mánadagur 27. august 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Trump er ikki sum politikkarar flest
Hann ger júst tað, sum hann lovaði í valstríðnum. Tí er
hann so ólíkur øðrum politikkarum, sigur Carla Sands.
Danjal av Rana
- Donald Trump hevur ikki uppi
borið tað nógvu vánaligu umtaluna,
sum hann fær í amerikanskum
miðlum, sigur amerikanska sendi
kvinnan til USA, Carla Sands.
Tað er eingin loyna, at miðlaum
røðan av amerikanska forsetanum í
Evropa í høvuðsheitum er neilig, og
tí spyrja vit, hvussu miðlaumrøðan
er í USA.
- 90 prosent av allari miðla
umrøðuni er neilig. Fox News er
kanska mest jalig móti forsetanum,
men sjálvt har er umrøðan 50/50,
sigur Carla Sands.
- Men tað er einki óvanligt í, at
republikanskir forsetar fáa nei
liga umrøðu. Eg meini, at und
ir forsetavalinum var tað einans
Hillary Clinton, sum fekk fíggjar
ligan stuðul frá nøkrum miðlahús
um, sigur hon.
Hon heldur sjálv, at neiliga um
røðan er óuppiborin.
- Forsetin ger ikki annað enn
tað, sum hann lovaði í valstríðnum.
Tað gera politikkarar ikki vanliga,
men so er hann heldur ikki ein pol
itikkari, men ein vinnulívsmaður,
sigur hon.
Hon heldur, at Donald Trump
eigur at dømast út frá, hvat hann
avrikar.
- Hann ger stór ting fyri USA.
Hann elskar tjóðina, sigur hon, og
reksar upp nøkur av avrikunum hjá
forsetanum:
- Arbeiðsloysi millum svørt er
lægri enn nakrantíð fyrr (5,9 pro
sent 1. juni).
- Arbeiðsloysi millum latínam
erikanarar er lægri enn nakrantíð
fyrr (4,6 prosent 1. juli).
- Arbeiðsloysi millum asiatar er
lægri enn nakrantíð fyrr (2,1 pro
sent 1. juni).
- Arbeiðsloysi millu ung er lægri
enn í nógv ættarlið (9,2 prosent 1.
juli).
- Hann hevur skapt eitt um
hvørvi, har tað er lættari hjá fyri
tøkum at skapa nýggj størv og
tí lættari hjá fólki at fáa starv.
Ongantíð áður hava kvinnur og
tilflytarar stovna so nógvar nýggj
ar fyritøkur sum nú, sigur Carla
Sands.
Hon sigur, at lykilin hjá forset
anum hevur verið at strika kunn
gerðir, sum forðaðu fólki at seta
fyritøkur á stovn.
- Nógvu kunngerðirnar kostaðu
nógv størv, serliga í teimum
smærru plássunum. Kunngerðirnar
kravdu, at smá virki skuldu undir
leggjast somu reglar sum stórar
fyritøkur, men endin var, at smáu
virkini máttu steingja.
Hon er úr Los Angeles, men
vaks upp í stálstatinum Pennsylv
ania. Júst Pennsylvania var ein av
statunum, sum á forsetavalinum
heldur
óvæntað
valdi
Donald
Trump til forseta. Høga arbeiðs
loysi millum stálarbeiðsmenninar
verður mett at vera ein av orsøk
unum til, at staturin valdi Donald
Trump hesa ferð.
- Eg sá sjálv, hvussu stálídnaður
in flýddi úr USA til Kina. Býir fullu
í fátt, børnini gjørdust stúrin, for
eldrini arbeiðsleys. Gamaní fingu
amerikanarar bíligari vørur, men
prísurin var, at onkur í familjuni
hjá tær misti arbeiði. Hesi gongdini
hevur Donald Trump vent, sigur
Carla Sands.
Hvør er
Carla Sands
Sjónleikari, kiropraktur,
ríkmannafrúa og nú sendiharri.
Danjal av Rana
Hetta er fyrsta vitjanin hjá Carlu
Sands í Føroyum. Hon hevur verið
sendikvinna í Keypmannahavn
síðani desembur í fjør. Hon bleiv
tilnevnd sum sendiharri longu í
septembur, men tað tók drúgva
tíð hjá amerikanska senatinum at
góðkenna hana. Endaligu góðkenn
ingina fekk hon ikki fyrr enn í nov
embur.
Carla Sands var eitt óskrivað
blað í politiska heiminum annars.
Hon er útbúgvin kiropraktor og
hevur eina fortíð sum sjónleikari,
millum annað í sendirøðini The
Bold and the Beautiful, sum í
norðurlondum hevur havt heitið
Glamour.
Í 1998 giftist hon við Fred Sands.
Tvey ár seinni seldi Fred Sands allar
fastognir sínar fyri yvir 600 milli
ónir krónur. Tá stovnaði hann eitt
íløgufelag, Vintage Capital Group.
Tá Fred Sands andaðist í 2015 tók
konan, Carla Sands, yvir sum stjóri
í felagnum.
Carla Sands stuðlaði uppruna
liga tveimum øðrum republikansk
um valevnum, Marco Rubio og Ted
Cruz, men tá Donald Trump vann
valevnisvalið, valdi hon at stuðla
honum í forsetavalinum.
Carla og Fred Sands eiga eina
dóttir, Allie, sum eisini er við í Før
oyum.
- Vit hava vitjað í Kirkjubø og í
Mykinesi. Dóttir mín elskar lundar,
so tað var ein stór uppliving hjá
henni at vitja lundalandið. Vit
flugu aftur til Havnar við tyrluni og
tað er ein túrur, sum øll ferðafólk
eiga at royna. Útsýnið er veruliga
bergtakandi, sigur Carla Sands.
Sum ung las hon eitt skifti lista
søgu, og tí var hon sera fegin um
høvi at vitja bóndagarðin í Kirkjubø,
kirkjuna og Kirkjubømúrin og
verkstaðið hjá Tróndi Patursson.
- Eg kenni til stóru fuglarnar,
sum hann hevur gjørt. Onkrir
teirra hanga í norðurlendska savn
inum í Washington State, og teir
hava eisini verið sýndir fram í
Washington DC. Tað var stuttligt
at hitta listamannin, sigur hon.
UTTANRÍKISPOLITIKKUR