaveiðimonnum, seg kláran at sláa og veiða kópin til matnað, tá kópurin rópar: “Nú, eru tit eisini her í dag?” Jú, tá var tað Ólavur, sum kom svymjandi gjøgnum eitt av longstu holunum. Bát­in hevði hann í góð­veðr­inum bundið utt­an­fyri. Græk­aris legði Ólavi tey hyggjuráð, at skuldi hann royna tílík brøgd, so skuldi hann hava fólk við sær. Góði vinmaður okkara, Sofus á Skæl­ ingi, var ógiftur, men ofta for­elsk­að­ur, og Ólavur helt einaferð fyri, at á gravsteinum hjá Sofusi skuldi standa: “Her hvílir Sofus, fekk ongatíð upp í lag!” Sofus var púra samdur og helt: “Jú, púra rætt, og hjá tær skal standa: Her hvílir Ólavur, helt alt bera til!” Eg havi ikki verið heima á hvørjari Ólavsøku; men meg minnist onga, har Vaglið ikki var stúgvandi fult, og har Ólavur ikki stóð á Tinghúsvøllinum við sínum kóri. Nú Ólavur her um Ólavsøkutíðina legði frá sær – er longu so mangt fest á blað um tað, hann hevur avrikað saman við trúgva kórfólki sínum, bæði á heimavølli og manga staðni uttanfyri, landoddarnar, at illa ber til at minnast, hvat lagt skuldi verið afturat, jú, musikskúlaskipanina, minnis­varðan mikla, ikki at forgloy ma. Eg skal sum næstringur enda hesi orð við eini hjartans tøkk til tey, sum stílaðu fyri tí vøkru minningarløtu í fullsettu Vesturkirkjuni, og presti, Hera Joensen, sum, eins og Ólavur, eisini er svíningur og, ikki at forgloyma, tey minningarríku orð hjá Leif Hansen, ein av eftirmonnum Ólavs sum verandi kórleiðari hjá Havnar­ kór­inum. Tey høvdu fløvað Ólavi um hjartað, hevði hann vitað aftur í verðina. Tað kendist í kirkjuni ikki rættiliga sum til jarðarferð; men heldur sum ein fagnaðarkvøða við tøkk til innihaldsríka lívið, sum nú á ellisdegi var at enda komið. Í djúpastu samkenslu við tey avvarðandi lýsa vit frið yvir minnið um kórleiðaran, trímenningin, vinmannin og serstaklingin, Ólav á Heygum Hátún, sála. Heini Olsen MINNINGARORÐ