Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SÍÐA 11 Atli vaks upp við Bader ÍTRÓTTUR SÍÐA 16 Bý­ráðs­ hús fær hei­ð­u­r­sløn Seinastu dagarnar hava vit havt fína vitjan, tá danski trúnarvingin og húski hansara hava vitjað oyggj­ ar­nar. Sum vera man var nógv gjørt burtur úr vitjanini hjá kongs­hús­i­ num. Landið hevur staðið at kalla á einum enda soleiðis, at tey kong­ a­ligu skulu fáa eina so góða kenslu av at vera her, sum til bar, og fyri at útlendsku fjøl­miðl­a­fólkini kunnu siga so góð­ar søgur sum gjørligt um Før­oyar. Tað er so ymiskt, sum fólk leggja í hesar fínu vitjanir úr kongs­hús­i­ num. Síðani fyrstu vitjanina í 1874 hev­ur kongshúsið vitjað javnan. Tey kritisku vilja gera tað til, at hetta er fyri at staðfesta danska yv­ir­valdið í Føroyum, meðan tey kongs­trúgvu siga, at tað er tí, at tey so feg­in vilja vitja okkum. Sannleikin man so liggja onk­u­ staðni harímillum. Sum partur av kongaríkinum, so eiga vit at fáa kong­a­liga vitjan við jøvnum mill­ um­bilum, og tí koma tey sjálvandi á vitj­an soleiðis áleið fimta hvørt ár. Í dag vitjar danskur tíð­inda­mað­ ur, sum hevur skrivað eina bók um rík­is­fel­ags­skapin, sum hann nevnir »Hvis Grønland river sig løs – en rejse i kon­gerigets sprækker«. Í bókini skrivar hann millum ann­að soleiðis: »Ovasta leiðslan í Keyp­manna­ havn kennir á sær, at danska rík­ið brakar. Samstundis hevur danska stjórnin sett Arktis og sam­starvið við Føroyar og Grøn­land ovast á bredd­an sum eina av bara fimm rað­fest­ing­um hjá Dan­mark á utt­an­ ríkis- og trygd­ar­pol­itiska ­økinum«. Hann er eisini endurgivin fyri at siga, at Føroyar kundu verið sjálv­ støð­ugar, um vit vildu. Ja, sjálvandi kundu Føroyar ver­ ið sjálvstøðugar, um vit vildu. Men tað vilja føroyingar ikki. Vildu vit tað, so høvdu vit havt tikið loys­ing fyri langari tíð síðani. Vit hava havt eina fólkaatkvøðu, sum ikki gekk soleiðis, sum valds­ harr­ar­nir vildu. Men tað merkir ikki, at vit ikki eru sloppin at loysa. Boðini úr Keypmannahavn eru al­ tíð tey somu, at ynskja føroyingar at fara úr ríkisfelagsskapinum, so fara vit, hóast tað ikki hóvar døn­ um. Men tað ynskja føroyingar ikki. Tí verður ikki arbeitt eft­ir hes­um leisti longur. Sjálvt loys­ing­ar­flokk­ arnir arbeiða við skipanum, sum kunnu menna føroyskt sjálvstýri inn­an fyri ríkisfelagsskapin, í øllum førum fyribils. Tað er sjálvandi hugnaligt við konga­ligari vitjan. Men tað broytir einki upp á ríkisrættarligu við­ur­ skift­ini, hvørki so ella so. KONGALIG VITJAN OG GESTABLÍDNI – He he he he he... – Eg haldi hon var ógv­u­ liga skemt­ilig. Mær dámdi hana slett ikki. Soleðis segði Beate L. Sam­u­el­sen, fyrrverandi blað­stjóri á Dimma­lætt­ing og fyrr­ver­andi bý­ráðs­lim­ur í Havn fyri Sam­bandsflokkin, tá hon var viðmerkjari í sjón­ varp­inum hóskvøldið. Hon helt sera lítið um røð­una, sum løgmaður helt fyri krún­prins­a­hjún­u­num. Tað var sum um at hon hevði sett sær fyri at meina, at tað sum løg­maður segði, skuldi á onkran hátt vera býtt. So ym­iskt, sum vit síggja upp á tað. Vit hava ein ungan løg­ mann við smá­børn­um. Og at børnini fylla nógv í huga­ heimi løgmans er kanska tærna­krympandi hjá eini stokk­konservativari til­ komn­ari konu í ringum lag. Men valla hjá fólki sum so. Tað var eisini tað, sum hin við­merkj­arin, Barbara á Tjaldra­fløtti, segði. Hon helt tað vera á­huga­vert og mod­ ern­að, at »tveir stats­leið­ ar­ar­ar soleiðis tosaðu um børn­ini«. – Vóru tað kvinnur, sum tos­aðu um børnini, so høvdu vit einki sagt, helt hon. Og júst her liggur helst mun­urin millum at vera stokk­kon­serv­a­tiv­ur, for­ dóms­full­ur og grenj­ut­ur – og at vera lætt­sint­ur, glað­ur og bjart­skygd­ur, Í hesum føri vóru tað ikki løg­mað­ur og prins­ur­in, sum vóru pínligir, men við­merkj­ ar­in hjá sjón­varp­i­num. Gott, at danir ikki skilja føroyskt, so sleppa vit frá at krypma tær vegna Beatu. Tærnakrympandi Beata Sjálvandi kundu vit havt sjálvstýri – um vit vildu Lagið var ikki gott hjá viðmerkjaranum hjá sjónvarpinum hóskvøldið. Beata helt løgmann vera tærnakrympandi – men tað var faktiskt Beata sjálv sum var tærnakrympandi Finn tíni super­hetju­klæð­ir fram og kom við til Sup­er­ børn, lýsir Barnabati. Vit vilja síggja so nógv børn sum møguligt verða ílatin sum superhetjur teirra, sigur Sasho Bjartsson, fyri­ skip­ari av familju tiltakinum. Gyklarin Rógvi Dam fer at undirhalda. Kendir sang­ ar­ar, sum Beinir Troest Ras­ mussen og Jens Marni Han­ sen, fara at syngja eg­in løg og barnasangir, og tón­leika­bólk­ u­rin Jassarnir framføra. Angela og Hannibal fara eis­ini at undirhalda. Børnini fáa nógv fyri eyguni og oyr­ uni. Eisini verða fleiri hopp­i­ borgir, sigur Sasho Bjartsson, stig­takari av tiltakinum fyri Barnabata. Øll børn fáa ókeypis poppkorn, ís, vaflu, sunkist, og ballón. Tiltakið verður nú sunnu­ dag­in klokkan 14 í Høllini á Hálsi. Superbørn – fam­ ilj­u­til­tak á Hálsi Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin