Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hóast tey hava gingið millum okkum í fýra dagar, syrgdi kongshúsið fyri at halda trygga frástøðu. Vitjanin í Føroyum hevði eittans endamál – at dára føroyingar. Danjal av Rana Smílandi prinsar og prinsessur í føroyskum klæðum. Bergtakandi mynd­ir av krúnprinsinum í før­ oysku náttúruni og krún­prinsess­ uni, sum heilsar upp á smábørn. Kongshúsið hevur alla orsøk til at vera væl nøgt við vitjanina í Før­oyum. Sjarmørferðin í Føroyum byrjaði í høvuðsstaðnum og vitjaði síð­ani bæði næst størsta og trið størsta býin, umframt tvær av heilt smáu bygdunum og Sundalagið. Allastaðni var nógv fólk komið saman at síggja krún­prins­familj­ una. Dagstovnar og skúlar høvdu lagt dagarnar so­leið­is til rættis, at tey kundu taka lut í mót­tøk­uni. Tey gomlu á ellis­heim­un­um blivu eis­ini koyrd oman á bryggj­una, so tey fingu høvi at heilsa upp á krún­ prins­parið. Nógvar smágentur rodnaðu, tá tær sluppu at heilsa upp á Christ­ ian, prins, sum eisini hevði hug at rodna sjálvur í onkrum føri. Eingin ivi er um, at Føroyar og føroyingar tóku væl ímóti krún­ prins­familjuni á ferð teirra í Før­ oy­um. Kongshúsið gloppaði hurðini Men hóast vit fingu eitt innlit inn í lívið hjá krúnprinsfamiljuni hes­ar dagarnar, so var eingin ivi kortini um, at tað var kongshúsið, sum glopp­aði hurðini og stýrdi dags­ skránni. Leikluturin hjá teimum nærum 50 fjølmiðlafólkunum, sum fylgdu krúnprinsfamiljuni, var at miðla tað, sum tey sóu – og sum kongs­ húsið lat tey síggja. Onkur hevur funnist at føroysku miðlunum fyri at vit ókritiskt hava fylgt kongshúsinum á ferðini og ikki sett atfinningarsamar spurn­ ingar. Men at fáa eitt orð á krún­ prins­fam­iljuna var mest sum KONGSHÚSIÐ HELT KONGALIG VITJAN