hósdagur 23. august 2018síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2018
SOSIALURIN 97
32
50 miðlafólk fylgja teimum kongaligu
Tað er sera stórur áhugi fyri
krúnprinsaparinum. Mikukvøldið
var kunningarfundur um konga
ligu vitjanina, har miðlarnir vórðu
bidnir millum annað um at skriva
seg upp til teir partar av skránni
hjá krúnprinsaparinum, sum tey
ynsktu at luttaka í.
Yvir 50 miðlafólk eru á ferð við
teimum kongaligu. Ein lítil partur
– 10 ella har áleið – eru føroyingar,
meðan fleiri danskir miðlar eru.
Men tað er ikki bara danir og
føroyingar, sum hava áhuga fyri
kongaligu vitjanina. Eisini miðlar
uttanfyri kongaríkið eru við á
kongaligu vitjanini.
Serstakliga var áhugi í at fylgja
krúnprinsessuni, vísti tað seg, tá
ið miðlarnir mikukvøldið skuldu
skriva seg upp til kongaliga vitjan.
In.fo fylgir eisini teimum
kongaligu. Á síðuni kanst tú um
vikuskiftið lesa alt um ferðina, og
síggja myndir í hópatali frá royalu
vitjanini.
Nei, yvirskrivtin er ikki ein sláfeil
ur, men ein konstatering av, at tað
eru nógv fólk, sum í hesum døgum
ganga runt og njósa og hava krím.
Sjálvandi eru tað vit menn, sum
eru mest erkvisnir. Onkuntíð verð
ur sagt, at vit halda lætt krím vera
líka ringt, sum tað er hjá kvinn
um at eiga børn. Kanska eitt sind
ur yvirdrivið, men tað er synd í
monnum við krími.
Ája!
Sjálvt um vit eru herjað av krím
sjúku, so vinnur royalið hugburð
urin á hesum. Fríðrikkur, Mary
og børnini komu í gjármorgunin
á almenna vitjan í Føroyum og
sjálvt um vitjanin byrjaði mitt í
vanligari arbeiðstíð, so var hópur
av áskoðarum rundan um tey frá
fyrst tey settu kongaligu førurnar
í land í Havn.
Ein tættpakkað skrá hjá teim
um kongaligu v itjandi er løgd,
so næstan onki pláss er at gera
smærri avstingarar til nakað sum
helst, men afturfyri sleppa tey at
síggja ein hóp í norðaru helvt av
Føroyum.
Skrýdd í føroyskum klæðum,
øll seks, fingu tey rósandi orð frá
áskoðarunum beinanvegin. Vit før
oyingar elska, tá ið onkur útlend
ingur tekur okkara tjóðarbúna til
sín.
Ája!
Í politisku skipanini gera øll seg
til reiðar til slagsmálið um fíggjar
lógina fyri 2019.
Hetta er tann seinasta fíggjar
lógin í hesum valskeiðnum, og tað
er júst tá, at tingfólk vilja sleppa at
hava sína ávirkan. Tey vilja fegin
hava okkurt at vísa á, sum teirra
avrik, tá ið valstríðið av álvara
byrjar.
Og tað er ein av orsøkunum
til, at tað neyvan er nóg mikið, at
samgonguleiðararnir semjast um
eina fíggjarlóg fyri næsta ár. Ting
manningarnar hjá flokkunum
mugu eisini takast í eið.
Ája!
Hyggja vit inn í ítróttarheimin,
so hava vit steypafinaluna leygar
kvøldið. Vit skulu heilt aftur til
1991, tá ið havnaliðini HB og B36
seinast hittust í finaluni um løg
manssteypið.
Áskoðaraplássini eru færri á
Tórsvølli í løtuni, men longu er
útselt, so alt bendir á eina spennandi
finalu í bestu mansdeildini. Hyggja
vit at landskappingini, so er HB
klárur favorittur, men vit mugu
ikki gloyma, at her er talan um
eina finalu.
HB var eisini stórfavorittur í
1991, men tá vann B36 finaluna.
Ája!
Havi hugsað um hvussu tað
er vit menna okkara samfelag.
Minnist aftur á tíðina í seksti- og
sjeyti-árunum, tá ið danska Ekstra
Bladet koyrdi eina kampanju móti
“skrankipávum” í Danmark.
Hetta vóru fólk, sum sótu hand
an skrankar og brúktu sítt vald
mótvegis borgarunum.
Viðhvørt haldi eg, at vit eru í
ferð við at menna okkara samfelag
sama veg. Lógir og reglur, eftirlit
og annað fyllir so nógv í alnmenna
rúminum, at tað í nógvum førum
forðar fyri framburði og nýhugsan
í samfelagnum.
Lat okkum lova teimum
kreatviu framat og ikki loyva XL-
fólkunum at steðga teimum í føð
ingini. Lat tey royna hugskotini og
vita um vit ikki flyta okkum eitt
sindur longur fram á leið.
Tað er í hvussu so er eina roynd
vert.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!