Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98 ógjør­ligt. Orsøkin hevur í stóran mun verið, at tíð­inda­fólkini ikki eru slopp­in framat teimum. Vildu einans tosa um vitjanina Meðan góðar umstøður vóru givnar vanligum borgarum at sleppa heilt tætt at krúnprinsparinum, vórðu miðlarnir hildnir á tryggari fjar­støðu. Ongastaðni sást hetta betri enn í Tjørnuvík, har Sunda komm­una skipaði fyri almennari móttøku mitt í bygdini. Borðreitt var við skerpikjøtið og øðrum góð­ um lambskjøtið úr bygdini, ný­ bak­að­um vaflum og onkrum góð­ um at drekka, so bygdafólkið og krún­prinsparið kundu umgangast hvønn annan. Miðlarnir fingu kort­ ini ikki atgongd, ikki so mikið sum til at taka myndir. Tá alt kom til alt, fingu miðl­ ar­nir tríggjar minuttir at seta krún­prins­parinum spurningar í. Hetta var møguleikin at spyrja tey um sambandið millum Før­ oyar og Danmark ella hvønn leik­ lut kongshúsið sjálvt heldur seg hava í Føroyum. Brádliga er ein limur í olympisku nevndini, Fríð­ rik­ur, krúnprinsur, í Føroyum, sam­stundis sum Føroyar gera eitt størst átak um føroyskan limaskap í olymp­isku familjuni – eitt gylt høvi at spyrja hann, um hansara støðu. Kortanei. Boðini vóru klokku­ klár frá kongshúsinum – spurn­ing­ arnir skuldu einans snúgva seg um vitjanina og upplivingarnar í Før­ oy­um. Tí snúðu spurningarnir seg um føroysku klæðini, um hvussu børn­ini høvdu tað og hvat størsta upp­livingin á túrinum hevði verið. Stóru donsku miðlarnir, DR og TV2, fingu eisini høvi at gera longri samrøður við krúnprinsparið, utt­ an aðrar miðlar tilstaðar, men í teim­um samrøðunum er eisini eyðsæð, at her skuldi tað snúgva seg um krúnprinsfamiljuna á ferð í Før­oyum og einki annað. Tí hetta var ein prýðissýning, har endamálið var at vekja undran, virð­ing og kærleika til danska kongs­húsið. Og tí floyma miðlarnir, bæði sjónvarp, netmiðlar og bløð, yvir av myndum av smílandi prins­ um og prinsessum, veittrandi fløgg­ um og dárandi eygum. TRYGGA FRÁSTØÐU KONGALIG VITJAN