mánadagur 27. august 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hóast hóttanin um eitt altoyðileggjandi
atomkríggj ikki hongur yvir okkum, er tað
greitt, at heimurin enn er býttur upp í tvey.
Tey góðu, við USA á odda, og tey minni
góðu, har Russland og Kina ganga á odda.
Danjal av Rana
Einaferð í tíðini høvdu Føroyar ein
stóran strategiskan stórpolitiskan
týdning. Staðsetingin mitt í Norð
uratlantshavi gjørdi, at Føroyar
lógu væl fyri sum hernaðarstøð hjá
teimum, sum vildu hava ræðisrætt
in í Norðuratlantshavinum.
Nýggj tøkni gjørdi tó, at týdn
ingurin av Føroyum fánaði, og at
enda var NATO-støðin niðurløgd,
og hernaðarliga nærveran minkaði
týðiliga.
Nógv bendir tó á, at áhugin fyri
Føroyum á stórpolitiska mótin
um er um at kykna aftur, og í hesi
samrøðuni við Carlu Sands, sendi
kvinnu amerikanska forsetans til
Keypmannahavnar, er ikki sørt, at
ein hoyrir ekkó frá kalda krígnum.
Tað er ikki heilt ókent, at út
lendskir diplomatar vitja í Føroy
um, men seinastu árini hava alsamt
fleiri frá stórveldunum lagt leiðina
framvið Føroyum.
Umframt
Carlu
Sands
og
Rufus Gifford, undangongumann
hennara, hava fleiri aðrir amerik
anskir diplomatar vitja í Føroyum,
millum annað Ray Mabus, sum tá
var herflotaráðharri. Hetta var
í 2016. Seinastu árini hava bæði
bretskir og russiskir ráðharrar vitja
Føroyum, umframt at senditoymi
úr bæði Kina og Japan hava vitjað.
Í hesi vikuni koma umboð fyri bæði
Japan og Russland at vitja føroyska
uttanríkismálaráðið.
Carla Sands dylir ikki fyri, at tað
er Arktis, sum ger Føroyar áhuga
verdar á stórpolitiska leikvøllinum.
Hon hevur varnast tað sama sum
nógvir føroyingar, at á kortum,
sum vísa arktiska økið, verður ein
stórur umvegur gjørdur, fyri at fáa
Føroyar at gerast partur av økinum.
Hon ivast tó ikki í, at Føroyar skulu
roknast við, tá økið umræður.
- Um pólarnir bráðna, fara Før
oyar at liggja sera væl fyri hjá
nýggju
handilsleiðunum,
sum
fara at lata upp. Tí er tað, at bæði
vit og til dømis Russland og Kina
vísa økinum og tykkum so stóran
áhuga, sigur hon.
Hon dylir heldur ikki fyri, at
endamálið er at styrkja sambandið
millum Føroyar og USA og soleiðis
knýta Føroyar tættari at USA og
NATO.
- Tað týdningarmesta fyri USA
er at tryggja ein frælsan handil og
tryggja okkum, at handilsleiðirnar
í arktiska økinum vera frælsar. Tað
eru ikki øll hini stórveldini, sum
ynskja tað. Kina hevur langt síðani
lagt eina ætlan fyri, hvussu teir,
hóast teir ikki liggja í arktiska økin
um, skulu fáa ávirkan og sleppa at
stýra handilsleiðunum har, sigur
Carla Sands og vísir til fleiri frá
greiðingar, sum kinesiska stjórnin
hevur skrivað um evnið, millum
annað dreymin um eina nýggja
Silkileið, sum skal ganga gjøgnum
Beringssundið og gjøgnum Íshavið
norðan fyri Russland.
Hon nevnir fleiri ferðir í sam
røðuni, at USA ynskir fríhandil, og
helst ongar handilsforðingar, men
samstundis
er
týdningarmikið
at tryggja amerikansk og vestur
lendsk áhugamál, tá hóttanir koma
frá Eysturlondum.
- Vit síggja jú, at bæði Russland
og Kina til tíðir vísa óhøviskan at
burð. Tí mugu vit verja okkara sam
eindu, bæði hvat viðvíkur trygd og
handli. Føroyar er ein tílíkur sam
eindur, sum NATO-paktin áleggur
okkum at verja, sigur Carla Sands.
Sigast skal, at Føroyar ikki eru
sjálvstøðugur limur í NATO, men
verða roknaðar sum partur av
danska ríkinum.
Serliga Kina tykist vera ein hótt
an í eygunum á Carlu Sands.
- Her tosa vit um heimsins næst
størsta búskap, ein økonomiskan
risa á heimspallinum. Men okkum
hóvar ikki, hvussu Kina er farið at
bera seg at, sigur hon.
Hon greiðir frá, at fyri bara fá
um árum síðani var nógvur handil
millum Kina og USA. Nýríkir kines
arar komu til USA og keyptu verk
smiðjur og fyritøkur, og amerik
anarar vóru fegnir um alla hesa
útlendsku fíggingina, sum nú kom
inn í amerikanska búskapin.
- Men so byrjaðu vit at leggja til
merkis, at treytir fylgdu við hes
um keypunum. Filmsfeløg, sum
kinesarar høvdu keypt, byrjaðu at
gera propagandafilmar, og stýra
søgugongdini í filmunum. Í lærdum
háskúlum bleiv brádliga forboðið
at tosa um millum annað hending
arnar á Himmalska Friðartorginum
í 1989. Við øðrum orðum byrjaðu
kinesarar at skerja talifrælsi í USA.
Tá skiltu vit, at vit máttu vera varin,
greiðir hon frá.
- Vit ynskja framvegis handil
við Kina, men tað skal vera frítt
og gagnligt fyri báðar partar. Í løt
uni er støðan tann, at Kina forðar
amerikanskum fyritøkum at virka
í Kina, og stovnar í staðin sínar
egnu. Ætlanin hjá Kina er, at fyri
tøkurnar skulu veksa seg stórar í
Kina, og síðani spakuliga fáa størri
og størri marknaðarpart og ávirkan
uttanfyri Kina, sigur Carla Sands.
Hetta er ein av orsøkunum til,
at USA ikki hevur álit á kinesisku
telefyritøkuni Huawei. Umframt
at vera firtin um, at kinesarar
hava ment Huawei heldur enn at
nýta amerikonsk feløg, óttast teir,
at kinesiska stjórnin kann nýta
Huawei til at njósnast. Amerik
anska sendikvinnan hevur tó onga
stórvegis viðmerking til, at tað er
Huawei sum veitir tøknina til før
oyska telenetið.
- Kina ætlar sær at ráða heim
inum búskaparliga. Kina ætlar sær
at gerast førandi innan læknatól,
innan heilivágsídnaðin og innan
samskifti. Men hetta kemur alt við
UTTANRÍKISPOLITIKKUR
EKKÓ FRÁ KAL
Russland drap
tvey fólk og
royndi at drepa
tvey afturat á
evropiskari jørð,
í Stórabretlandi.
Hatta er ikki
atburðurin hjá
eini tjóð, sum
eigur at teljast
millum okkum.