Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98 Ferð sett á at gera avtalur um handil við onnur lond Føroyar hava júst skrivað undir eina avtalu við Evroasiatisku Búskaparsamgonguna og fleiri tílíkar eru á veg Árni Gregersen Úrslitini av føroyska arbeiðnum á uttanríkis- og handilspolitiska øk­ inum gerst nú meira sjónligt. Føroyar hava júst gjørt eina avtalu við Evroasiatisku Búskap­ ar­samgonuna, sum telir Russland, Kasakstan, Armenia, Kirigisia og Hvíta Rusland. Avtalan eitur “Memorandum of Understanding” – ein ætl­an­ aravtala, ella á donskum ein “hen­ sigt­erklægin. Poul Michelsen, landsstýris­ maður við uttanríkis- og vinnu­mál­ um, undirskrivaði avtaluna saman við Tatiana Valovaya, raðharra, um­ boðandi EABS. Taln er um eitt ætlanarskriv, sum hevur til endamáls at eggja til uppaftur størri samstarv millum EABS og Føroyar. Samstundis., sum udirskrivingin fór fram, so hevur eisini ein japansk sendi­nevnd verið í Føroyum. Nevnd­in hevur eisini samráqðst við før­oysk­ar myndugleikar um eina av­talu av nøkulunda sama slag, sum tann, sum júst er undirskrivað við EABS. Og um hálvan september kemur ein kinversk sendinevnd til Føroyar í somu ørindum. Føroyar og Danmark Hesar avtalur, sum nú verða gjørd­ ar, eru ætlanaravtalur. -Ja, tí sleppa vit at gera avtal­ urnar uttan at danska uttan­ríkis­ ráðið leggur seg útí hetta. Tey skilja hetta sum ein “hensigterklæring”, sum altso ikki er løgfrøðiliga bind­ andi. Tí sleppa vit at arbeiða frítt, sigur Poul Michelsen, lands­stýris­ mað­ur við uttanríkis- og handils­ mál­um. Poul Michelsen vísir á, at vit selja fyri 2,8 milljardir krónur til Russ­lands. Hendan nýggja avtalan fer at gera, at vit eisini kunnu ar­ beiða í hinum fýra londunum, sum eru í samgonguni. -Uppá eitt lítið sindur longri sikt kann hetta hava við sær, at vit fáa eina fríhandilssamgongu í lag við EABS og tað fer at geva føroysku vinn­uni nýggjar møguleikar, sigur landsstýrismaðurin. Føroyar eru bodnar at luttaka á einar ráðstevnu og handilsmessu í Armenia í oktober. Í sama viðfangi verða eisini politisk átøk. Viðurkenning Undirskrivingin av avtaluni verður í uttanríkisráðnum metta at hava alstóran týdning. Fyrst og fremst tí at Føroyar á hendan hátt fáa fulla viðurkenning. -Eg haldi at vit merkja, at vit eru við at fáa viðurkenning aðra­ staðni eisini. Umframt tær sendi­ nevnd­irnar frá Japan og Kina, so eru eisini samráðingar í gongd við Suður­korea. Fyribils er talan um ætlan­arav­ tal­ur, men endamálið er at gera frí­ handils­avtalur við hesi londini. Hetta kunnu Føroyar ikki gera, uttan góðenning úr Danmark. -Men tá ið tað kemur so langt, so haldi eg ikki, at tað er nakað, sum bendir á, at Danmark hevur nakað ímóti, at vit gera fríhandilsavtalur við hesi londini, sigur Poul Michel­ sen, landsstýrismaður. Gamalt samtarv At Føroyar nú hava gjørt ein av­talu við EABS er í verulkeiknum eiutt framhald av tí samstarvi, sum í mong ár hevur verið millum Sovjet­ sam­veldið og seinni Russland og Føroyar. Samstarvið hevur í stóran mun verið á fiskivinnuøkinum -Ja, hetta hevur verið í mong ár, sigur Árni Dam, skipari, sum í mong ár hevur verið umboðsmaður fyri russar í Føroyum og hesi mongu seinnu árini eisini russiskur konsul í Føroyum. -Men sjálvandi kann hetta við hesi avtaluni geva okkum fyri­mun­ ir á øðrum økjum, sigur Árni Dam. Persónliga kennir hann nógv em­bætis­fólk og politikarar í Moskva. -Ja, ein av teimum, sum er við her, arbeiðir vanliga tætt saman við Put­in í Kreml, so hetta er ein avtala, sum russki toppurin kennir væl til, sig­ur Árni Dam. POLITIKKUR Poul Micelsen, landsstýrismaður, og Tatinna Valovaya, skrivaðu undir avtaluna, sum eggjar til samstarv millum londini. Árni Dam, russiskur konsul, her saman við landsstýrismanninum við fiskivinnuma´lum, Høgna Hoydal.