Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98 13 ÁR SÍÐANI FYRSTU FØROYA PRIDE Fyrsta Faroe Pride skrúðgonga var hendan dagin í 2005. Tað er LGBT Føroyar, sum skipar fyri skrúðgonguni. Tey fyrstu árini var skrúgongan fyriskipað av Friðarboganum. Faroe Pride skrúðgongan er til frama fyri samkyndum og tvíkyndum. Nógv hinskynd luttaka eisini í skrúðgonguni fyri at vísa sín stuðul. Fleiri av luttakarunum bera fløgg, ballónir, skelti og annað líknandi, sum oftast eru røður og tónleikaframførslur á skránni. Í dag fyllir Bill Just­in­ us­sen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, 55 ár Kristian Bill Justinussen, sum býr á Glyvrum, er fødd­ur 27. august 1963 í Klaksvík. Bill er sonur Gunvá og Bjørn Justinussen. Hann er gift­ur við Malenu, og tey eiga børn­ini Pól Jóhannus, Gunvá og Evu Mariu. Bill Justinussen hevur máls­ligt studentsprógv og hev­ur handilsskúla - HD 1. part og starvaðist sum bók­ hald­ari. Politiska yrkisleiðisleiðin hjá honum sum virkin pol­it­ ik­a­ri byrjaði, tá hann í 2002 gjørd­ist landsstýrismaður í heils­u­mál­um, sum hann røkti til 2004. Á løgtingsvalinum 20. janu­ar í 2004 varð hann vald­ ur á ting fyri Eysturoyar val­ dømi, og hevur hann verið vald­ur síðani. Alma Askildsen, Tórs­havn, fødd Berg, úr Klaks­vík, andaðist á Lands­sjúkr­a­hús­i­ num fríggjadagin, 24. august, 83 ára gomul. Jónhild Gaard, úr Oynd­ar­firði andaðist á Eyst­ur­oyar Ellis- og Røktarheimi í Runavík mikudagin 22. august, 81 ára gomul. Jógvan Henning Vágsheyg, ættaður úr Klaks­vík, búsitandi í Nuuk, andaðist sunnu­ dagin 19. august. Niels Jacob Christian Thomsen, Hvalba, van­liga nevndur Niels Jacob hjá Amy, and­að­ ist á Suðuroyar sjúkr­ ahúsi mánadagin 20. august, 68 ára gamal. Margit Petersen, fødd Reyn­berg, ættað úr Fugla­firði, andaðist týs­dagin 14. august, 94 ára gomul. Hans Jacob Hjelm, Vági, andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi mánadagin 20. august, 75 ára gamal. Rigmor Margretha Mortensen, fødd Poulsen, andaðist á Láargarði mánadagin, 20. august, 88 ára gomul. Jákup Lindenskov, Tórshavn andaðist á Boðanesheiminum leygardagin 18. august, 85 ára gamal. Magnus Poulsen, ættaður av Strondum, búsitandi í Havn, andaðist á Tjarnargarði 19. august, 83 ára gamal. ANDLÁT Bill Justinussen fimmti fimm Vælkomið Bestu ynskir lítla barn Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku við barnsburðinum, og vilja vit fegin siga frá hesum í teiginum “Føðingar”. Send teldupost til: barn@sos.fo Upplýs: Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.), navn foreldranna/systkin og bústað. Sendið mynd við Kjartan og Adolf ganga saman um nýggjan flokk 1978: Framburðsflokkurin skiftir nú ham. Tað er runnið saman millum flokkin hjá Kjartan Mohr og »flokkin í umbúna« hjá Adolfi Hansen. Men endaliga sam­an­renn­ing­in er ikki liðug fyrr enn fyrst í sep­tember Soleiðis skrivaði Sosialurin 23. august í 1978: Umboðsmenn fyri báðar flokk­arnar hildu fund mán­ a­dag­in, og í gjár skuldu um­boðsmenn fyri báðar flokk­arnar viðgera ymiskar spurn­ingar í stevnusránni hjá Fram­burðsflokkinum. Men Ad­olf Hansen roknaði ikki við, at tingingarnar gjørdu­st lidnar í gjár. Ein av broytingunum í Fram­burðs­flokk­i­num verð­ ur, at hann skiftir navn. Ad­ olf Hansen vildi ikki upp­lýsa okkum tað nýggja navn­ið. Navnabroytingin skuldi møguliga koma fyri á ting­ fundi seinrapartin í gjár. Adolf Hansen vil ikki siga nak­að um, hvussu innihaldið í stevn­u­skránni verður. Men hann sigur, at talan er um ein nýmótans flokk, har av­gerðir í málum, sum støða skal takast til, verða grund­aðar á framtíðina og ikki á for­tíð­in. Sum nakað nýtt verða tað stil­l­arar floksins, sum velja val­evnini og ikki øvugt, sum er vanligt í núverandi flokk­ um, har velevnini finna sær nakrar stillarar. Umboðsmenninir aftan fyri teir báðar flokkarnar hava ikki tosað um org­an­ i­sa­ti­ónina aftan fyri tann kom­andi flokkin. Heldur ikki hava teir í umbúna at geva út nak­að politiskt málgagn. Flokkurin verður ein borg­ar­ligur-sosialur flokkur. Dent­ur verður lagdur á, at hann er antikommunistiskur. – Framtíðin hjá Framburðsflokkinum er nú tryggjað. Flokkurin verður lagdur saman við einum fiskivinnuflokki, sum m. a. Adolf Hansen stendur aftanfyri, skrivaði Sosialurin fyri 40 árum síðani Nýggi flokkurin í 1978 kom at eita Framburðs- og Fisk­i­vinnu­flokkurin. Adolf Han­sen og Kjartan Mohr vórðu valdir á ting fyri flokkin á løg­tings­ val­i­num í 1978. Kjartan Mohr gjørd­ ist sjúk­ur og doyði 17. mai í 1979. Fyri hann møtti Juul Jac­ob­sen í Nólsoy, sum í 1980 varð valdur á ting fyri Framburðs- og Fisk­i­vinnuflokkin. Í 1984 fekk flokkurin aft­ur navn­a­broyting, tá Krist­ i­ligi Fólkaflokkurin varð skoytt upp í navnið. Niels Pauli Dan­i­e­l­sen gjørdist tá lands­stýr­is­ mað­ur fyri flokkin, og hann varð valdur á ting í 1988. Teir, sum hava um­ boð­að flokkin á tingi eru: Kjart­an Mohr, Adolf Han­sen, Juul Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Thordur Niclasen, Lasse Klein og Jákup Olsen. Flokkurin misti sæti á tingi í 1998. 44 ár á tingi