Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98 einum prísi, óttast vit, sigur hon. Í 2014 rullaðu russisk tanks inn á Krim-hálvoynna í Ukraina. Endin var, at Russland meir ella minni her­tók hálvoynna. Vesturheimurin for­dømdi russisku hertøkuna bein­ an­vegin, og flestu vesturlond settu eitt handilsbann í gildi móti Russ­ landi. Føroyar vildu tó ikki. Atfinningarnar móti avgerðini at halda á við handlinum við Russ­ land vóru nógvar, bæði í Føroyum og uttanlands. Carla Sands veit tó ikki at siga, um amerikanska stjórn­ in nakrantíð hevur havt beinleiðis sam­band við føroysku stjórnina um júst hetta málið. - Men hoyr, sigur hon. Russland drap tvey fólk og royndi at drepa tvey afturat á evropiskari jørð, í Stóra­bretlandi. Hatta er ikki at­ burð­urin hjá eini tjóð, sum eigur at teljast millum okkum. Mátin, tey uppføra seg, stríðshugurin – eg meini, Russland er í kríggj mitt í Ev­ ropa í dag. Teir drepa okk­ara sam­ eindu í Ukraina, sigur am­erik­anska sendi­kvinnan. - Vit hava kortini góðar vónir um, at Russland aftur fer at venda eygunum vestureftir, kemur aftur í okkara fold so at siga, og at vit aftur kunnu handla frítt við Russland. Sann­leikin er jú, at handilsbannið rakar russiska fólkið nógv harðari enn russisku leiðararnar, sigur Carla Sands. Tað er týðiligt, at í heimsmyndini hjá USA eru tveir høvuðsfíggindar. Kina, sum er vorðið størsti fíggj­ar­ ligi kappingarneytin, og Russ­land, søguligi fíggindin, sum aftur er farið at spæla við hern­að­ar­muskl­ um sínum og í mongum førum sam­starvar við grannan heilt har eyst­uri, Kina. - Tað er eyðsæð, at bæði londini royna at styrkja sína støðu í heim­ in­um, bæði royna at vinna sær ávirk­an. Kina veitir stór lán til lond ymsa staðni í heminum fyri at knýta tey at sær, Russland brúkar her­megi sína. Hetta er als ikki at líkna við støðuna eftir seinna ver­ ald­arbardaga, tá USA veitti Evropa lán. Vit ynsktu at lyfta fólkið í Ev­ ropa, at skapa framburð og frið. Kina hevur heilt onnur áhugamál, sig­ur hon. Og so koma vit aftur til orsøkina til, at hon vitjar Føroyar. USA ynskir at styrkja sítt samband við síni sameindu, at tryggja sær, at eingin ann­ar sníkir seg ímillum og fær skrætt okkum sundur. - Forsetin í USA má hugsa um okk­um fyrst og fremst. Trans- atlantiska samgongan, NATO, er sera týdningarmikil fyri okkum. Sam­an eru USA og Evropa heimsins størsti marknaður. Vit hava eitt felags virðisgrundarlag, bygt á eitt rættarsamfelag, á menn­ iskja­rættindi, á handils­sam­bond. Vit mugu vera sterk saman, tí tað eru kreftir uttan fyri okkum, sum ynskja at oyðileggja hetta gjøgnum kríggj og falska kunning, sigur hon. - Vit nýta hugtakið, at tað skal ikki síggjast dagsljós millum okk­ um, at vit skulu vera so tætt saman, at eingin sleppur ímillum, sigur Carla Sands. Stríðið um Arktis fer uttan iva at seta sín dám á stórpolitiska pall­in komandi árini. Føroyskir myndug­ leikar hava gjørt greitt, at vit vilja vera ein virkin leikari í norður­at­ lants­havi. Tí eiga vit at venja okk­ um við, at stórmaktirnar aftur fara at vísa okkum ans. UTTANRÍKISPOLITIKKUR LDA KRÍGNUM Kortið vísir verandi siglingarleiðir gjøgnum arktiska økið og væntaðu nýggju siglingarleiðina beint um Norðurpólin. Vit síggja jú, at bæði Russland og Kina til tíðir vísa óhøviskan atburð. Tí mugu vit verja okkara sameindu.